Nýggjastu tíðindini

Nógvar stuttligar søgur frá Eyðuni

22-09-2017

Landsliðsúttøka mánadagin

21-09-2017

FSF forkunnuga vitjan úr Hollandi

19-09-2017

Íslendsku liðið ov sterkt

19-09-2017

Hesar byrja ímóti Íslandi

18-09-2017

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 24. februar 2016

B4-venjaraskeið byrjar 14. mars

Frá 14. mars til 20. juni skipar FSF fyri B4-venjaraskeiði. Hetta er sama skeið, ið vanliga verður nevnt Slóðarin, og B-próvtøkan er nú eisini partur av skeiðnum

Teir 20 luttakararnir, saman við Peturi Simonsen frá FSF, sum í juni í fjør fingu B-prógv - Mynd: Hans Erik Danielsen

Frá mánadegnum 14. mars til 22. juni skipar Fótbóltssamband Føroya fyri B4-venjaraskeiðið. Og sum nakað nýtt, so verður B-próvtøkan nú partur av skeiðnum.

B4-skeiðið byrjar mánadagin 14. mars kl 17:00 í FSF-húsinum í Havn. Síðani verða felags samlingar 11. apríl, 2. mai og 23. mai, meðan seinasta samlingin verður mánadagin 20. juni.

Hvør samling er umleið hálvan fjórða tíma, har tann meira ástøðiligi parturin av B4-venjaraskeiðinum verður viðgjørdur. Harumframt eru fýra vitjanir úti í felagnum hjá einstaka luttakaranum, har venjing og persónlig vegleiðing er á skránni – tann meira praktiski parturin.

B4-venjaraskeiðið er ætlað teimum, ið hava tikið B3-skeiðið ella sonevnda R-skeiðið. Fyri at luttaka á B4 er eisini neyðugt, at viðkomandi er venjari hjá "hóskandi" liði, og skal hetta eisini viðmerkjast í tilmeldingarskjalinum.

Sum áður nevnt, so verður B-próvtøkan nú partur av B-venjaraskeiðnum. Hetta verður skipað soleiðis, at til vitjanirnar í viku 18-21 verður praktiska próvtøkan á skránni, meðan teoretiska próvtøkan verður í viku 22-24.

Tilmeldingarfreistin til B4-venjaraskeiðið er mikudagin 2. mars 2016.

Meira fæst at vita um skeiðið, við at venda sær til Petur Simonsen, tel. 29 19 77, ella petur@football.fo.

Tilmeldingarskjal

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6