Nýggjastu tíðindini

Sølvi: Deiligt at vera við aftur

14-11-2018

Meinhard avloysir Jóan Símun

12-11-2018

Føroyar nummar 44 og 95

11-11-2018

Fýra broytingar á A-landsliðnum

09-11-2018

Fróði: Tað hevur verið ein æra

09-11-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 16. desember 2013

Heðin Hansen gjørdi Ársins mál 2013

Við 22 prosentum av atkvøðunum, vann Heðin Hansen úr Víkingi, heiðurin, at hava skorað Ársins mál 2013 í Effodeildini

- Tað hevði eg ikki væntað, men tað er sjálvandi sera stuttligt at fáa hendan heiður. Eg minnst væl málið ímóti ÍF. Hetta var fyrsta mál hjá mær á besta liðnum hjá Víkingi, vanliga leiktíðin var farin, tá eg skoraði, og vit vunnu 3-2 ímóti fuglfirðingum, so tað kundi neyvan verið betri, sigur Heðin Hansen, tá hann fær at vita, at málið, ið ungi víkingurin skoraði millum Víking og ÍF tann 7. apríl í ár, er valt til Ársins mál 2013.

Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya hava føroysku fótbóltsfjeppararnir kunna atkvøtt, og eisini hava Serfrøðingarnir á fsf.fo, Tróndur Arge, Leivur Frederiksen, Jákup Ósá og Terji Nielsen, atkvøtt um besta málið í farna kappingarári.

Endaliga úrslitið gjørdist, at Heðin Hansen fekk 22 prosent av atkvøðunum, nummar tvey gjørdist Súni Olsen við 17 prosentum, meðan Dion Splidt og Ragnar Tausen fingu 16 prosent í part av samlaðu atkvøðunum.

Til dagliga arbeðir Heðin Hansen á Fiskavirkinum Haranga, í Gøtu, og á lítlari samkomu á maskinverkstaðnum á Haranga, fekk ungi víkingurin handað eina plátu og eitt gávukort á 1.000 krónur frá Effo.

- Sum heild eru vit nøgdir við árið í ár, sjálvt um Víkingur endaði á 5. plássi í Effodeildini. Men vit vunnu Løgmanssteypið, og spældu okkum víðari í Europa Cup, so eitt ella annað stað var tað í lagi. Kortini vóni eg, at vit komandi ár kunnu gera tað betri í landskappingini, segði Heðin Hansen, tá hávaksni víkingurin hevði fingið handað prógvið um, at hann hevði gjørt Ársins mál 2013 í Effodeildini.



 

Endaliga støðan:
1. Heðin Hansen, Víkingur (22%)
2. Súni Olsen, B36 (17%)
3. Dion Splidt, AB (16%)
3. Ragnar Tausen, TB (16%)
5. Øssur Dalbúð, (12 %)
6. Gunleif Olsen, 07 Vestur (10%)
7. Árni Frederiksberg, NSÍ (7%)

Í endaligu støðuni telja atkvøðurnar á heimasíðuni 50 prosent, og atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum (Leivur Frederiksen, Tróndur Arge, Terji Nielsen og Jákup Ósá) hini 50 prosentini.



 

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7