Nýggjastu tíðindini

Sølvi: Deiligt at vera við aftur

14-11-2018

Meinhard avloysir Jóan Símun

12-11-2018

Føroyar nummar 44 og 95

11-11-2018

Fýra broytingar á A-landsliðnum

09-11-2018

Fróði: Tað hevur verið ein æra

09-11-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 20. august 2015

Eiler dømir steypafinaluna

Nú er greitt, at tað verður Eiler Rasmussen, ið skal døma finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Finaluna hjá kvinnum dømir Bent Tommy Linklett

Eiler Rasmussen skal døma ársins steypafinalu hjá monnum, sum verður á Tórsvølli leygardagin 29. august, klokkan 19:45 - Mynd: Álvur Haraldsen

Tað verður Eiler Rasmussen, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, sum í ár verður ímillum NSÍ og Víking.

Eiler Rasmussen hevur dømt í vaksnamannadeildini síðani 1996, og hesi nítjan árini hevur 38 ára gamli skálamaðurin, ið seinastu árini hevur búð á Argjum, dømt fleiri enn 400 dystir í føroysku kappingini.

- Sjálvandi eri eg spentur. Hetta er størsti dystur á árinum, og karmarnir á Tórsvølli eru eisini vorðnir sera góðir. So tað verður nakað serligt at skula døma finaluna. Men kortini mugu vit ikki gloyma, at hetta er ein vanligur fótbóltsdystur ímillum tvey lið, sum bæði vilja vinna, sigur Eiler Rasmussen.

Hjálpardómarar í finaluni um Løgmanssteypið vera Regin Egholm og Vinjard Dam, meðan Alex Troleis verður 4. dómari.

Einaferð áður hevur Eiler Rasmussen dømt steypafinaluna hjá monnum. Tað var í 2007, tá EB/Streymur vann 4-3 á HB.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 29. august, kl. 19:45.

Steypafinaluna hjá kvinnunum dømir Bent Tommy Linklett. Hjálpardómarar verða Dia Lamhauge og Bogi Ey. Hansen, og 4. dómari verður Oda Andreasen.

Finalan hjá kvinnunum, sum í ár verður millum KÍ og EB/Streym/Skála, verður bríkslað í gongd kl. 16:15.

Atgongumerkir til finaluna um løgmanssteypið kunnu keypast her: Atgongumerkir/Løgmanssteypið 2015

Dómarayvirlit/Steypafinalurnar 2015:


Fríggjadagin 28. august

Kl. 17:30

Mótasteypið / Gentur U17

KÍ - B36

Rúni Olsen

Kl. 20:00

Th. Dam Intersport Steypið / Dreingir U18

NSí - HB

Kári á Høvdanum

 

 

 

 

Leygardagin 29. august

Kl. 10:00

Cadbury Steypið / Dreingir U14

KÍ - HB

Rani Skaalum

Kl. 12:00

Eilif Arge Steypið / Gentur U14

B68 - EB/Streymur

Áron West

Kl. 13:45

Blaðberasteypið / Dreingir U16

NSí - B36

Jan á Líðarenda

Kl. 16:15

Steypafinalan kvinnur

KÍ - EBStr./Skála

Bent T. Linklett

Kl. 19:45

Finalan um Løgmanssteypið

NSÍ - Víkingur

Eiler Rasmussen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7