Jákup Ósá, Norðlýsið

Víkingur - 07 Vestur 1

Sigfríður S. Clementsen hevur fingið góð úrslit við Víkingi í ár. Seks sigrar á rað, og her kemur tann sjeyndi. Hevur man funnist at, at eingin uppbygging í veruleikanum er, hóast tosað verður um tað, so eru lokalir leikarar settir við hjá Víkingi seinastu umførini. Vit sóu bæði Elias Lervig og Hjalta Strømsten í uppstillingini seinast. 07 Vestur tykist betri fyri enn fyrr í ár og hevur argað Víking onkuntíð fyrr. Men 07 Vestur hevur einki stig fingið móti topp 5 liðunum, og tað verður neyvan hesaferð móti einum so væl koyrandi liði sum Víkingi. 3-1.

 

NSÍ - Skála 1

Nú koyrir NSÍ so væl sum mong av okkum væntaðu, at teir fóru at koyra frá kappingarbyrjan. Skora nógv mál, skapa nógvar møguleikar og vinna dystir við einum Klæmint A. Olsen á odda. Skála hevur tapt allar dystirnar eftir summarsteðgin, men mótstøðuliðini hava øll verið úr topp 5. Báðir dystirnir millum hesi liðini hava verið javnir og spennandi í ár, so tað er ikki vist, at NSÍ fær nakran tryggan sigur í grannauppgerðini. Pílarnir hjá liðunum peika tó so mikið ymsar vegir, at tað ber ikki til at seta annað enn eitt 1-tal her. 1-0.

 

HB - TB/FCS/Royn 1

Eg ivist nú ikki í, at HB vinnur FM og eg vænti, at tá ein fer at hyggja aftur á kappingarárið og velja eitt tíðarskeið, har HB avgjørdi tað, so fara vit at tosa um hesa farnu vikuna, har HB fekk 6 stig og KÍ 0. HB maskinan er vælsmurd, og liðið hevur ikki mist eitt stig móti botn 5 liðunum. TB/FCS/Royn manglar Salmund Bech, ið hevur leikbann, og tað munar hjá einum smalum hópi. Eg vænti ein tryggan sigur til HB. 2-0.

 

AB - B36 2

AB er í einari keðiligari gongd í løtuni, har liðið bara tapir. Enntá sum oftast greitt. B36 spælir fyri at koma í Europa, um nú steypafinalan ikki verður vunnin. Verður steypafinalan ikki ov nógv í tonkunum á B36 leikarunum, so eigur hesin dysturin ikki at geva trupulleikar, um AB avrikar sum seinastu tíðina. 0-3.

 

KÍ - EB/Streymur X

KÍ spælir ikki við yvirskoti í løtuni og hevur ein niðurtúr, sum fyribils sigur tvey tap. Í løtuni kappast KÍ um at fáa eitt Europa League pláss og ikki um FM. EB/Streymur hevur fleiri ferðir tikið stig móti topp 5 liðum í ár og báðir dystirnir millum hesi bæði liðini fyrr í ár vóru spennandi. Tá so EB/Streymur hevur havt longri hvíld eisini, so vænti eg, at tað ikki er óhugsandi, at útiliðið fær okkurt við sær. At Deni Pavlovic er uttanfyri við skaða ger KÍ liðið munandi veikari. 1-1.

 

Tróndur Arge tippar 19. umfar

Víkingur - 07 Vestur 1

NSÍ - Skála 1

HB - TB/FCS/Royn 1

AB - B36 2

KÍ - EB/Streymur X

 

Leivur Frederiksen tippar 19. umfar

Víkingur - 07 Vestur 1

NSÍ - Skála 1

HB - TB/FCS/Royn X

AB - B36 2

KÍ - EB/Streymur X


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7