Nýggjastu tíðindini

Atgongumerkjasølan gongur væl

12-12-2018

Eli: Spennandi og áhugaverdur bólkur

11-12-2018

U21: Byrja heima móti Kasakstan

11-12-2018

Betri Deildin 2019 er nú skipað

11-12-2018

Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin

07-12-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 4. november 2016

Andreas Lava aftur á landsliðnum

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 20 spælarar til dystin ímóti Sveis. Og teirra milum, ið hava fingið landsliðsboð hesaferð, er Andreas Lava Olsen

Andreas Lava Olsen er úttikin til HM-undankappingardystin ímóti Sveis - Mynd: Hans Erik Danielsen

Sunnudagin 13. november skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Sveis tekur ímóti á Swissporarena í Luzern. Talan er um undankappingardyst til HM, sum verður í Russlandi í 2018.

Síðani føroyska kappingin endaði hava heimligu spælararnir, umframt teir, sum spæla í Íslandi, vant regluliga á Tórsvølli.

Fyrr í vikuni kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, níggju av teimum, ið skulu mynda føroyska hópin, og nú ein stór vika er til HM-undankappingardystin ímóti Sveis, er endaligi hópurin klárur. Og millum teirra, ið hesaferð hava fingið landsliðsboð, er Andreas Lava Olsen úr Víkingi.

Hávaksni og vandamikli framherjin úr Leirvík hevur spælt níggju landsdystir og skorað eitt mál fyri Føroyar.

Teir 20, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Tórður Thomsen, B36 Tórshavn
Bárður J. Hansen, Fremad Amager (DEN)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)
Gilli R. Sørensen, Brann SK (NOR)
Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FH Hafnarfjørður (ICE)
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Jónas Tór Næs, B36 Tórshavn
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH Hafnarfjørður (ICE)
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík

Heini Vatnsdal úr Fremad Amager var upprunaliga úttikin, men hevur givið avboð vegna skúlagongd í Danmark. Eisini Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen og Páll Klettskarð hava boðað frá, at teir ikki eru tøkir til landsliðið hesaferð.

Eftir tríggjar dystir er Sveis oddalið í HM-undankappingarbólki B við fullum stigatali. Sveisar hava vunnið 2-0 á heimavølli ímóti Portugal, og 3-2 og 2-1 á útivølli ímóti ávikavist Ungarn og Andorra.

Sveisiski hópurin til dystin ímóti Føroyum sæst her: Schweiz – Färöer-Inseln, Luzern, 13.11.2016

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7