Tróndur Arge, Miðlahúsið

NSÍ – B36 1

Hatta kann blíva ein avbera góður fótbóltsdystur, men tað krevur at NSÍ bjóðar upp til dans. Hinvegin, so eru stigini nokk týdningarmiklari fyri runavíkingar, sum tykjast enn at skula skilja nýggja sælistílin.

 

Eg havi løtur, har eg haldi at hesin dysturin spælir í hendurnar hjá Bagga við síni umstilling. Har hann NSÍ kann bíða, meðan B36 leypir á. Hevði hetta verið Víkingur í fjør, sum tók ímóti B36, so hevði eg verið tryggari í mínari sak, tí NSÍ er ikki heilt skúlað enn til umstillngsfótbóltin.

 

Tað skal eisini vektast, at B36 hóast fimm sigrar hevur nógvar skaðar. Tað mekrir at hópurin er tunnur og nógvir ungir spælarar eru á vøllinum í senn. Tað kann toppa, sum móti KÍ, men kann eisini kosta sum í dystinum móti EB/Streymi.

 

Eg fari at siga, at eftir níggju dystir, so klappar alt í Runavík, meðan B36 leverar undirhald.

 

3-2.

 

KÍ – Víkingur 1

Eg fari aftur at tippa ein vinnara, hóast tað lættasta er at tippa javnt. KÍ hevur havt tað trupult í seinastuni, og serliga í Gundadali hevði liðið torført við at halda fast í bóltinum. Tá alt kom til alt, so kundi KÍ tað sama fingið javnleikin.

 

Meðan KÍ spælir sítt system og spælararnir kenna sína uppgávu, so er Víkingur í holt við eina nýggja spælskipan. Eg veit ikki um hetta kemur at geva útslagið, men tað eru fimm stig á munin. Onkurvegna havi eg fest meg við tað til hendan dystin.

 

1-0.

 

HB – AB 1

Eg eri bilsin av góðu byrjanini hjá HB í ár. Teir eru væl skipaðir, hava eina ætlan og ikki minst, so hevur HB fingið ein venjara, sum er omanfyri alt og øll í felagnum. Tað sæst aftur á vøllinum, at HB nú aftur líkist einum toppfelagi.

 

Tað er ikki nokk til at vinna dystin móti AB, tí hann skal eisini spælast við fullari megi. Argjamenn fara ikki at leggja seg, tí teir hava fingið prógvað at teir kunnu. Teir hava vunnið á útivølli móti NSÍ og Suðringum í ár, meðan Víkingur og B36 høvdu tað trupult.

 

Eg vænti tó, at HB er til reiðar. Teir hava til tíðir trumla tey smærru liðini niður í løtum. Eg vænti at HB hevur munin.

 

2-0.

 

Skála – 07 Vestur 1

Eg siti við kensluni av, at hetta eru dystirnir, ið Skála hava liðið til at seta upp á pláss. Teir arbeiða nógv við at vera á bóltinum, og hava ein góðan áleypara í Brian Jakobsen.

 

07 Vestur kann væl hótta í hesum dystinum, tí tað gjørdu teir eisini í Gundadali móti HB. Men staðfestingin er, at teir hava bara fingið eitt stig. Teir koma at fáa fleiri stig, men eg ivist hvussu oftani vit koma at tippa teir at vinna. 07 Vestur er underdog í ár.

 

2-1.

 

TB/FCS/Royn – EB/Streymur X

Eg havi hugsa allar møguleikar. Suðringar kunnu vinna, um teir raka sama stigi, sum móti KÍ í steypakappingini, meðan EB/Streymur er væl samanspælt og hevur spælarar, sum kunnu avgera dystir.

 

Eg velji javnleikin. Eg geri tað, tí at sundalagsmenn spæla javnt móti Skála. Ein úrslit, sum sigur mær at teir ikki hava tað, ið skal til fyri at bjóða topp fimm av. Suðringar skulu hava hava stig og eru tað verdir.

 

1-1.

 

Jákup Ósá tippar 9. umfar

TB/FCS/Royn - EB/Streymur X

Skála - 07 Vestur 1

HB - AB 1

NSÍ - B36 1

KÍ - Víkingur X

 

Leivur Frederiksen tippar 9. umfar
HB - AB 1
NSÍ - B361
KÍ - Víkingur 1
Skála - 07 Vestur 1
TB/FCS/Royn - EB/STR X


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7