Nýggjastu tíðindini

Sølvi: Deiligt at vera við aftur

14-11-2018

Meinhard avloysir Jóan Símun

12-11-2018

Føroyar nummar 44 og 95

11-11-2018

Fýra broytingar á A-landsliðnum

09-11-2018

Fróði: Tað hevur verið ein æra

09-11-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 3. september 2017

Fantastiskur sigur á Andorra

Úrslitið í heimadystinum ímóti Andorra gjørdist 1-0 til Føroyar. Einsamalla málið skoraði Gilli Sørensen tá hálvur tími var spældur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Andorra - Mynd: Sigmar Mørkøre (www.in.fo)

- Tað sá ikki pent út, serliga ikki í seinna hálvleiki, men vit vunnu, so eg eri sjálvandi glaður og nøgdur. Orðini eigur landsliðsvenjarin, Lars Olsen, eftir sigurin á Andorra.

 

Tað gjørdist til ein tepran 1-0 sigur til Føroyar, tá Andorra var á vitjan á Tórsvølli sunnudagin. Føroyska málið kom tá góður hálvur tími var spældur, og málskjúttin var Gilli Rólantsson Sørensen.

 

Sølvi Vatnhamar sendi væl inn fyri úr høgru, har hann rakti á pannuna hjá Fróða Benjaminsen, ið legði bóltin fyri føturnar á Gilla R. Sørensen. Tvøramaðurin í norska Brann var tryggur og bankaði bóltin í netið, og so var alt á gosi á Tórsvølli.

 

Føroyska liðið hevði bóltin mestsum allatíðina í fyrra hálvleiki, meðan Andorra koma meir við eftir steðgin. Men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og føroyski sigurin var heldur ongantíð í vanda.

 

Føroyar hava nú fingið átta stig í undankappingini til HM 2018, og tað er tað mesta sum føroyska A-landsliðið við monnum hevur fingið í einari EM- ella HM-undankapping, síðani Føroyar byrjaðu at luttaka í 1990.

 

Næsti dystur hjá A-landsliðnum við monnum verður á heimavølli leygardagin 7. oktober klokkan 17:00. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7