Leivur Frederiksen, Kringvarp Føroya

07 Vestur - KÍ 2

Soleiðis sum gongdin er í løtuni, so er hetta ein tryggur sigur til gestirnar. KÍ er sera væl fyri, og eg má taka hattin av fyri tí arbeiðnum, sum teir hava gjørt í fyrireikingunum í vetur. Eg helt, at teir møguliga fóru at fáa avbjóðingar av at hava skift fitt av fólki, men nýggju spælararnir síggja út til at finna seg sera væl í spælskipanini. Verri sær út hjá 07 Vestur. Venjarin hjá teimum, Pauli Poulsen, plagar at vera garantur fyri einum vælskipaðum liði, men higartil tykjast teir ikki at hava funnið stevið. Tað skulu teir finna, um teir skulu hava ein livandi kjans móti klaksvíkingum. Hetta er ein upplagdur útisigur. 0-2.

 

Skála - HB X

Eftir eina heldur trilvandi byrjan tykjast bæði Skála og HB at vera komin fyri seg. Skála hevur vunnið tveir dystir á rað uttan at lata mál fara ígjøgnum, og HB sær út til at hava ernast eftir 0-3 tapið fyri KÍ í fyrsta umfari. Skála hevði tó, við tveimum javnleikum og einum sigri, gott tak á HB í fjør, og við teirra formi í huga, kann væl hugsast, at teir eisini taka stig frá HB hóskvøldið. Eg fari eftir javnleikinum. 1-1 er eitt gott boð.

 

AB - Víkingur 2

Víkingarnir vita, at tað eru mangir leikir í longum talvi. Sunnudagin sóu vit eitt klassiskt avrik frá teimum, har teir grava seg inn aftur í ein truplan dyst. Helst hevur tað givið teimum sjálvsálit eftir eina misjavna byrjan. AB fer tó helst at snýta onkran av teimum stóru á Argjum í ár. Kanska verður tað hóskvøldið, men eg fái meg ikki til annað enn at fara eftir útisigrinum. 1-3.

 

EB/Streymur - NSÍ 2

Hesi bæði hava víst góð avrik higartil í ár. Var EB/Streymur eitt sindur hepnari, so fingu teir javnleikin móti HB í farna umfari, og tá skal havast í huga, at enn hava teir ikki spælt við sterkastu uppstilling orsaka av skaðum. Ein flott byrjan frá sundalagsmonnum. Eg vænti ein javnan dyst, og tað er nær við, at eg havi hug at tippa javnleik, tí eg vænti ikki, at nakað felag sleppur avstað við trimum stigum av Eiði uttan blóð, sveitta og tár. Kvaliteturin, sum vit hava sæð frá NSÍ í teimum síðstu umførunum, ger tó, at eg tippi, at Runavíkingar vinna ein tepran sigur. 1-2 er eitt gott boð. Hesaferð skorar Klæmint.

 

B36 - TB/FCS/Royn 1

Hóast vit bara eru komin til fimta umfar, so er trýst á B36 undan hesum dystinum. Fýra stig av tólv er ov lítið. Her kunnu vit møguliga fáa eitt óvæntað úrslit, tí TB/FCS/Royn hevur brent fleiri stórar møguleikar enn gott er í teimum dystunum teir hava tapt. Kunnu teir blíva effektivari her, so kunnu teir hótta B36, sum hevur fleiri skaðar. Var dysturin við Stórá, so var eg helst nærri einum javnleiki, men í Gundadali er B36 favorittur. 3-1.

 

Jákup Ósá tippar 5. umfar

07 Vestur - KÍ 2

Skála - HB 2

AB - Víkingur 2

EB/Streymur - NSÍ 2

B36 - TB/FCS/Royn 1

 

Tróndur Arge tippar 5. umfar

07 Vestur - KÍ 2

Skála - HB 2

AB - Víkingur 2

EB/Streymur - NSÍ 2

B36 - TB/FCS/Royn 1


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7