Tróndur Arge, Miðlahúsið

NSÍ - HB X

Eg setti mær fyri, at nú skludi eg tippa ein vinnara, tí tað er so lætt bara at seta eitt X. Eftir at hava hugsað meg leingi um, so komi eg aftur til X-ið. Lítli fyrimunurin, sum HB hevur við sigrinum á Skála er eitt sindur útjavnaður við møguligum snuddum til Jógvan Róa Davidsen og Lasse Andersen.

 

Fyrimunurin hjá NSÍ við heimavøllinum fellur eitt sindur við avrikinum á Eiði. Tí tippi eg ein klassiskan javnleik. 1-1 ella 2-2. Bæði liðini hava nýggjan venjara og bæði liðini hava spennandi spælarar í oddinum, men tað er ringt at taka dagar í millum.

 

Skála - KÍ 2

Tað koyrir bara hjá KÍ, sum hóast eina torføra skrá fyrstu umførini, liggur á odda við fullum stigatali. Eftir tvey góð úrslit hjá Skála, so blivu teir settir upp á pláss móti HB. Skála hevur nú tapt allar dystirnar móti topp fimm mótstøðu frá í fjør.

 

Tí seti eg eisini KÍ at vinna hendan dystin. Tað eru fleiri fyrrverandi KÍ spælarar á Skála-liðnum, sum eg giti fara at leggja nógv fyri, men eg síggi KÍ hava munin í løtuni. Nú er Jóannes Bjartalíð komin ordiliga í gongd, men spælarar á bonkinum koma inn og skora avgerandi mál. Tað er ein afturgangandi gongd hjá FM-avbjóðara.

 

Eg tippi KÍ at vinna 2-0.

 

EB/Streymur - Víkingur 2

Sundalagsmenn hava vunnið, spælt javnt og tapt á heimavølli móti topp fimm liðum frá í fjør. Tað er ein staðfesting av, at EB/Streymur kann fáa bæði eitt og fleiri stig móti Víkingi. Men eg haldi meg til, at Víkingur verður sterkari tí talan er um annan dystin upp á fáar dagar.

 

Hópurin hjá Víkingi er ikki breiður, men havi teir til at hava munin. Sjálvt um Víkingur hevði tað trupult á Argjum, so er tað eitt ella annað við vinnaraviljan hjá teimum sum ger, at eg tippi Víkingi at vinna. 1-2.

 

07 Vestur - B36 2

Tað sær ikki so gott út hjá B36, men tað er eisini ein kvalitetur at vinna 1-0 í yvirtíðini, sjálvt um tú er favorittur. Her er skjótt at peika á Meinhard Olsen sum ein møguligan avgerandi spælara. 07 Vestur er nær við at fáa stig móti KÍ, men stigatalvan er náðileys. Bara eitt stig. 1-3.

 

TB/FCS/Royn - AB 1

Suðuroyingar spæla eitt øðrvísi slag av fótbólti í ár í mun til fjør. Teir eru sterkir á bóltinum, men hava higartil havt trupult við at umseta. Tá so eitt stríðssinnað AB lið kemur á vitjan er ein javnleikur eitt gott boð. Argjamenn fáa ikki nógv mál, men tykjast hava ein liðanda, ið kann geva stig. Eg velji tó eitt 1-tal. Suðringar vóru óhepnir ikki at fáa mál móti Skála í 4. umfari, og eru ein minutt frá at fáa stig móti B36 hóskvøldið. 1-0.

 

Jákup Ósá tippar 6. umfar

07 Vestur - B36 2

TB/FCS/Royn - AB 1

EB/Streymur - Víkingur 2

NSÍ - HB 1

Skála - KÍ X

 

Leivur Frederiksen tippar 6. umfar
NSÍ - HB 1
EB/Streymur - Víkingur X
TB/FCS/Royn - AB 1
07 Vestur - B36 2
Skála - KÍ 2


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7