Leivur Frederiksen, Kringvarp Føroya

07 Vestur - EB/Streymur 1

Ein av tveimum sera áhugaverdum dystum verður í Sørvági. Gongdin hjá sundalagsmonnum hevur verið vánalig leingi. EB/Streymur hevur ikki vunnið í ellivu teimum síðstu landskappingardystinum, og prísurin er, at teir nú eru partur av niðurflytingarstríðnum, sum eisini telur 07 Vestur og AB. Tað sær frægari út hjá 07 Vestur, sum í seinastuni hevur fingið nakrar sigrar, sum hava við sær, at teir enn kunnu stríðast um sítt pláss í deildini. Tó skal ein minnast til, at í hinum báðum dystunum, sum feløgini hava spælt móti hvørjum øðrum í ár, hevur EB/Streymur vunnið báðar (3-0 úti og 2-1 heima), men síðani er formkurvin hjá EB/Streymi nógv broytt. Heimavøllurin og tveir vandamiklir framherjar, Sonni Jacobsen og Ken Fagerberg, gera, at eg havi 07 Vestur um ein lítlan favoritt. 2-1.

 

AB - Skála X

Hin áhugaverdi dysturin verður á Argjum, har botnliðið, AB, tekur ímóti Skála. Hóast Skálamenn ikki hava stórvegis at spæla fyri hesi síðsu umførini, so tykist tað vera ein vilji millum spælararnar at enda á sætta plássinum. Tó burdi tað allíkavæl verið munur á motivatión her.  Skála vann báðar dystirnar 2-0, sum liðini spældu móti hvørjum øðrum fyrr í ár. Her vænti eg ikki, at tað verður so greiður munur, tí argjamenn stríðast fyri lívinum.  Tó er tað torført at peika á heimaliðið sum favoritt, tí teir hava ógvuliga ringt við at skjóta mál, og so er ikki lætt at vinna heimadystir. Tí er hugsandi, at hesin endar við javnleiki. 1-1.

 

B36 - HB 2

Her er ikki so nógv upp á spæl og tó. Bæði feløgini hava tryggjað sær sítt. HB hevur vunnið FM, og er við í Champions League undankappingini, og grannin, B36, hevur vunnið hitt steypið, og er við í Evropa League. Men her stendur æran upp á spæl, og eitt met stendur eisini upp á spæl. HB hevur í løtuni 67 stig, sum er tað sama, sum B36 fekk í 2011, tá teir vunnu FM. Eingin hevur nakrantíð áður fingið so nógv stig í einum landskappingarári. B36 hevur havt trupulleikar av skaðum í alt ár, og tað sita eisini lyklaleikarar uttanfyri til hendan dystin. Hjá HB gav Tróndur Jensen avboð til landsliðið, og tað verður helst saknur í honum, um hann ikki verður við. Tó tykist HB at hava fleiri kort at spæla upp á til hendan dystin, og tí havi eg tær sum ein lítlan favoritt. 2-3.

 

Víkingur - NSÍ 2

Eg vænti, at gestirnir fara at vinna hendan, hóast teir søguliga ikki hava tað lætt í Gøtu. Orsøkin er, at gassið tykist fullkomuliga vera farið úr Víkingi, sum best kom til sjóndar í einum tannleysum innsatsi móti AB í farna umfari. NSÍ hevur eisini nakað meira at spæla fyri, tí silvurkrónurnar eru í eygsjón. 1-3.

 

KÍ - TB/FCS/Royn 1

Her er ikki stórvegis upp á spæl. Heimaliðið spælir tó fyri at vinna sær silvurheiðursmerkir. KÍ hevur roynt fleiri ungar spælarar í seinastuni, og gera teir tað aftur her, er ikki óhugsandi, at suðringarnir kunnu fáa stig við sær. Fyri einari viku síðan vóru teir óhepnir ikki at fáa nakað burtur úr móti B36. Hendan vinnur KÍ. 3-1.

 

Tróndur Arge tippar 26. umfar

07 Vestur - EB/Streymur 1

AB - Skála X

B36 - HB X

Víkingur - NSÍ 2

KÍ - TB/FCS/Royn 1

 

Jákup Ósá tippar 26. umfar

07 Vestur - EB/Streymur 1

AB - Skála 2

B36 - HB 2

Víkingur - NSÍ 2

KÍ - TB/FCS/Royn 1


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7