Jákup Ósá, Norðlýsið

07 Vestur - TB/FCS/Royn 1

Eg velji ein vinkul sum sigur, at steypakappingin fer at spæla ein leiklut í hesum dystinum. Av tí, sum eg havi sæð av hesum liðum og eisini tað sum øll hagtøl vísa, so er TB/FCS/Royn eitt betri lið á flest øllum økjum enn 07 Vestur, sum uttan samanbering hevur verið vánaligasta liðið í kappingini í ár. Eg sá TB/FCS/Royn í Sarpugerði, og tað var eitt sannførandi avrik, har stríðsviljin var framúr, verjuspælið gott og har serliga ein Isaac Shaze var framúr bóltspælari á miðvøllinum. Suðuroyingar royna at spæla fótbólt og tað gevur úrslit summar dystir og kostar summar dystir, men tað er undir øllum umstøðum frískt at síggja, tá tað riggar. Hatta er eitt ov gott lið til at flyta niður útfrá teimum dystum, sum eg havi sæð hjá suðuroyingum í ár. Tað eru bara tríggir dagar millum dystirnar, og tað eru føroysk lið ikki von við. Tí haldi eg, at úthvílda vágaliðið kann vinna sær fyrimun av støðuni, og tað er einasta orsøk fyri, at eg tippi ein heimasigur. 07 Vestur er trýst til at vinna hendan dystin móti einum kappingarneyta í botninum og fyrr ella seinni má ein sigur fara at koma. Møguleikin blívur sjáldan størri enn á heimavølli móti troyttum suðuroyingum, sum enntá hava smalan hóp og tí neyvan kunnu rotera. 2-1.

 

AB - EB/Streymur 2

AB hevur í øllum førum frá mær fingið stóra virðing fyri síni avrik higartil í kappingini. Liðið hevur í flestu dystum verið væl við, fingið stig í trimum dystum og verið nær við fleiri ferðir at fingið fleiri stig. Í steypakappingini er liðið í hálvfinaluni, men tað kann kanska vísa seg at kosta meir enn gott er fyri landskappingina. Tað fáa vit at síggja, men í øllum førum sleppur AB at spæla tveir stórar dystir. EB/Streymur hevur ikki vunnið landskappingardyst síðani 3. umfar og tapir liðið hendan dystin, so er EB/Streymur partur av niðurflytingarstríðnum. Hinvegin kann ein sigur senda EB/Streym langt burtur frá niðurflytingarstríði og nærkast stríðnum um Europa League pláss, so nógv stendur uppá spæl. Liðini hava spælt tveir dystir móti hvørjum øðrum og báðar ferðir er tað endað við javnleiki. At dysturin mikukvøldið bleiv 120 minuttir, og at AB vann ger, at eg helli meir til EB/Streym. Júst sum móti NSÍ, so tapir AB tann ''týdningarmiklara'' dystin móti sama mótstøðuliði sum í steypakappingini nakrar dagar frammanundan. Eg vildi mett, at EB/Streymur eisini hevur breiðari hóp við at skifta frískar leikarar inn á liðið. 0-1.

 

B36 - Skála 1

B36 er flúgvandi í løtuni og tykist vera mest upplagdi FM avbjóðarin til HB í løtuni. Svongdin, stríðsviljin og breiddin er til staðar, meðan einstaklingarnir eisini toppa í løtuni, hóast landsliðsleikarar ikki spæla vegna skaðar. Skála tykist vera ov veikt til at gera nakað við topp 5 liðini við undantaki av einum dysti móti KÍ. Liðið hevur enn einki mál skorað móti nøkrum topp 5 liði, og hóast liðið er væl við summar dystir, so manglar nakað til at bera á mál. Skála hevur ongantíð vunnið í Gundadali móti B36 og hvørki hagtøl ella innanhýsis dystir millum hesi liðini í ár benda á, at Skála fær nakað stig úr hesi uppgerðini. Eg kann tó ímynda mær, at 0-0 kann vera støðan nakað út í dystin. Meinhard E. Olsen, Kaimar Saag og Benjamin Heinesen kunnu allir skora og leggja upp fyri tíðina, meðan Lukasz Cieslewicz sær út til at vera betri fyri enn leingi. 2-0.

 

KÍ - NSÍ 2

Hetta er – fyribils - ikki longur ein toppdystur, sum tað annars sá út til at blíva fyri fáum umførum síðani. Hetta eru bæði topp 5 liðini, sum eru ringast fyri í løtuni, hvat úrtøku seinastu fimm umførini viðvíkur. Í báðum feløgunum er ikki bara ónøgd við úrslit í løtuni, men eisini við spæl og undirhaldsvirði. Enn er tíð til at koma fyri seg aftur, og eg vil ikki avskriva hesi liðini sum FM avbjóðarar enn, hóast fleiri onnur lið í løtuni síggja munandi sterkari út. Á báðum liðum sita lyklaleikarar uttanfyri, og tað er ómøguligt at meta um, hvørs missurin hjá KÍ av Deni Pavlovic fer at merkjast betri enn missurin hjá NSÍ av Klæmint A. Olsen. Harafturat skal KÍ helst gera eina skifting á týðandi málmansplássinum, men har er royndur avloysari fyri Meinhardt P. Joensen í Kristiani Joensen. Seinastu tvey umførini hjá KÍ hevur mótstøðuliðið verið kroyst til at vunnið dystirnar, og tað haldi eg, at ein hevur sæð aftur, tí báðar ferðir hava tey eisini vunnið móti teimum bláu, sum hava avrikað langt undir støðið frá fyrr í kappingini, serliga í B36 dystinum. Støðan er lík hesaferð, og tí fari eg at koppa dystin til ein sigur til NSÍ, hóast KÍ næstan er eins kroyst at vinna, um liðið skal hanga í havnarfeløgunum. Tað kann eisini hugsast, at bæði liðini eru nøgd við javnleik sum m.a. eg helt meg síggja, at KÍ og Víkingur vóru í seinna hálvleiki í Klaksvík seinast. 1-2

 

Víkingur - HB 2

Stóri dysturin verður í Norðragøtu millum føroyameistararnar og oddaliðið. Fyri fyrstu ferð í fleiri ár, so havi eg HB sum rímiliga greiðan favoritt í Sarpugerði. Tað er av tveimum orsøkum. Fyrst og fremst hevur HB verið betri enn Víkingur sæð yvir alla kappingina í ár, og so gav lutakastið í steypakappingini eisini HB ein stóran fyrimun til hendan dystin. HB kundi spara fleiri leikarar, meðan teir sum spældu móti B71 neyvan blivu troyttari enn til eina harða venjing, tí so stórur munur var á liðunum. Hinvegin skuldi Víkingur stríðast til tað seinasta og enntá leggja rygg til tap móti stríðshugaða TB/FCS/Royn. Í hesum dystinum vístu verandi føroyameistarar ikki tað stóra, hóast stórir málmøguleikar vóru til fleiri mál. HB hevur eisini gott innanhýsis tak á Víkingi seinasta árið, tí í fjør vann HB í Sarpugerði og fyrr í ár vann HB í landskappingini á heimavølli. Tað telur niður hjá HB, at Símun Samuelsen hevur leikbann, men hinvegin er Aleksandar Stankov klárur til at spæla ein leiklut aftur eftir skaða. Hóast Víkingur tykist veikari og troyttari enn HB til hesa uppgerðina, so broytir tað ikki uppá støðuna, at Víkingur neyvan hevur ráð at tapa, um FM vónin skal liva. Tí tá fer HB 8 stig framum, og sum HB hevur avrikað í ár í mun til Víking, so er ikki sannlíkt, at tann munurin fer at vera innheintaður seinni. Hóast Víkingur hevur heimavøll og kanska fleiri royndir, so vænti eg, at HB vinnur vegna omanfyri nevndu orsøkir. 1-3

 

Leivur Frederiksen tippar 10. umfar

KÍ - NSÍ 2

07 Vestur - TB/FCS/Royn X

AB - EB/Streymur 2

B36 - Skála 1

Víkingur - HB 1

 

Tróndur Arge tippar 10. umfar

AB - EB/Streymur X

07 Vestur - TB/FCS/Royn 2

B36 - Skála 1

KÍ - NSÍ 1

Víkingur - HB X


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7