Nýggjastu tíðindini

UEL: Víkingur vs Rosenborg

02-07-2015

UCL: B36 Tórshavn vs The New Saints

01-07-2015

FSF Varpið: Ársins mál í Sarpugerði?

29-06-2015

U17-landsliðið við dreingjum úttikið

29-06-2015

23 venjarar fingið UEFA B-prógv

23-06-2015

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 18. oktober 2013

Vinardystur á Malta 19. november

FSF hevur tikið av innbjóðingini frá maltesiska fótbóltssambandinum, um at Malta og Føroyar spæla vinardyst á Ta' Qali Leikvøllinum á Malta týsdagin 19. november

Kring Ta' Qali Leikvøllin á Malta eru pláss fyri 18.000 áskoðarum

Um eina stóra viku, leygardagin 26. oktober, verða seinastu dystirnir í hesum kappingarárinum spældir, tá seinasta umfar í Effodeildini er á skránni. 

Hetta merkir kortini ikki, at føroysku landsliðsleikararnir fáa frí frá fótbóltinum beinanvegin.

Fótbóltssamband Føroya hevur tikið av einari innbjóðing frá maltesiska fótbóltssambandinum, um at Malta og Føroyar spæla vinardyst á Malta týsdagin 19. november. Dysturin verður spældur á Ta' Qali Leikvøllinum, ið hevur pláss fyri 18.000 áskoðarum kring vøllin.

- Tað er altíð gott hjá føroyska landsliðnum at fáa vinardystir, tí seinastu nógvu árini hevur tað verið trpult hjá okkum at fáa tílíkar dystir, serliga á heimavølli. Hesin dystur hevur nevniliga við sær, at Malta kemur hendanvegin í juni mánaða komandi ár, sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á A-landsliðnum.

Í fjør fóru landsliðsvenjararnir undir at hava vetrarvenjingar við landsliðsleikarunum, og hendan venjingin heldur fram komandi vetur, tá landskappingin endar.

- Nú hava vit so ein dyst at venja fram ímóti, umframt ein møguligan dyst tíðliga í mars mánaða komandi ár, og tað ger tað hugaligari við vetrarvenjingunum, sigur Jóannes Jakobsen.

Føroyar og Malta hava spælt ímóti hvør øðrum tríggjar ferðir áður. Í undankappingini til HM 1998 vóru londini í bólki saman, og í 2004 spældu Føroyar og Malta vinardyst á Svangaskarði.

Í EM-undankappingini endaði báðir dystirnir við 2-1 sigri til Føroyar, og í vinardystinum vann føroyska landsliðið 3-2.

Á seinasta FIFA-styrkislistanum er Malta nummar 140.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2015

 

Leikaralistin 

 

 

 

Dreingir U16

 

Gentur U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

     

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

Media / Press

     

Dreingir U12

           
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7

           
     

Dreingir & gentur U6