Leivur Frederiksen, Kringvarp Føroya

B36 - Víkingur 1

Formurin peikar hvør sín veg hjá B36 og Víkingi. B36 hevur átta sigrar á rað, um ein telur steypa- og landskappingardystir. Víkingur hevur hinvegin torført við at fáa skapt sær eina sigursrøð. Eg teljist tó millum tey, sum halda, at avrikini hjá Víkingi hava ikki verið heilt av leið. Teir skapa nokk av málmøguleikum, men hava torført við at fáa teir umsettar til mál. B36-avrikini síggja bara sterkari og sterkari út. Ungu spælararnir hava eina óftaliga renniorku, sum ger, at teir kunnu stressa mótstøðuliðið yvir allan vøllin. Lukasz Cieslwicz tykist eisini endurføddur, samstundis sum áleyparin Kaimar Saag er farin at skora mál. Uttan iva mest áhugaverdi dysturin í ellinta umfari, tí Víkingur skal helst vinna, um teir skulu hanga í oddanum. Tað kunnu teir eisini, men í løtuni tippi eg ikki ímóti B36. 2-1

 

Skála - TB/FCS/Royn 2

Skála vann púra greitt 3-0 á suðringunum, tá tey møttust á Skála í triðja umfari. Í fjør vóru teir eisini tvær ferðir við Stórá og vunnu, meðan dysturin á Skála endaði við 2-2 javnleiki. Eg viðgangi tí, at eg satsi her. Men tað er ikki so burturvið at fara eftir útisigrinum her. Eg havi sæð nakrar av teimum síðstu dystunum hjá suðringunum, og tað er hugtakandi at síggja menningina. Í steypakappingini vunnu teir uttan slingur 2-0 á Víkingi í Gøtu við einum sera góðum avriki. Liðið var væl skipað, og tá teir eru á bóltinum tykjast teir hava greiða ætlan í sínum álopsspæli. Mest upplagt er helst at fara eftir javnleikinum her, men eg satsi, og vænti mær at síggja vælupplagdar suðringar á Skála. 1-2.

 

07 Vestur - NSÍ 2

Tvey feløg sum eru desperat eftir einum sigri. NSÍ hevur nógvar dygdir, men sjáldan eru tær allar komnar til sjóndar í teimum fyrstu tíggju umførunum. Nú møta teir 07 Vestur, sum higartil als ikki hevur fingið nakað at rigga. Serliga verjuparturin hjá 07 Vestur hevur higartil ikki hava niveau til Betrideildina. Um ikki okkurt púra óvæntað hendir her, so vænti eg, at NSÍ vinnur greitt. 1-4

 

AB - KÍ 2

Hesin dysturin verður áhugaverdur. KÍ er nú uttan sigur í fimm dystum, um vit taka allar kappingarnar við, meðan hýrurin neyvan er so galin í AB-leguni, hóast teir liggja næstniðast. Teir eru í hálvfinaluni um Løgmanssteypið og í farna umfari vunni teir á EB/Streymi.

 

Eg haldi tó, at í seinna hálvleiki í dystinum millum KÍ og NSÍ, har KÍ hevði uppiborið meira enn javnleik, sóu vit aftur KÍ-spæl, sum minti um tað, sum vit sóu í teimum fyrstu umførunum. Kunnu teir taka tað við sær til hendan dystin, burdi tað verið nokk til ein sigur. AB hevur tó higartil í ár víst , at teir hava einki ímóti at dansa við teimum stóru. Um KÍ ikki kemur við tí besta, so er vælhugsandi, at AB tekur stig her. Eg vænti tó sigur til Klaksvíkingar. 0-2.

 

HB - EB/Streymur 1

Nógv er broytt í HB. Stríðsandin er munandi sjónligari, enn hann hevur verið í nøkur ár, og stundum síggja vit eisini HB-spæl, sum vit vilja síggja frá mest vinnandi felagnum í Føroyum. Legg so afturat, at teir hava ein Adrian Justinussen, sum er farin at uppfata frísspørk sum brotsspørk – alt fer í kassan.

 

EB/Streymur stríðist í løtuni við at fáa stig, og vit skulu heilt aftur til triðja umfar fyri at finna síðsta sigurin. Tá tað er sagt, so hava teir dygdirnar til at hótta tey stóru feløgini, sum sigur á B36 og javnleikir móti Víkingi og NSÍ prógva. Afturat hesum kann nevnast, at sundalagsmenn vóru óhepnir at tapa 0-1 fyri HB á Eiði. Tó er felags fyri øll hesi positivu avrikini, at tey vóru á heimavølli, meðan avrikini á útivølli hava ikki staðið mát. Sum gongdin er hjá HB í løtuni eru teir stórur favorittur. 3-1.

 

Jákup Ósá tippar 11. umfar

Skála - TB/FCS/Royn 1

07 Vestur - NSÍ 2

B36 - Víkingur 1

AB - KÍ 2

HB - EB/Streymur 1

 

Tróndur Arge tippar 11. umfar

Skála - TB/FCS/Royn 1

07 Vestur - NSÍ 2

B36 - Víkingur 1

AB - KÍ 2

HB - EB/Streymur 1


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7