Tróndur Arge, Miðlahúsið

KÍ - HB X
Mín fyrstu tanki var, at HB vinnur, tí KÍ hevur eitt týdningarmikið leikbann í Deni Pavlovic, síðani hugsaði eg, at KÍ løtuni fær mál úr fleiri støðum. Páll Klettskarð, Jóannes Bjartalíð, Boris Dosljak, Semir Hadzibulic og Ronnie Møller-Iversen. Tað ger, at eg trúgvi meiri upp á, at KÍ fær mál enn HB, sum má fáa tey frá Adrian Justinussen ell Símun Samuelsen.

Eg eri endaður á einum klassikara. Eins og á Summar Festivalinum í fjør, so vænti eg at tað endar 1-1. Annað liðið fær sjálvandi mál fyrst, meðan hitt trýstir og javnar. Seinastu løtuna liva bæði liðini við, at tað er javnleikur.

Hartil vil eg bara siga, at eg gleði meg nakað so nógv til hendan dystin. Eg havi verið kritiskur um ávísar tíðarásetingar, men haldi at hetta er júst tað, sum føroyskur fótbóltur má tora at gera. At spæla eitt fríggjakvøld á Summar Festivalinum er genialt og skapar ein dyst, sum øll gleða seg til.

B36 - EB/Streymur 1
Hóast ongin Lukasz Cieslewicz, so vænti at B36 hevur tólini at takast við EB/Streym á heimavølli. Michal Przybylski passar væl inn í liðið, men Meinhard E. Olsen bara skal skrúva eitt lítið sindur upp á seinastu avleveringina, so er B36 aftur á kós. Annars, góða eydnu við lívinum sum giftur maður, Odmar Færø [😉]

07 Vestur - AB 1
Eg siti faktist við eini kenslu av, at 07 Vestur kann vinna hendan dystin. Eg byggi tað serliga á, at liðið hevur nakrar profilar í Ken Fagerberg og nú eisini Sonny Jakobsen. Hesir menninir kunnu skapa eini verju stórar trupulleikar.

Argjamenn gera fleiri grundleggjandi ting røtt. Spælararnir eru væl fyri, arbeiða hart og geva ungdóminum møguleikan. Ein sigur fyri argjamenn situr lív í niðurflytingarstríðið, men í løtuni er bara so torført at síggja teir skjót mál.

NSÍ - TB/FCS/Royn 1
NSÍ er flúgvandi í løtuni. Eg tippi, at teir fara at gera um seg í nøkur umfør. Sámal Erik Hentze hevur nú fingið fatur á teimum flestu av spælarunum, sum nú avrika soleiðis sum hann ynskir. Klæmint A. Olsen er komin í gongd aftur, meðan miðvøllurin spælir væl. Eg tippi ein rímiliga greiðan heimasigur.

Skála - Víkingur 2
Skála avrikaði nóg væl í Gundadali, til at eg burdi tippað ein javnleik, men síggi framvgis at topp fimm hevur munin. Eg veit at Suðringar fingu stig móti B36 seinast, men eg vænti ikki tað stendur við. Víkingur hevur fingið nýtt lív eftir venjaraskiftið, og eg vænti at tað stendur við. Víkingur vinnur – kanska bara við einum og uttan at verða betri á vøllinum.

 

Jákup Ósá tippar 18. umfar

KÍ - HB 1

B36 - EB/Streymur 1

07 Vestur - AB 1

NSÍ - TB/FCS/Royn 1

Skála - Víkingur 2

 

Leivur Fredeirksen tippar 18. umfar

KÍ - HB 1

B36 - EB/Streymur 1

07 Vestur - AB 1

NSÍ - TB/FCS/Royn 1

Skála - Víkingur X


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7