Nýggjastu tíðindini

GU19: Skotstyrkin var stóri munurin

17-10-2017

Skulu tora at møta sterkari mótstøðu

17-10-2017

Myndir: Fótbóltur fyri øll 2017

17-10-2017

U15: Venjingardystir í Íslandi

16-10-2017

U17 Gentur: Taptu stórt fyri Ukreina

16-10-2017

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 5. august 2017

Dreingir U17: Taptu 3-1 fyri norðurírum

U17-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í NM-kappingini í Íslandi. Norðurírland vann 3-1. Føroyska málið skoraði Elias El Moustage

Føroyska liðið, sum byrjaði á vøllinum ímóti Norðurírlandi - Mynd: Josva Thomsen

- Undan dystinum tosaðu vit nógv um, hvussu vit skuldu handfara tær góða og tær minni góðu løturnar í dystunum. Men tað megnaðu vit ikki so væl í dag. Fyrstu 25 minuttirnar høvdu vit fleiri kjansir, og vóru greitt betri – men vit megna ikki at skora. Tá vit so missa takið á dystinum, fáa norðurírar tvey mál, og so var mótbrekkan drúgv, sigur Thomas Thinggaard, landsliðsvenjari.

 

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum, ið seinasta vikuna hevur tikið lut í árligu NM-kappigini, sum í ár varð spæld í Íslandi, tapti seinasta dystin í kappingini. Mótstøðuliðið var Norðurírland, og úrslitið gjørdist 3-1 til norðurírar. Føroyska málið skoraði Elias El Moustage miðskeiðis í seinna hálvleiki, eftir at Norðurírland var á odda 2-0 í steðginum.

 

- Vit koma væl frá byrjan í seinna hálvleiki, og spæla okkum til fleiri málmøguleikar. Tað eydnast eisini at minka um munin, men vit skuldu fingið fleiri mál. Hinvegin, so skora teir til 3-1 lítla løtu aftaná vit hava skorað. Tað tók luftina úr okkara spælarum, og vit klára ikki at svara aftur, sigur føroyski venjarin, Thomas Thinggaard, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Noreg vann NM 2018 fyri U17-landslið við dreingjum. Í finaluna vunnu norsku dreingirnir 4-1 á Danmark. Føroyar endaðu nummar 8 í kappingini.

 

Næsta uppgáva hjá U17-dreingjunum er um mánaðarskifti september-oktober, tá fyrsta undanumfar til EM 2018 verður á skránni í Finnlandi. Mótstøðuliðini tá vera Finnland, Ísland og Russland.

 

Venjarar, leiðarar og eykaleikarar til dystin ímóti norðurírum - Mynd: Josva Thomsen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6