Tróndur Arge, Miðlahúsið

B36 – NSÍ 1

Eg fari at halda fast í einum sigri til heimaliðið. Tað geri eg, tí eg síggi fleiri og fleiri av spælarunum hjá B36 avrika á einum høgum stigi. Serliga at Kaimar Saag er komin í gongd, meðan spælarar sum Meinhard Olsen, Benjamin Heinesen og ikki minst Lukasz Cieslewicz eru á veg fram.

 

Hinvegin, so hevur NSÍ tað trupult í løtuni. Bagge og NSÍ skuldi verða “a match made in heaven”, men tað hevur ikki verið tilfeldið higartil. Eg tippi B36 at vinna dystin, sum helst verður málríkur.

 

Eg tippi 3-2.

 

Víkingur – KÍ X

Tað bleiv púra paff, tá eg í gjár fekk at vita, at Maurice Ross ikki heldur fram í Víkingi. Mín info sigur mær, at hann er koyrdur og orðingin “enda samstarvið” er roykur. Nýggjur venjari skal so setast í kvøld, sum síðani skal seta liðið til dystin móti KÍ. Verður tað Sigfríður S. Clementsen, so er talan um ein venjara, sum kennir felagið og spælararnar.

 

Mín fyrsti tanki var ein javnleikur, so tað haldi eg meg til. Venjaraeffektin kann spæla inn, men tað kann eisini spæla inn, at tað er kreppa í Víkingi, og tí vinnur KÍ. Hóast tvey leikbann til Víking, so haldi eg fast í javnleikinum. 1-1.

 

07 Vestur – Skála 2

Eg umhugsaði eina løtu, at geva 07 Vestur eitt stig her, men tað gongur illa í løtuni. Skála er uttan Brian Jakobsen og Ahmed Mujdargic, sum eru profilar, men eg síggi ikki 07 vestur fáa stig í løtuni. Tað er harmiligt, tí vit hava brúk fyri 07 Vestur í føroyskum fótbólti.

 

Skála hevur spennandi spælarar á fremstu plássunum, og eg vænti tað gongur – eisini uttan Brian Jakobsen. 1-3

 

EB/Streymur – TB/FCS/Royn X

Eg áni ikki hvat eg kal tippa her. Eg havi sæð bæði tað góða, og tað minni góða frá EB/Streymi seinastu vikurnar. Seinast liðini spældu, vunnu Suðringar 3-2 við Stórá. Eg havi onkursvegna ein kenslu av, at nú vendur tað hinvegin. At tað verður EB/Streymur sum hevur munin. 2-1.

 

AB – HB 2

Eg fari aftur at gera meg ópopuleran á Argjum, tí eg vænti at AB verður ov stutt til at vinna hendan dystin. HB er ótrúliga væl fyri løtuni og alt koppar teirra veg. Tað síggja vit eisini leygardagin, har umframt at liðið skuldi havt avgjørt dystin, so verður HB ikki revsað.

 

Mær dámar væl nýggja AB-liðið hjá Sorin Anghel, og mær dámar eisini væl, at Heimir hevur fingið skil upp á HB. Eg vænti, at tað verður ein rímiliga javnur dystur, men at royndir og kvaliteturin á HB liðnum ger munin. 0-2.

 

Jákup Ósá tippar 12. umfar

B36 - NSÍ 1

Víkingur - KÍ 1

07 Vestur - Skála 2

EB/Streymur - TB/FCS/Royn 1

AB - HB 2

 

Leivur Frederiksen tippar 12. umfar

B36 - NSÍ X

Víkingur - KÍ 2

07 Vestur - Skála 2

EB/Streymur - TB/FCS/Royn 1

AB - HB 2


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7