Nýggjastu tíðindini

Tryggja tær pláss til steypafinaluna

05-07-2017

U18 Gentur: Andrea dagsins spælari

03-07-2017

U18 Gentur: Taptu 4-3 fyri Turkalandi

02-07-2017

472 børn á Fótbóltsskúla

01-07-2017

U17-landsliðið til NM úttikið

30-06-2017

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 17. mars 2017

U17: Javnleik ímóti Kýpros

MYNDIR: Føroyska U17-landsliðið við dreingjum spældi fríggjadagin javnleik 0-0 ímóti Kýpros. Úrslitið hevur við sær, at Føroyar framvegis hava møguleikan at spæla seg til EM-endaspælið í summar

Føroyska U17-liðið, sum byrjaði á vøllinum í málleysa javnleikinum ímóti Kýpros - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fríggjadagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld á Kýpros. Dysturin var ímóti kýpriotisku vertunum, og úrslitið gjørdist javnleikur 0-0.

 

Talan var annars um ein javnan dyst, við fáum málmøguleikum til báðar partar. Gamaní høvdu kýpriotar bóltin nakað meir, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og tá spentur støður høvdu hug at taka seg upp, stóð føroyska verjan mannilig fyri.

 

Tá fáir minuttir vóru eftir at spæla, var kortini nær við, at Føroyar fóru avstað við øllum. Stefan Radosavljevic kom at standa væl fyri í brotsteiginum hjá kýptiotum, men tíverri fór skotið hjá unga tvøramanninum omanfyri málið.

 

Í hinum dystinum í bólkinum vann Írland 1-0 á Slovakia. Úrslitini hava við sær, at um Føroyar vinna á Slovakia í seinasta dystinum, samstundis sum írland ikki tapur ímóti Kýpros, so er stórur møguleiki fyri, at føroyska U17-landsliðið fer víðari til EM-endaspælið, sum verður í Kroatia í summar.

 

Støðan, áðrenn seinasta umfar

Írland 6 stig

Slovakia 3 stig

Kýpros 1 stig

Føroyar 1 stig

 

Fleiri myndir frá dystinum kunnu síggjast her: U17 Dreingir / Kýpros - Føroyar 0-0

 

Triðja og seinasta umfar í kappingini verður spælt mánadagin 20. mars, klokkan 13:00 (føroyska tíð). Tá hittast Slovakia og Føroyar, og Kýpros og Írland. Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið, og harafturat sleppa sjey teir bestu 2’ararnir í teimum átta bólkunum, sum eru í næstu innleiðandi kappingini, eisini við til endaspælið.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6