Nýggjastu tíðindini

24 spælarar til landsliðsvenjing

17-10-2018

U21: Føroyar hjálptu Danmark til EM

16-10-2018

U19: Endaðu við teprum tapi

16-10-2018

Gentur U17: Taptu 5-1 fyri Kekkia

16-10-2018

Væl eydnað tiltak fyri tilflytarabørn

16-10-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 8. januar 2015

Bill heldur fram sum U21-venjari

Nú er greitt, at Bill McLeod Jacobsen verður høvuðsvenjari, meðan avloysarin fyri Heðin Askham skal virka sum hjálparvenjari hjá føroyska U21-landsliðnum

Eftir at hava havt tveir javntstillaðar venjarar, verður Bill McLeod Jacobsen nú høvuðsvenjari, meðan nýggjur hjálparvenjari skal finnast til U21-landsliðið - Mynd: Hans Erik Danielsen

- Í FSF hava vit verið sera takksom fyri tað arbeiðið, ið Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava lagt í U21-landsliðið. Men nú skulu vit undir eina nýggja kapping, við nýggjum hjálparvenjara, og vónandi er tað komið uppá pláss um mánaðarskifti januar-februar, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Tá FSF í 2007 gjørdi av, at seta U21-landsliðið á stovn, vórðu Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham settir sum venjarar fyri føroyska liðnum.

Men eftir átta ár í sessinum, hevur Heðin Askham valt at takka fyri seg, og samstundis er avgjørt, at Bill McLeod Jacobsen verður høvuðsvenjari. Tískil skal nýggjur hjálparvenjari finnast til føroyska U21-landsliðið.

Hesi árini, liðið hevur verið við í EM-undankappingum, hava úrslitini verið góð, og í nógvum førum hevur føroyska U21-landsliðið spælt javnt ella vunnið á londum, ið hava verið styrkismett væl omanfyri Føroyar.

Í 2009 eydnaðist at vinna á Russlandi, í 2012 megnaði føroyska U21-liðið at spæla javnleik ímóti Danmark og í seinasti dystinum í fjør varð Montenegro sent heim aftur við einum 1-0 tapi í viðførinum.

- Luttøkan hjá føroyska U21-landsliðnum hevur verið ein sólskinssøga, líka síðani hon byrjaði, og í dag ivast eingin í, at tað var ein røtt avgerð, at melda til í 2007. Úrslitini hava verið javnt góð, og fleiri av leikarunum hava megnað at spælt seg á A-landsliðið, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari.

Lutakastið, í sambandi við komandi EM-undankapping fyri U21-landslið verður tann 5. februar.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7