Jákup Ósá, Norðlýsið

NSÍ - AB 1

NSÍ tykist vera væl fyri í løtuni og at vinna í Gundadali móti B36 fyri fyrstu ferð í 8 ár eigur at geva liðnum sjálvsálit. NSÍ er framvegis nakað langt aftanfyri HB, men liðini bæði hava tveir innanhýsis dystir eftir, so tá kann NSÍ sjálvt minka munin við 6 stigum. Tí er NSÍ framvegis væl við í FM kappingini, men krøvini eru stór restina av kappingini, um tað skal eydnast. AB liðið hevur staðið seg væl eftir umstøðunum. Trupulleikin er, at dygdin á summum leikarum er ikki nóg góð, og tað sást summar dystir. T.d. slapp HB at skora løtt mál í hálvfinaluni og hevði møguleikar til nógv fleiri mál. At AB hevur havt ein miðvikudyst er eisini ein fyrimunur fyri NSÍ. Eg vænti ein greiðan sigur til NSÍ, har Petur Knudsen og Árni Frederiksberg eru form leikararnir í løtuni. 3-0.

 

HB - 07 Vestur 1

HB hevur ikki sett stig til móti nøkrum botn 7 liði. Seinastu 12 dystirnir eru vunnir, har bara tvey mál eru farin ígjøgnum. Einki botn 5 lið hevur skorað móti HB í ár. 07 Vestur vann seinast móti einum skerdum Skála liði á heimavølli og hóast økt sjálvsálit vænti eg ikki, at 07 Vestur ger nakað sum helst við HB. Til tað er munurin á liðnum alt ov stórur. HB hevur uppskriftina til at vinna teir sonevndu ''løttu'' dystirnar. Í HB eru nógvir leikarar í sínum besta formi antin nakrantíð ella í fleiri ár. Tað verður neyvan spenningur í Gundadali. 3-0.

 

Skála - EB/Streymur X

Hesir dystirnir eru upplagdir at enda við javnleiki. Skála hevur enn ikki sett stig til á heimavølli móti nøkrum botn 5 liði, meðan EB/Streymur ikki hevur vunnið síðani 3. umfar. Tí kann tað kanska koppa til heimaliðið, men hinvegin tykist EB/Streymur leikliga at vera um at finna stevið. Dysturin hjá Skála móti 07 Vestur vísti, at liðið hevur lágt botnstøði, men tá manglaðu eisini týðandi leikarar. Tað plaga altíð at vera ein javnur og spennandi dystur, tá hesi bæði liðini møtast. 1-1.

 

TB/FCS/Royn - Víkingur 2

TB/FCS/Royn hevur spælt ein strævnan miðvikudyst móti B36 á útivølli og fyri smala hópin krevur tað nógva orku, tá so tætt er millum dystirnar og nærum somu leikarar spæla hvønn minutt. Suðuroyingar hava víst, at teir hava nógvar góðar leikarar, bæði føroyskar og útlendskar, og tí vænti eg framvegis ikki, at TB/FCS/Royn flytur niður. Víkingar, sum spæla uttan leikbannaða Atla Gregersen, skulu reisa seg eftir eitt baldrut kappingarár higartil. Víkingar hava eitt vánaligt avrik at vaska av sær frá seinasta umfarinum, tá venjaraskiftið tætt uppundir dystin helst hevur havt eina ávirkan. Í næsta triðinginum hevur Víkingur á pappírinum teir lættastu dystirnar eftir. Av komandi 8 dystunum er bara eitt mótstøðulið úr topp 5, so fáa teir eina røð av góður úrslitum nú, so kann Víkingur í øllum førum hava góðan møguleika at bjarga sær eitt Europa League pláss. Í hesum dystinum velji eg at trúgva, at steypadysturin hjá TB/FCS/Royn framvegis fer at sita eitt sindur í beinunum, og tí fer Víkingur avstað við tí. Víkingur hevur eisini staðið seg væl í Trongisvági seinastu dystirnar. 0-2.

 

KÍ - B36 1

Størsti dysturin hetta umfarið er á Norðoyastevnu. KÍ tykist hava reist seg aftur eftir ein lítlan niðurtúr, meðan B36 hevur vunnið 10 av seinastu 11 dystunum í lands- og steypakapping. Tað, sum er serligt við dystinum, er eisini, at B36 er sera skert og kann koma at mangla upp til 10 leikarar. KÍ var í líknandi støðu á Summar Festivalinum í fjør, men í slíkum støðum síggja vit ofta leikarar taka av møguleikanum, ikki minst í B36, sum teir annars ikki høvdu fingið, um allir leikararnir vóru tøkir. KÍ spældi ein góðan dyst móti Víkingi, men fær tað truplari hesaferð, serliga í verjupartinum, har B36 m.a. hevur Meinhard E. Olsen, Kaimar Saag og Lukasz Cieslewicz, sum allir eru væl fyri í ár. Eg havi KÍ sum favoritt vegna skerda B36 liðið, men havi eisini fyrra dystin í Gundadali í huganum, tá eitt eisini skert B36 lið var rættuliga nógv betri enn KÍ. Hagtølini eru eisini við B36, tí KÍ hevur bara vunnið ein landskappingardyst móti B36 í Klaksvík síðani 2008. KÍ er á heimavølli, er betri mannað til dystin og hevur havt longri hvíld, meðan B36 hevur hagtølini og evnini til at sláa til, tá ein minst væntar tað vegna m.a. skert lið. Eg vigi fyrimunirnar hjá KÍ hægri. 2-1.

 

Leivur Frederiksen tippar 13. umfar

Skála - EB/Streymur 1

NSÍ - AB 1

HB - 07 Vestur 1

TB/FCS/Royn - Víkingur 2

KÍ - B36 1

 

Tróndur Arge tippar 13. umfar

Skála - EB/Streymur 1

NSÍ - AB 1

HB - 07 Vestur 1

TB/FCS/Royn - Víkingur 2

KÍ - B36 1


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7