Nýggjastu tíðindini

24 spælarar til landsliðsvenjing

17-10-2018

U21: Føroyar hjálptu Danmark til EM

16-10-2018

U19: Endaðu við teprum tapi

16-10-2018

Gentur U17: Taptu 5-1 fyri Kekkia

16-10-2018

Væl eydnað tiltak fyri tilflytarabørn

16-10-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 19. desember 2014

Jóhan Dávur skoraði ársins mál

Tað gjørdist Jóhan Dávur Højgaard úr B68, ið vann atkvøðugreiðsluna um ársins mál 2014 í EFFO-deildini

Seinastu tvær vikurnar hava brúkararnir av heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya kunna atkvøtt um ársins mál í EFFO-deildini. Talan hevur verið um málini, ið hvønn mánaða í hesum kappingarárinum hava vunnið heiðurin ”besta málið í mánaðinum”.

Atkvøðugreiðslan varð avgreidd soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni taldu 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum á fsf.fo, Leivur Frederiksen, Tróndur Arge og Jákup Ósá taldu hina helvtina.

Yvir 800 brúktu møguleikan at greiða atkvøðu á heimasíðini, og tá endaliga samanteljingin bleiv gjørd, var sera tætt í oddinum. Tá avtornaði hevði Jóhan Dávur Højgaard fingið 27 prosent av samlaðu atkvøðunum, Niels Pauli Danielsen úr EB/Streymi fekk 24 prosent, meðan Róaldur Jakobsen úr B36 endaði á 3. plássi við 21 prosentum av atkvøðunum.

- Hetta er ein stórur heiður at fáa, og sum eg eisini eri glaður fyri. Men eg vildi heldur ynskt, at B68 bleiv verðandi í EFFO-deildini, og so kundi onkur annar skorað ársins mál, sigur Jóhan Dávur Højgaard.

Ársins mál bleiv skorað á Svangaskarði á Toftum hósdagin 1. oktober, tá B68 í fjórðseinasta umfari hevði vitjan av AB.

Umframt heiðurin fyri at hava gjørt besta máli í EFFO-deildini kappingarárið 2014, fekk Jóhan Dávur Højgaard eisini handað eina plátu og eitt gávubræv á 1.000 krónur frá EFFO.

Endaliga støðan:
1. Jóhan Dávur Højgaard, B68 – 27% (1. oktober, B68-AB 1-2)
2. Niels Pauli Danielsen, EB/Streymur – 24% (9. juni, HB-EB/Streymur 1-2)
3. Róaldur Jakobsen, B36 – 21% (22. mars, AB-B36 1-2)
4. Fróði Benjaminsen, HB – 14% (25. mai, KÍ-HB 1-2)
5. Jákup á Borg, B36 – 7% (21. apríl, ÍF-B36 2-5)
6. Clayton Soares, ÍF – 7% (4. august, ÍF-Víkingur 2-2)

Jóhan Dávur Højgaard saman við arbeiðsfeløgunum - Mynd: Hans Erik Danielsen




Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7