Nýggjastu tíðindini

Nógvar stuttligar søgur frá Eyðuni

22-09-2017

Landsliðsúttøka mánadagin

21-09-2017

FSF forkunnuga vitjan úr Hollandi

19-09-2017

Íslendsku liðið ov sterkt

19-09-2017

Hesar byrja ímóti Íslandi

18-09-2017

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 11. september 2017

Heidi: Regluligir dystir menna okkum

Heidi Sevdal og hinar á kvinnulandsliðnum gleða seg av álvara til HM-undankappingini, ið fer av bakkastokki komandi hósdag, tá Kekkia vitjar á Tórsvølli

Heidi Sevdal skorar fyri Føroyar í fyrsta dystinum í innleiðandi undankappingini, sum varð spæld í Føroyum fyrr í ár - Mynd: Jóanis Albert Nielsen

Kvinnulandsliðið fer hósdagin undir spennandi HM-undankapping. Fleirfaldu heimsmeistararnir úr Týsklandi teljast millum mótstøðuliðini í bólkinum, men fyrsti dysturin verður móti Kekkia. Heidi Sevdal, sum er ein av royndu spælarunum á liðnum, fegnast um, at tær nú sleppa at royna seg regluliga móti sterkari mótstøðu.

 - Tað er sera hugaligt. Tú gevur teg sjálvandi altíð hundrað prosent, men motivatiónin verður størri, nú vit allatíð skulu prógva okkum og hava landsliðsgularótina at fara eftir. Kappingarárið her heima verður eisini longt nakað, og tað er gott fyri hvønn einstakan spælara og fyri kvinnufótbóltin sum heild, at ein noyðist at vísa dygdir ígjøgnum alla kappingina, sigur farligi framherjin í EBS/Skála.

Heidi Sevdal var eisini við á landsliðnum, ið spældi í HM-undankapping í 2013 og 2014, og hon greiðir frá, at fleiri fyrimunir eru, nú liðið javnan skal spæla undankappingardystir.

 - Nú ber betur til at leggja afturat konseptinum, sum vit hava. Vit kunnu brúka dystir til eftirmeting og síggja, hvat er gott, og hvat er minni gott. Riggar okkurt væl, kunnu vit taka tað við okkum til næsta dyst, meðan vit kunnu vraka tað, sum ikki riggar, greiðir nýklækti steypavinnarin frá, ið hevur umboðað Føroyar meir enn 40 ferðir.
 

 - Tá tað til dømis er eitt ár millum avbjóðingarnar, er tað sum at byrja av nýggjum hvørja ferð. Nú er landsliðið í fastari legu, arbeiðið hongur nógv betur saman og tað er lættari hjá spælarunum at fyrihalda seg til.

Í hesum umfarinum skal føroyska kvinnulandsliðið spæla tveir dystir. Ísland á útivølli er á skránnið mánadagin 18. september, men fyrst kemur Kekkia á Tórsvøll. Tann dysturin verður á Tórsvølli hósdagin 14. september klokkan 19:00. Ókeypis atgongd er til dystin.

 
Tað verður mett, at hesin dysturin er ein av teimum, har føroysku kvinnurnar hava bestan møguleika at fáa eitt gott úrslit. Ólukkutíð fyri Heidi Sevdal, noyðist hon at síggja dystin frá áskoðaraplássunum, tí hon hevur leikbann.

 - Tað er ófatiliga rotið. Tað er øgiliga keðiligt at sita uttanfyri ein slíkan dyst, har møguleikin fyri at røkka einum góðum úrsliti avgjørt er til staðar. Men tað eru nógvar góðar í hópinum, so ein onnur kemur inn í staðin. Eg iðri meg um, at eg ikki fái spælt, men hopi, at vit fáa eitt gott úrslit, sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá FSF.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6