Nýggjastu tíðindini

Trý heimalið fáa tað torført

20-04-2018

U15, U17 og U21 í steypakappingini

19-04-2018

Parasport Føroyar til Russlands

19-04-2018

GU17: Taptu fyri Norðurírlandi

16-04-2018

GU17: Flottur sigur á Kosovo

14-04-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 3. juli 2017

U18 Gentur: Andrea dagsins spælari

Í næsta dystinum í UEFA menningarkappingini í Lettlandi eydnaðist føroyska U18-landsliðnum við gentum at vinna 3-2 á vertslandinum

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Lettlandi - Mynd: Trygvi Mortensen

- Úrslitið kundi lættliga verið 7-1 til okkum ístaðin. Vit vóru betri enn Lettland, og vit spældu okkum til nógvar heilt stórar møgulleikar, men neyvleikin var ikki so góður í dag.

 

- Vit høvdu tó fullkomiliga kontrol á støðuni, líka til dómarin gav teimum tvey brotsspørk seinastu tríggjar minuttirnar. Tíbetur bjargaði Andrea tí seinna, og so stóðu vit eftir sum vinnarar, sigur ein væl nøgdur John Petersen, venjari.

 

Føroyar vunnu seinna dystinum í UEFA menningarkappingini fyri U18-landslið við gentum, sum farnu dagarnar hevur verið í Riga í Lettlandi.

 

Í fyrsta dystinum, sum varð spældur sunnudagin, taptu okkara gentur tepurt fyri Turkalandi. Men mánadagin hilnaðist betri, tá føroyska liðið royndi seg ímóti vertslandinum, Lettlandi. Úrslitið gjørdist 3-2 til Føroyar.

 

Sonja Dalsgaard legði Føroyar á odda 1-0 og 2-0, áðrenn Lettlandi minkaði um munin. 2-1 var eisini støðan í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki økti Julia Mortensen til 3-1, men stutt fyri leiklok minkaðu lettisku genturnar við brotssparki til 3-2.

 

Heilt ímóti endanum var nær við, at Lettland fór at stjala føroyska sigurin, tá dómarin aftur floytaði fyri brotssparki. Men málverjin, Andrea Hoydal, sum eisini varð kosin til dagsins spælara, bjargaði meistarliga.

 

- Hesar báðar dystirnar hava vit brúkt alt fólkið á ymiskum plássum. Eingin hevur spælt meira enn 120 minuttir, og eingin hevur spælt minni enn 40 minuttir, júst sum UEFA vil tað. Eisini fingu allar 18 genturnar loyvi til at verða í byrjunarliðnum annan dystin, so eg haldi, at tær allar eru eitt upplivilsi ríkari, umframt at vit í venjarahópinum eru blivin nógv klókari upp á nógv viðurskiftir, sigur John Petersen at enda við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska ferðalagið kemur heim aftur týsdagin.

 

Aftaná dystin var føroyski málverjin, Andrea Hoydal vald til dagsins spælara - Mynd: Trygvi Mortensen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U16 Development Tour.

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7