Nýggjastu tíðindini

U19: Skulu altíð hava dirvi at vinna

18-11-2017

Ráðstevna um børn og ung

14-11-2017

Dreingir U19: Føroyar - Ísland 1-2

14-11-2017

Flest gull til høvuðsstaðin

13-11-2017

Vandi brotsspark á náttartíð

12-11-2017

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 18. mars 2017

U17: Tórur vil skriva nýggja søgu

Ungi KÍ-spælarin, Tórur Jacobsen, sum í hesum døgum umboðar Føroyar í Úrvalskapping á Kýpros, gleðir seg til dystin ímóti Slovakia, sum er tann týdningarmiklasti dysturin nakrantíð fyri hansara viðkomandi

Tórur Jacobsen stríddist væl í føroyska álopinum ímóti Írlandi og Kýpros - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroysku U17-dreingirni hava spælt seg í eina lyklastøðu í Úrvalskappingini (Elite Round) á Kýpros. Eydnast tað okkara dreingjum at vinna á Slovakia, samstundis sum Kýpros ikki fær fult ímóti Írlandi, so hevur føroyska liðið tryggjað sær pláss til EM-endaspælið í summar.

 

- Mínar vónir til dystin ímóti Slovakia eru góðar. Vit hava ein hóp, har allir vilja gera alt fyri at vinna, og vit hava skrivað søgu fyrr, so hví ikki einaferð afturat? Tað krevur sjálvandi nógv av hvørjum einstøkum spælara og venjarunum, men eg trúgvi at tað ber til, sigur Tórur Jacobsen, U17-landsliðsspælari.

 

Føroyski hópurin hevði ein heldur langan og strævnan túr til Kýpros, og síðani mikudagin hava dreingirnir eisini spælt tveir strævnar dystir. Fyrst ímóti Írlandi, sum endaði 4-0 til írar, og fríggjadagin gjørdist úrslitið 0-0 ímóti kýpriotisku vertunum.

 

- Eg eri sera væl nøgdur við eitt stig ímóti Kýpros. Vit høvdu gott stýr á teimum, serliga defensivt. Eisini høvdu vit nakrar góðar støður fram eftir vøllinum, men tíverri fingu vit einki mál.

 

- Vit vænta ikki at Kýpros vinnur á Írlandi, so javnleikurin hevur við sær, at nú liggur tað í okkara hondum at koma víðari. Hetta ger at dysturin mánadagin ímóti Slovakia er týdningarmiklasti dysturin í okkara og mínum lívi, og tað er nakað heilt serligt, sigur ungi klaksvíkingurin við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hart at spæla á landsliðnum

Tórur Jacobsen fekk sínar fyrstu landsdystir fyri Føroyar í 2014, tá hann var partur av U15-landsliðnum til Brøndby Cup í Danmark. Í fjør var Tórur við til at tryggja Føroyum víðari luttøku í innleiðandi EM-undankappingini fyri U17-landslið, og nú er framherjin úr KÍ heilt nær við at skriva nýggja søgu fyri føroyskan landsliðsfótbólt.

 

Men hvussu er so at spæla á landsliðnum, og hvussu hevur Tórur Jacobsen upplivað hesar fyrstu dystirnar í Úrvalskappingini á Kýpros?

 

- Eg haldi heilt vist tað er nakað serligt at spæla við landsliðinum. Støðið er eitt heilt annað enn har heima, og tí eru dystirnir harðari enn eg eri vanur við. Hesir farnu dystirnir hava verið sera harðir, serliga tann ímóti Írlandi tí tað var sera heitt. Írland vóru eisini sera góðir, og sum einsamallur áleypari er tað hart at renna og stýra trýstinum ein slíkan dyst. Tað krevur nógva orku, sigur Tórur Jacobsen.

 

Mánadagin 20. mars klokkan 13:00 (føroyska tíð) spæla Slovakia og Føroyar, og Írland og Kýpros. Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið, og harafturat sleppa sjey teir bestu 2’ararnir í teimum átta bólkunum, sum eru í næstu innleiðandi kappingini, eisini við til endaspælið.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6