Nýggjastu tíðindini

Tryggja tær pláss til steypafinaluna

05-07-2017

U18 Gentur: Andrea dagsins spælari

03-07-2017

U18 Gentur: Taptu 4-3 fyri Turkalandi

02-07-2017

472 børn á Fótbóltsskúla

01-07-2017

U17-landsliðið til NM úttikið

30-06-2017

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 19. mars 2017

U17: Størsti dystur nakrantíð

Mánadagin skal U17-landsliðið spæla triðja dystin í Úrvalskappingini á Kýpros. Vinnur føroyska liðið dystin, er ógvuliga nógv, ið bendir á, at okkara dreingir skulu til EM-endaspælið í summar

Seinnapartin sunnudagin vandu føroysku U17-dreingirnir á Peyia Stadion í Paphos á Kýpros - Mynd: Hans Erik Danielsen

- Hetta verður ein serligur dystur í nógvar mátar. Vinna vit, so eru stór sannlíkindi fyri, at vit skulu til EM-endaspælið í Kroatia í summar. Tapa vit ella spæla javnt, so er hetta seinasti dystur hjá mær og Pól sum venjarar hjá hesum liðnum. Orðini eigur Áki Johansen, sum saman við Pól F. Joensen hevur staðið á odda fyri føroyska U17-landsliðnum við dreingjum seinastu átta árini.

 

Mánadagin er triðja og seinasta umfar í Úrvalskappingini (Elite Round) á Kýpros á skránni. Føroyar møta Slovakia, og í hinum dystinum eru tað vertirnir av Kýpros, ið møta Írlandi. Undan dystinum eru írar fremstir við seks stig, Slovakia hevur trý stig, meðan Kýpros og Føroyar hava hvør sítt.

 

Nummar 1 í bólkinum fer beinleiðis víðari, og harumframt sleppa sjey teir bestu 2’ararnir eisini við til endaspælið. Tá allir bólkarnir í Úrvalskappingini eru spældir, og allir 2’ararnir eru funnir, verður hugt eftir teirra úrslitum ímóti nr. 1 og 3 í bólkinum. Tað landið, sum tá hevur fingið fægst stig, og vánaligast málmun, sleppur ikki til EM-endaspælið.

 

- Vit eru so ótrúliga nær við nú, men fyrst er ein stór uppgáva, ið skal loysast. Og sjálvandi trúgva vit uppá møguleikan, og fara eisini eftir møguleikanum. So fáa vit at síggja hvussu leikur fer. Fyri okkum er hetta størsti dystur nakrantíð, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Seinnapartin sunnudagin hevði føroyska U17-liðið seinastu venjingina áðrenn dystin ímóti Slovakia. Venjingin var á Peyia Stadion í Paphos, og allir tikjast at vera væl fyri og spentir til stóru uppgávuna. Tó er greitt, at skaðin, ið Sølvi Sigvardsen fekk ímóti Kýpros er so mikið álvarsamur, at hann fær ikki verið við ímóti slovakum.

 

MYNDIR frá venjingini á PEYIA STADION

 

U17-landsdysturin millum Slovakia og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 13:00 (føroyska tíð).

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6