Tróndur Arge, Miðlahúsið

AB - B36 2

Hóast B36 tapti grannauppgerðina móti HB, so spældi liðið og skapti málmøguleikar. Tað er eitt sindur kreppukent, at B36 hevur 12 stig færri enn oddaliðið, men á vøllinum sær tað framvegis gott út. AB stóð seg eisini væl í steypakappingini, men síðani hevur pílurin bara peikað skeivan veg. Eg síggi AB, sum eitt lið í menning og haldi at Sorin Anghel hevur gjørt eitt gott arbeiði higartil, men tað er ikki nokk í løtuni. Hvørki á stigatalvuni ella at gera nakað við B36 Eg tippi 0-2.

 

Skála - NSÍ 2

Tað er nokk ikki eitt betri tíðspunkt at møta NSÍ, enn beint nú. Liðið riggar ikki og hevur eini trý leikbann, men higartil hevur onki av botn fimm liðunum sannført meg um, at tey kunnu gera nakað við tey stóru. Um Skála vann á 07 Vestur og EB/Streymi fyri kortum, so kundi Skála hálað NSÍ aftur við einum sigri. Tað røkkur bara ikki nóg langt í løtuni. Tí fari eg at tippa ein tepran sigur til NSÍ. Eg tippi 1-2.

 

EB/Streymur - KÍ 2

Her havi eg somu tankar. EB/Streymur hevur ikki prógvað, at teir kunnu vinna slíkar dystir, og tí fari eg at tippa kÍ at vinna. KÍ hevur fingið góð úrslit seinastu umførini og tykist solid. Eg tippi ein tepran KÍ-sigur. Eg tippi 0-1.

 

07 Vestur - Víkingur 2

Víkingur hevur aftur fingið viðvind. Liðið er farið at vinna dystir og tað kann ganga útyvir 07 Vestur, sum hóast alt bara skal vinna ein dyst fyri at koma fyri seg. Venjaraeffektin er galdandi í Víkingi, so eg tippi ein tryggan sigur til Víking. Eg tippi 1-4.

 

TB/FCS/Royn - HB 2

Suðringar fáa á jóansøku vitjan at HB. Dysturin verður spældur á nýggja vøllinu á Eiðinum. Tað í sær sjálvum er spennandi, men eg vænti framvegis, at HB vinnur ein “HB-sigur”. Eitt liðavrik, har allir spælararnir greiða sína skyldu. Suðringar tykjast hava minst flogið og tíverri eisini stuðulin millum fólkið í oyggini. Suðringar kunnu væl venda gongdini, men eg tippi at tað verður ikki móti HB. Eg tippi 0-2.

 

Leivur Frederiksen tippar 15. umfar

AB - B36 2

Skála - NSÍ 2

EB/Streymur - KÍ X

07 Vestur - Víkingur 2

TB/FCS/Royn - HB 2

 

Jálup Ósá tippar 15. umfar

AB - B36 2

Skála - NSÍ 2

EB/Streymur - KÍ X

07 Vestur - Víkingur 2

TB/FCS/Royn - HB 2


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7