Jákup Ósá, Norðlýsið

Víkingur - 07 Vestur 1

Víkingur hevur verið eitt sindur óstøðugt fyrstu umførini og fleiri av dystunum tykjast hava verið undirhaldandi við nógvum mál møguleikum, har Víkingur kanska ikki hevur fingið úrtøkuna, sum liðið hevur havt uppiborið. Nú koma tveir heimadystir móti nummar 10 og 9 áðrenn dystin í Klaksvík, og hetta er ein gyltur møguleiki hjá Víkingi at nærkast toppinum. Eg vænti, at teir taka av. Tað sum eg havi sæð av 07 Vestur, so er tað ikki støðið, sum er nøktandi burtursæð frá einum hálvleiki móti KÍ. Nú koma útidystir móti Víkingi og HB og eg dugi ikki at ímynda mær, at 07 Vestur, sum eisini er rakt av skaðum, fær nakað stig í hesum dystum. Eg vóni, at 07 Vestur hevur meir í sær til kappingina í ár, tí vit mugu ikki fáa eina kapping, har flestu liðini fáa lætt spæl móti einum liði sum 07 Vestur nærum hvønn dyst, sum vit hava sæð higartil, har lið fleiri ferðir hava ført við fleiri málum longu í hálvleikinum. 3-0.

 

B36 - AB 1

B36 hevur reist seg móti botnliðunum og hóast nakrar skaðar, so nærkast teir hvítu nú alsamt toppstríðnum og hesaferð er gyltur møguleiki, at taka trý stig afturat. Hjá AB hevur trio'in – Bjarki Nielsen, Rasmus Dan Sørensen og Bárður Olsen – staðið aftanfyri nærum øllum málunum hjá AB og úrslitini seinastu tíðina hava bent á eina menning á AB liðnum. AB hevur tó ikki fingið nakað stig móti nøkrum av toppliðunum og komandi tríggjar uppgávurnar eru ímóti B36, NSÍ og HB, so skulu argjamenn ikki standa við 5 stigum fyri fyrsta triðingin, so skulu onkur stig koma í hesum dystum, sum er nokkso trupult at síggja, serliga á útivølli. AB hevur onkuntíð argað havnarliðini í Gundadali, men ársins AB lið er kanska ov veikt til at gera nakað við toppliðini á útivølli. Eg trúgvi mest uppá ein stórsigur til B36. 4-1.

 

TB/FCS/Royn - HB 2

Á Rás 2 í vetur segði Maurice Ross, fyrrverandi venjari hjá TB/FCS/Royn, at TB/FCS/Royn ikki hevði fólk til at ''spæla fótbólt''. Tí hann hevði roynt tað í venjingardystunum í fjør, og teir fingu bank tá. Men suðuroyingar vóru ósamdir og vildu hava ein venjara, sum legði dent á at spæla fótbólt og ikki gúppa. Onkrir nýggir útlendingar eru komnir, so kanska kann tað ikki ordiliga samanberast, men úrslitini higartil vísa, at suðuroyingar ikki fáa nóg góð úrslit við hesum spælistílinum og helst var nakað um tað, sum fyrrverandi venjarin segði. Á heimavølli hava suðuroyingar einki stig fingið í trimum royndum, so tann annars sterki heimavøllurin er fyribils farin í søguna. HB er nú partur av oddastríðnum og hevur fingið eina røð av flottum úrslitum samstundis sum skráin framyvir skuldi borgað fyri nógvum stigum komandi trý umførini. Liðið vinnur á plássum sum Skála og Eiði, har B36, KÍ, NSÍ og Víkingur hava mist stig. Tað er gott tekin. Tá ein vinnur á Eiði og á Skála, so vinnur ein eisini í Trongisvági undir vanligum umstøðum. Teit Jacobsen og Símun Samuelsen eru glóðheitir í álopspartinum í løtuni. 0-2.

 

NSÍ - Skála 1

NSÍ er komið undir eitt sindur av trýsti eftir bara eitt stig seinastu tveir dystirnar. Sámal Erik Hentze hevur nokk brúk fyri eitt sindur av tíð og er enn leitandi í at finna røttu samansetingina, men eg vænti, at tað fer at koyra innan alt ov langa tíð. Tað vísir søgan hjá meistaravenjaranum. Enn er eingin munur at tosa um fram til oddin. Hjá Skála er tað alt avgerandi, at Ahmed Mujdragic verður klárur, tí uttan hann eru nógv mál farin ígjøgnum móti flestu av toppliðunum. Við honum var Skála væl skipað móti KÍ og stóð væl ímóti trýstinum, men tað gekk so útyvir álopspartin tann dystin, men slíkar dystir snýr tað seg bara um at fáa stig, og so kann tað gera tað sama, hvussu tey koma. Í fjør fekk Skála 7 av 9 stigum móti NSÍ, so NSÍ hevur fingið ávaringina. So leingi sum Skála ikki kemur afturum, so kann tað blíva spennandi, men kemur NSÍ framum, so fær Skála helst somu lagnu sum móti B36 og HB. 2-1.

 

KÍ - EB/Streymur 1

Síðani 2014 hevur KÍ vunnið fimm sigrar á rað móti EB/Streymi í Klaksvík, so í hesi uppgerðini vísir tað seg at vera alt avgerandi, at hava heimavøll. EB/Streymur hevur tikið stig frá B36, NSÍ og Víkingi, so nógv bendur á, at eins og í fjør verður EB/Streymur eitt lið, sum mangan fer at arga toppliðini. KÍ skal spæla uttan, at høvuðsvenjarin fær stýrt liðnum frá síðulinjuni. So er spurningurin, um tað ávirkar teir, ið skulu spæla. Á Skála fann KÍ ikki uppskriftina at lata verjuna hjá Skála upp hóast áhaldandi trýst og hesaferð verður tað heilt vist eisini uppgávan hjá KÍ at mynda dystin. Hagtølini fyrstu seks umførini vísa, at hendur eitt óvæntað úrslit hetta umfarið, so verður tað mest sannlíkt í Klaksvík, tí EB/Streymur er tað besta liðið av botn 5 liðunum til at fáa stig móti topp 5 bæði í fjør og higartil í ár. Hetta kann vera ein dystur, har støðan verður 0-0 langt inn í dystin eins og fyrra dystin í fjør, men KÍ hevur fingið eina góða byrjan, sum helst ikki skal steðga á heimavølli nú. 2-0.

 

Leivur tippar 7. umfar

Víkingur - 07 Vestur 1

B36 - AB 1

TB/FCS/Royn - HB 2

NSÍ - Skála 1

KÍ - EB/Streymur 1

 

Tróndur Arge tippar 7. umfar

Víkingur - 07 Vestur 1

B36 - AB 1

TB/FCS/Royn - HB 2

NSÍ - Skála 1

KÍ - EB/Streymur 1


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7