Jákup Ósá, Norðlýsið / bolt.fo

TB/FCS/Royn - AB 1

Burtursæð frá einum skrædli móti oddaliðnum HB, so hevur TB/FCS/Royn avrikað væl eftir summarsteðgin. Liðið er helst sloppið undan niðurflyting og hevur kanska nøkur fleiri stig enn væntað áðrenn kappingarbyrjan. AB hevur bara fingið eitt stig seinastu 11 dystirnar og liggur har, sum næstan øll væntaðu áðrenn kappingarbyrjan. AB hevur vunnið í Trongisvági fyrr í ár, men eg vænti ikki, at argjamenn megna tað aftur. 2-0.

 

07 Vestur - B36 2

07 Vestur fekk ein frammaná á Skála seinast. Áðrenn tað vóru glottar at hóma. B36 hevur ikki tapt ein landskappingardyst síðani 17. juni og hevur heiðursmerkir at spæla fyri, hóast Europa League luttøkan er tryggjað. B36 skal ikki gloyma at halda fokus hendan dystin, tí B36 hevur mist fleiri stig móti botn 5 liðunum fyrr í ár og tapti eisini í Sørvági í fjør. 1-3.

 

EB/Streymur - Víkingur 2

EB/Streymur hevur ongan dyst vunnið síðani summarsteðgin, meðan Víkingur hevur avrikað óstøðugt. M.a. var Víkingur nærri sigrinum, enn KÍ var seinast. Við tað, at NSÍ møguliga tapir sín dyst, so kann ein sigur til Víking skapa stóran spenning um seinasta Europa League plássið. Sum EB/Streymur hevur sæð út eftir summarsteðgin, so vænti eg, at Víkingur vinnur, men á einum góðum degi kann EB/Streymur taka stig her. 0-2.

 

HB - NSÍ 1

HB kann við sigri her tryggja sær eitt útgangsstøðið, har FM kann vinnast í Klaksvík um eina viku, og tað er helst ein ynkisstøða. Seinast HB vann FM í Klaksvík var í 1990. NSÍ tapti seinast, men hevur annars havt eina góða gongd eftir summarsteðgin. Skal Europa League plássið ikki koma í vanda, so er helst neyðugt at fáa stig her, um Víkingur megnar at vinna á EB/Streymi. HB er favorittur, men NSÍ hevur ongan útidyst tapt í ár, so dysturin kann fara báðar vegir og NSÍ kann blíva fyrsta og møguliga einasta liðið í deildini, sum fær meir stig í innanhýsis dystum móti HB. 2-1.

 

Skála - KÍ X

Bæði liðini hava fingið fýra stig í sínum fýra seinastu dystum. Skála var sannførandi seinast á heimavølli móti 07 Vestur, meðan KÍ - við undantaki av dystinum móti EB/Streymi – ikki hevur sæð út sum eitt topplið seinastu umførini. Stóri trupulleikin hjá KÍ tykist vera at skora mál, tí í løtuni er KÍ annað árið á rað tað liðið í topp 4, sum skorar fæst mál. Á Skála endaði tað 0-0 seinast millum hesi bæði liðini og hesaferð vænti eg eitt líknandi úrslit. Dystirnir millum hesi bæði liðini á Skála eru altíð javnir og spennandi. 0-0.

 

Leivur Frederiksen tippar 22. umfar

TB/FCS/Royn - AB 1

07 Vestur - B36 2

EB/Streymur - Víkingur 2

HB - NSÍ X

Skála - KÍ 2

 

Tróndur Arge tippar 22. umfar

TB/FCS/Royn - AB 1

07 Vestur - B36 2

EB/Streymur - Víkingur 2

HB - NSÍ X

Skála - KÍ 2


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7