Leivur Frederiksen, Kringvarp Føroya

B36 - KÍ 2

Skjótt farna vikan hevur verið so sum so hjá KÍ, sum bleiv útsligið av suðringunum flaggdagin. Spælið hjá Klaksvíkingum hevur heldur ikki heilt verið á sama stigi hesi síðstu umførini í landskappingini, um ein samanber við tey fyrstu umførini. B36 hevur vunnið fýra sigrar á rað, um steypakappingin verður tald við. Tó er støðan hjá teimum, at fleiri spælarar eru skaddir, og aðrir eru ikki 100 prosent klárir. Tað ger, at B36 má partvís manna liðið við spælarum, sum ikki hava so nógvar royndir. Sum so er hesin dysturin púra opin, men eg hugsi, at KÍ kann gera sær dælt av støðuni. Tað krevur tó, at teir lyfta sítt spæl nakað. Ein tepur sigur til KÍ. 1-2.

 

Víkingur - TB/FCS/Royn 1

Síðan tapini í øðrum og triðja umfari byrja Víkingarnir nú aftur at líkjast sær sjálvum. Avrikini í teimum seinastu umførunum hava verið á heilt góðari leið, og tí er einki av ivast í, at teir eru stórfavorittar, nú teir taka ímóti suðringunum, sum higartil hava havt stórar avbjóðingar við at fáa sítt at rigga. Tó, sum øll vita, so vann TB/FCS/Royn á KÍ í steypakappingini, og tað hevur uttan iva styrkt trúnna hjá teimum. Í fótbólti vil eg helst síggja, áðrenn eg trúgvi, so hóast flotta avrikið hjá suðringunum móti KÍ, so havi eg allíkavæl Víking sum greiðan favoritt. 3-0.

 

EB/Streymur - Skála 1

Tvey feløg, sum mær dámar væl, møtast á Eiði. Bæði eru í tí støðu, at tey hava ikki somu fortreytir, sum topp 5 feløgini, men tað er ikki ringt at síggja, at tey eru í støðugari menning, og tað verður helst ikki leingi, so hevur í øllum førum annað sníkt seg upp í topp 5. Bæði eru blivin munandi sterkari, tá tey hava bóltin samanborið við í fjør. Her er annars ringt at taka dagar ímillum. Í fjør vann Skála tveir teprar sigrar og ein endaði við javnleiki. Hesin kann eisini skjótt enda við javnleiki, men eg haldi, at EB/Streymur er í fer við at gera heimavøllin á Eiði til ein skansa, har tað verður torført hjá øllum at fáa nakað heim við sær. Eg helli tí til ein tepran sigur til heimaliðið. 1-0.

 

HB - 07 Vestur 1

HB er størsti favoritturin í hesum umfarinum. Eg havi sæð nakrar dystir hjá 07 Vestur, og má staðfesta, at teir hava sera torført við at fáa tingini at hanga saman í 90 minuttir. Gera teir ikki tað, so vera teir revsaðir av HB, júst sum teir blivu tað av Víkingi í Gøtu í farna umfari. 3-1.

 

AB - NSÍ 2

Hattin av fyri avrikunum hjá AB higartil. Teir eru í løtuni omanfyri niðurflytingarstrikuni, og teir hava spælt seg víðari til fjórðingsfinaluna í Løgmanssteypinum við at vinna á NSÍ í Runavík. Nú møtast tey aftur. Spurningurin er so, um tað kann henda aftur? Ja, tað kann tað, men hesaferð er NSÍ ávarað. Tað er ringt at seta fingurin á liðavrikini hjá AB, men mann til mann er NSÍ nógv sterkari, og tí eru teir eisini sunnudagin stórur favorittur ímóti AB, hóast AB vann á teimum flaggdagin, og eisini hóast dysturin hesaferð verður spældur á Argjum. 0-2.

 

Jákup Ósá tippar 8. umfar

Víkingur - TB/FCS/Royn 1

HB - 07 Vestur 1

AB - NSÍ 2

EB/Streymur - Skála 1

B36 - KÍ 2

 

Tróndur Arge tippar 8. umfar

Víkingur - TB/FCS/Royn 1

AB - NSÍ 2

HB - 07 Vestur 1
EB/Streymur - Skála X

B36 - KÍ X


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7