Jákup Ósá, Norðlýsið

Víkingur - EB/Streymur 1

(Var tippað áðrenn dystin)

 

AB - TB/FCS/Royn 1

Ein sera týðandi dystur fyri bæði liðini longu fyrsta umfar eftir summarsteðgin. Trý stig skilja liðini, sum stríðast í botninum. AB hevur vunnið ein heimadyst, meðan TB/FCS/Royn hevur vunnið tveir útidystir. TB/FCS/Royn er meira styrkt í summar, meðan AB hevur heimavøll. Í Trongisvági vann AB fyrsta dystin millum liðini í landskappingini, so her fara flestu grundgevingarnar í allar ættir, og er hetta tí ein trupul dystur at meta um. Eg fari at velja heimavøllin og innanhýsis sigurin hjá AB fyrr í ár sum eina grundgeving fyri at tippa eitt 1-tal, men hetta er ein 50/50 dystur, sum kann fara báðar vegir. 2-1.

 

KÍ - Skála 1

KÍ hevur einaferð mist stig móti botn 5 liðunum í ár, og tað var móti Skála á Skála. KÍ misti eisini stig móti Skála í fjør, tá á heimavølli. KÍ hevur spælt Europa League í summar og avrikað framúr væl, men hetta verður ein heilt øðrvísi uppgáva, tí í mun til teir dystirnar, so vænti eg, at Skála fer at loyva KÍ at hava bóltin og skula skapa dystin, meðan Skála fer vera afturi á vøllinum og satsa uppá kontraálop. Skála hevur styrkt seg í summar og vann stórt á 07 Vestur í venjingardysti, men KÍ er í betri dystarvenjing. Skála hevur fleiri fyrrverandi KÍ leikarar í sínum hópi, og tað plagar ofta at merkja eyka uppsettar leikarar. Tí vænti eg, at KÍ kann fáa ein truplan dyst, hóast avrikini og formurin hjá nógvum KÍ leikarum í Europa League kundi bent á, at KÍ liðið kanska ongantíð hevur verið so væl fyri í ár sum júst nú. Spurningurin er bara, hvussu KÍ taklar skiftið til Betri Deildina og tað at skula spæla heilt øðrvísi slag av dystum við tað, at tað nú verður KÍ, sum skal stýra dystinum. 2-0.

 

HB - NSÍ 1

Hetta burdi verið eitt brak av einum dysti, men stigatalvan vísir, at tað hevur verið stórur munur á liðunum hetta kappingarárið. HB hevur vunnið 12 dystir á rað, meðan NSÍ hevur verið óstøðugt og beint áðrenn summarsteðgin fekk NSÍ bara eitt stig í teimum báðum seinastu dystunum og datt heilt aftur á 5. pláss. Á manningarsíðuni er ivamál um fleiri lyklaleikarar hjá NSÍ. Hvørki Jóhan T. Davidsen ella Árni Frederiksberg spældu seinast eftir, at teir blivu skaddir í Skotlandi. Tað telur kanska upp hjá NSÍ at hava spælt Europa League dystir, men mótstøðan var so mikið sterk, at NSÍ fekk einki gjørt í teimum dystunum við undantaki av at fáa álopspartin í gongd í seinna dystinum, tí at skora fýra mál móti so sterkum liði sum Hibernian er flott. HB er FM favorittur og vil halda leiðsluna á minst fimm stig áðrenn dystin á Summarfestivalinum móti nærmasta kappingarneytanum KÍ. Sum eg skilji á lagnum hevur HB eisini vant nógv og miðvíst í summar og eg vænti, at oddaliðið heldur fram við longu sigursrøðini við at vinna á heimavølli á ólavsøku frammanfyri stórari áskoðarafjøld. 3-1.

 

B36 - 07 Vestur 1

Hesin dysturin er útsettur til eftir dystirnar hjá B36 í Europa League. Men á heimavølli er B36 undir øllum umstøðum stórfavorittur móti 07 Vestur, um er niðasta liðið í deildini.

 

Leivur Frederiksen tippar 16. umfar

Víkingur - EB/Streymur 1

KÍ - Skála 1
AB - TB/FCS/Royn 2
HB - NSÍ 2
B36 - 07 Vestur 1

 

Tróndur Arge tippar 16. umfar

Víkingur - EB/Streymur 1

KÍ - Skála 1

AB - TB/FCS/Royn 2

HB - NSÍ 1

B36 - 07 Vestur 1


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7