Nýggjastu tíðindini

U15: Taptu 4-0 fyri Lyngby BK

26-05-2017

U21: Eli Hentze úttikið fyrsta hópin

26-05-2017

Finnur aftur á landsliðnum

26-05-2017

U15 Dreingir: Vejle vann sannførandi

25-05-2017

U15 Dreingir: 3-3 ímóti Haderslev FK

24-05-2017

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 19. apríl 2017

Føroyar spæla á Estadio do Bessa

Nú er ásett, at dysturin millum Portugal og Føroyar, ið skal spælast hósdagin 31. august, verður á Estadio do Bessa í Porto

Hósdagin 31. august spæla Portugal og Føroyar HM-undankappingardyst á Estadio do Bess í Porto. Kring vøllin er pláss fyri 28.300 áskoðarum

Fríggjadagin 9. juni fer føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá sveisar koma á vitjan í Føroyum. Næsti dystur eftir tað, verður hósdagin 31. august, tá føroyska liðið skal spæla á útivølli ímóti Portugal, og nú er ásett, at dysturin millum Portugal og Føroyar verður á Estadio do Bessa í Porto.

 

Estadio do Bessa er gamalt stadion, sum varð bygt í 1911. Leikvøllurin hevur verið undir út- og umbyggingum nakrar ferðir, og seinast var til EM-endaspælið í 2004. Kring vøllin er pláss fyri 28.300 áskoðarum, og er dagliga heimavøllurin hjá Boavista FC.

 

Millum føroyingar er leikvøllurin nokk best kendur fyri dystin millum Svøríki og Danmark, sum til EM-endaspælið í 2004 spældu javnleik 2-2.

 

Úrslitið millum sviar og danir hevði við sær, at bæði londini tryggjaðu sær víðari luttøku í endaspælinum. Og tað fekk øði í italiumenn. Tí frammanundan var greitt, at endaði dysturin millum Svøríki og Danmark 2-2, so reyk Italia úr kappingini.

 

Seinasti landsdystur á Estadio do Bessa var 1. september í fjør, tá portugisar vunnu 5-0 í venjingardysti móti Gibraltar.

 

Atgongumerkjasølan til dystin millum Portugal og Føroyar er ikki klár enn, men kemur væntandi upp á pláss um ein góðan mánaða.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6