Nýggjastu tíðindini

Starvsnevndin í FSF óbroytt

16-02-2019

Fleiri enn 50 landsdystir í 2019

15-02-2019

Spennandi skrá fyri ráðstevnuna

12-02-2019

Venjaraskeið fyri heilsufótbólt

11-02-2019

Futsal: Gull til HB og 07 Vestur

07-02-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 26. september 2014

Ein lýsandi stjørna er slóknað

Hósmorgunin bórust tungu boðini um, at EB/Streyma- og U21-landsliðsleikarin, Gunnar Zachariassen, hevði latið lív í eini syndarligari arbeiðsvanlukku í Havn hósnáttina

Í slíkum stundum, tá ið nakað so meiningsleyst hendir, leita okkara tankar fyrst og fremst til tey avvarðandi hjá Gunnari, familjuna, unnustuna, liðfelagar og onnur, ið stóðu honum nær. Hjá tykkum er uttan iva eins og hjá øllum øðrum trupult at skilja, tað ið er hent. Má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru tíð.

Gunnar Zachariassen var ein lýsandi stjørna í føroyskum fótbólti, sum tey flestu spáddu eina ógvuliga bjarta fótbóltsframtíð. Hann hevði longu væl og virðiliga gjørt vart við seg á U21-landsliðnum, har hann hevði skorað fýra mál í tólv dystum. Tey flestu mettu tað bara vera ein spurning um tíð, áðrenn hann eisini bleiv boðsendur til at vera við á A-landsliðnum.

Árið í ár var bert triðja árið hjá Gunnar í føroyskum fótbólti. Hann hevur búð tað mesta av sínum barndómi í Danmark, men í 2012 kom hann til Føroya og fór at spæla við B36. Men áðrenn hetta var hann longu knýttur at føroyskum landsliðsfótbólti, tí í 2010 var hann við á U19-landsliðnum, og árið eftir var hann á fyrsta sinni við á U21-landsliðnum bert 19 ára gamal.

Fótbóltssamband Føroya vil við hesum vísa okkara djúpastu samkenslu við tykkum, ið hava mist, og vit vilja við hesum lýsa frið yvir minnið um bóltsnillingin Gunnar Zachariassen.

Fótbóltssamband Føroya

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7