Seinasta tipping í hesum kappingarárinum og tað sær út til, at í ár enda allir sigrarnir í høvuðsstaðnum, tí líkt er til, at Tróndur Arge fær sín fyrsta sigur í tippingini í nøkur ár. Til lukku við tí, um ikki alt vendist seinastu umførini.
Somuleiðis til lukku til HB, sum hevur verið alt ov sterkt lið fyri hini liðini í ár, og tað hevur gjørt, at eingin FM spenningur hevur verið í síðsta triðinginum í kappingini.
HB hevur eisini í ár prógvað m.a. at
- Tað ber til at fara frá nummar fimm til at vinna FM uppá eitt ár
- Tað ber til at vinna FM uttan at keypa stórar stjørnur ella hava breiðan byrjunarhóp
- Tað ber til at vinna FM við ungum liði
- Tað ber til at vinna, hóast profilar eru skaddir
- Tað er ikki neyðugt hjá einum venjara at skulu brúka tíð fyri at vinna FM
- Tað er ikki neyðugt hjá einum venjara at skula brúka tíð fyri at kenna føroyskan fótbólt
Skála - HB 2
Skála hevur havt eitt góðkent kappingarár, meðan HB hevur verið í einum klassa fyri seg og hevur sett eitt nýtt støði fyri toppin í føroyskum fótbólti. Jákup Jakobsen hevur leikbann, og hann er týdningarmikil hjá Skála, meðan HB spælir fyri at taka metið í stigum í føroyskum fótbólti. Skála kann arga, men HB vinnur allar næstan allar dystirnar í ár. HB hevur einki stig mist móti botn 5 liðum í ár. 0-2.
EB/Streymur - NSÍ 2
EB/Streymur er steðgað heilt upp, meðan NSÍ endiliga fekk ein sigur aftur seinast, og tí fáa vit kanska ein sigursrøð aftur frá NSÍ her móti endanum av kappingini. Vinnur NSÍ hendan dystin, so er Europa League plássið tryggjað. Hóast EB/Streymur mangan tekur stig frá topp 5, so er gongdin eftir summarsteðgin so vánalig, at eg vænti, at NSÍ vinnur og kanska við fleiri málum. Tað hjálpir heldur ikki, at profilurin, Pætur Petersen, hjá EB/Streymi hevur leikbann. 1-3.
B36 - TB/FCS/Royn 1
Trupul dystur at tippa, tí javnleikur er nógv meira sannlíkur enn stigatalvan sigur. TB/FCS/Royn hevur fingið stig á útivølli móti Víkingi og var sera nær við at fáa stig móti bæði NSÍ og B36 á útivølli fyrr í ár. B36 hevur ongan dyst tapt eftir summarsteðgin, meðan TB/FCS/Royn er nummar trý á formtalvuni. B36 spælir fyri at enda á 2. plássi og tað, umframt heimavøllin, ger, at eg koppi tí til B36. 2-1.
AB - Víkingur 2
Eg helt ikki, at AB vísti nóg gott støði í Klaksvik sunnudagin. Tað var sum um liðið ikki trúði uppá tað eftir, at KÍ skoraði í fyrsta álopinum. Tað var lætt hjá KÍ at koma til málmøguleikar. Víkingur spælir uttan Sølva Vatnhamar, og tá plagar ofta ikki at ganga væl. Víkingur er tó framvegis stórfavorittur, so eg fari at seta eitt 2-tal útfrá tí, sum eg sá av AB í Klaksvík seinast, tá liðið var illa skipað í verjustøðu. 1-3.
07 Vestur - KÍ 2
07 Vestur tapti stórt seinast, meðan KÍ vann stórt. 07 Vestur hevur nógv at spæla fyri í botnstríðnum, meðan KÍ spælir fyri at vinna silvur heiðursmerkið triðja árið á rað. Seinastu sjey dystirnar hevur 07 Vestur fingið tvey stig fleiri enn KÍ. Í Sørvági hevur 07 Vestur ikki tikið stig frá nøkrum liðið í topp 5, so KÍ er favorittur her. 07 Vestur hevur kanska ein møguleika útfrá gongdini seinastu tíðina hjá báðum liðunum, men eg velji at halda meg til, at 07 Vestur ikki fær stig móti topp 5 liðunum í Sørvági í ár. 0-2.
Tróndur Arge tippar 25. umfar
Skála - HB 2
EB/Streymur - NSÍ 2
B36 - TB/FCS/Royn 1
AB - Víkingur 2
07 Vestur - KÍ 2
Leivur Frederiksen tippar 25. umfar
Skála - HB X
EB/Streymur - NSÍ 2
B36 - TB/FCS/Royn 1
AB - Víkingur 2
07 Vestur - KÍ X
Landsliðini |
Kappingar og úrslit (menn) |
Kappingar og úrslit (kvinnur) |
Útbúgvingar og tiltøk |
FSF |
|||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|
|||||||||
|
|||||||||