Leivur Frederiksen, Kringvarp Føroya

NSÍ - Víkingur 1

Fjúrtanda umfar byrjar leygardagin á Eystanstevnu, har NSÍ tekur ímóti Víkingi. Víkingur hevur í mong ár havt gott tak á NSÍ, men tað tykist at broytast, tí NSÍ hevur nú vunnið tríggjar landskappingardystir á rað á Víkingi, tveir í fjør og ein í ár. Kvaliteturin á NSÍ-liðnum, heimavøllurin og góða gongdin hjá teimum, ger, at eg vænti, at teir vinna fjórða sigurin á rað. 2-1.

 

HB - B36 2

Tað er ógvuliga hugtakandi, hvussu nógv HB-liðið er broytt samanborið við í fjør. Liðið hongur sera væl saman. Eitt er, at teir lata fá mál fara ígjøgnum, men teir lata heldur ikki mótstøðuliðini koma til serliga nógvar málmøguleikar. Offensivt tykist liðið eisini at hava eina greiða game-plan, sum riggar væl. Hví so velja B36-sigurin? Tað geri eg, tí at alt skal fáa ein enda, og tað skal sigursrøðin hjá HB eisini. Um nakað lið kann hótta HB í løtuni, so er tað B36, sum hevur so góðar álopsdygdir, at teir fara at skapa fitt av málmøguleikum. 1-2.

 

Skála - AB 1

Hóast tað ikki hevur gingið heilt eftir vild hjá Skálamonnum í seinastuni, so meti eg teir sum favoritt móti AB, sum í seinastuni hevur havt tað tað trupult. Um vit telja steypakappingina við, so hava argjamenn nú tapt átta dystir á rað. AB kann á einum góðum degi væl fara inn á Skála at hótta, men við gongdini í huga, og at AB hevur spælt tungan steypadyst móti HB í vikuni, fari eg at velja Skálasigurin. 2-0.

 

TB/FCS/Royn - KÍ 2

Suðringar hava fyrr í ár víst, at teir kunnu taka KÍ, og tað kunnu teir gera aftur sunnudagin, men so skulu teir onkursvegna savna sær nýggja orku. Eg sá hálvfinaluna millum Suðringar og B36, og har tóktist nógvir spælarar veruliga troyttir, og tí var torført hjá teimum at gera nakað við B36. Tá tað er sagt, so vænti eg, at spælistílurin hjá KÍ hóvar teimum betur enn tann hjá B36. Tá alt hetta er sagt, so er KÍ favorittur her. Eftir at hava verið í einum lítlum aldudali hava avrikini hjá klaksvíkingum verið góð í seinastuni og tí hava teir eisini vunnið tríggjar dystir á rað á AB, Víkingi og B36. Eg vænti, at KÍ vinnur fjórða sigurin á rað. 0-2.

 

EB/Streymur - 07 Vestur 1

07 Vestur fekk sín fyrsta sigur í tólvta umfari, tá teir vunnu 4-1 á Skála, sum í styrki minnir nakað um EB/Streym. Tí verður tað áhugavert at síggja, um teir kunnu gera nakað móti sundalagsmonnum á Eiði. EB/Streymur hevði undan síðsta umfari, tá teir vunnu á Skála, verið í einari formkrisu, men helst hjálpti sigurin í trettanda umfari uppá sjálvsálitið. Hetta verður áhugavert at síggja, men fyri fyrst vænti eg, at heimaliðið vinnur her. 3-1.

 

Jákup Ósá tippar 14. umfar

NSÍ - Víkingur 1

HB - B36 X

Skála - AB 1

TB/FCS/Royn - KÍ 2

EB/Streymur - 07 Vestur 1

 

Tróndur Arge tippar 14. umfar

NSÍ - Víkingur X

HB - B36 X

SKála - AB 1

TB/FCS/Royn - KÍ 2

EB/Streymur - 07 Vestur 1


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7