Nýggjastu tíðindini

Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin

07-12-2018

Sterk mótstøða bíðar U19-dreingjunum

06-12-2018

U17-dreingirnir í spennandi bólk

06-12-2018

Nevndararbeiðið skal gerast lættari

04-12-2018

Bólkur F: Leikskráin er nú klár

02-12-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 27. januar 2012

Venjarin væl nøgdur

Lars Olsen var væl nøgdur við fyrstu venjingarnar sum føroyskur landsliðsvenjari

Um vikuskifti hevði Lars Olsen, landsliðsvenjari, sína fyrstu landsliðssamling. 34 leikarar høvdu fingið boð, men vegna skaðar og annað, møttu 26 leikarar til venjing í Gundadali leygardagin og sunnudagin.

 

- Eg eri sera væl nøgdur við hugburðin ið leikararnir hava vístu undir venjingunum. Tað sást sjálvandi aftur at teir hava havt ein longri steðg, men saman um tikið vístu allir gott fótbóltsspæl. Allir vildu vísa seg fram, og tað var hugaligt, segði Lars Olsen eftir venjingina.

 

Í løtuni liggja Føroyar á 114. plássi á FIFA-styrkislistanum, í mun til nummar 195, sum føroyska landsliðið var á, fyri eini fýra árum síðani. Og at fáa Føroyar longur upp eftir listanum, er nakað, nýggi føroyski landsliðsvenjarin, vil arbeiða fram ímóti.

 

- Vónandi kann útviklingin, ið hevur verið í føroyskum fótbólti seinastu 3-4 árini, halda fram, og næstu tíðina skulu vit helst nærkast teimum londunum, sum í núverandi løtu liggja frammanfyri okkum á styrkislistanum, sigur Lars Olsen.

 

Tað er ein royndur maður, bæði sum leikari og venjari, ið næstu tvey árini skal standa á odda fyri føroyska A-landsliðnum hjá monnum. Í 2006 varð Lars Olsen valdur til ársins venjara í Danmark, og síðani tá hevur hann vant lið í Superliguni, við góðum úrslitum. Men seinasta árið hevur nýggi føroyski landsliðsvenjarin verið arbeiðsleysur, og tað er tí ein spentur venjarin ið nú hevur høvuðsábyrgdina av føroyska A-landsliðnum.

 

- Fyri framman stendur ein spennandi uppgáva. Tað sum eg havi sæð og uppliva higartil, í samband við starvið sum føroyskur landsliðsvenjari, hevur verið sera positivt. Leikararnir síggja eisini út til at vera spentir til tað ið stendur fyri framman, segði Lars Olsen eftir venjingarnar um vikuskifti.

 

Næsta venjing hjá A-landsliðnum verður eftir ætlan mikudagin 8. februar. Síðani verður ein hópur við 20 leikarum úttikin til venjingarlegu á La Manga í Spania, sum verður um mánaðarskifti februar-mars.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7