Jákup Ósá, Norðlýsið

Skála - TB/FCS/Royn X

Hetta er ein dystur millum tvey av liðunum, sum hava fingið ein ''plikt'' sigur og tvey ''væntað'' tap fyrstu trý umførini. Skála spælir uttan Ólav Mikkelsen, sum fekk reytt kort seinast, og so veit eg ikki, um Ahmed Mujdragic verður klárur. Hann sat á bonkinum seinast. Hjá TB/FCS/Royn eru nærum allir mans tøkir. Í Trongisvági 2. páskadag fingu vit staðfest, at TB/FCS/Royn er ikki nakað vánaligt lið, og tá nærum allir mans eru tøkir, so kunnu suðuroyingar geva øllum dygga mótstøðu. Teir kundu tað sama havt javnað móti KÍ seint í dystinum. Eg síggi hendan dystin sum javnan og spennandi, og á pappírinum er talan um rímiliga jøvn lið, soleiðis sum tey eru mannað í løtuni, har Skála manglar fleiri leikarar enn TB/FCS/Royn. Í fjør førdi Skála 2-0, men við 9 móti 11 leikarum eydnaðist tað TB/FCS/Royn at javna. 1-1 har Brian Jakobsen og Búi Egilsson skora málini.

 

KÍ - AB 1

KÍ er stórfavorittur á heimavølli móti uppflytarunum. Men tað var KÍ eisini allar dystirnar í 2016 og seinasta dystin í Klaksvík í 2015. AB hevur fingið stig í trimum av seinastu fýra dystunum móti KÍ, so KÍ hevur mangan brent seg av AB. Hetta er kanska fyrsti dysturin í ár, har KÍ væntandi skal mynda dystin og hava bóltin størsta partin av tíðini. Hvussu megnar liðið tann leiklutin? Í Trongisvági var sjáldan nakað skipað spæl hjá KÍ, meðan AB tapti sín dyst móti Skála longu í fyrra hálvleiki. KÍ fer helst at seta seg á dystin, og tá eru leikarar sum Semir Hadzibulic og Jóannes Bjartalíð mangan eyðsýndir eins og báðir teir óroyndu bakkarnir, Óli Ey. Poulsen og Jóannes K. Danielsen passa væl til álopsfótbólt. Teir fáa ein lyklaleiklut, tá KÍ skal lata verjuna hjá AB upp. AB spælir uttan trýst og fleiri av leikarunum á núverandi liði hava roynt júst tað at lopið hvøkk á KÍ. 2-0 til KÍ við málum frá Semir Hadzibulic og Jóannes Bjartalíð.

 

NSÍ - 07 Vestur 1

Eins og KÍ so er NSÍ stórfavorittur á heimavølli móti niðasta liðnum í deildini. Í fjør vann NSÍ allar fýra dystirnar móti 07 Vestur og fleiri ferðir var talan um stórsigrar. NSÍ vann trupla útidystin móti Víkingi, og tí er úrtøkan hjá NSÍ á góðari leið fyrstu trý umførini, hóast tap á heimavølli móti KÍ. 07 Vestur hevur kanska sæð út sum veikasta liðið í deildini fyrstu umførini. Seinast vóru persónligu mistøkini av tí heilt grova slagnum og báðar teir fyrstu dystirnar var 07 Vestur greitt við undirlutan. Eg dugi illað at ímynda mær annað enn ein tryggan sigur til NSÍ. 3-0 har Klæmint A. Olsen skorar nøkur mál.

 

Víkingur - B36 X

Hevði B36 vunnið 7 stig móti Víkingi í fjør ístaðin fyri at Víkingur vann 7 stig móti B36, so var FM kanska endað í B36, hóast tað neyvan ber til at seta tað so einfalt upp. Víkingur hevur seinastu tvey árini vunnið 16 av 18 stigum móti B36, og hava hesi úrslitini átt stóran leiklut í, at Víkingur hevur vunnið FM, tí einki annað lið hevur havt so gott tak á B36. Men støðan undan hesum dystinum er eitt sindur øðrvísi. Víkingar, sum hesaferð spæla uttan leikbannaða Hans Jørgen Djurhuus, halta longu 6 stig aftanfyri oddin og hava tapt tveir dystir á rað, sum báðir hava verið móti topp 5 liðum seinastu árini. Nú er spurningurin, um føroyameistararnir eisini tapa triðja dystin á rað móti einum topp 5 liði. Bæði liðini hava staðið fyri undirhaldi fyrstu umførini, hóast úrtøkan ikki hevur verið optimal. Hetta kann eisini blíva ein sera undirhaldandi dystur sum t.d. avgerandi dysturin í Norðragøtu í fjør var, tá Víkingur vann 4-2. Eg dugi illa at ímynda mær, at Víkingur tapir tríggjar dystir á rað, meðan B36 ikki hevur ráð til eitt tap afturat, so eg endi á 2-2 javnleikinum, har Adeshina Lawal og Meinhard E. Olsen fáa høvuðsleiklutirnar.

 

EB/Streymur - HB X

EB/Streymur hevði í fjør sera gott tak á HB og vann allar tríggjar innanhýsis landskappingardystirnar. Á stigatalvuni er EB/Streymur í løtuni trý stig frammanfyri HB og tí kann EB/Streymur taka eitt týðandi fet móti at koma innum topp 5 við kappingarenda við sigri her. HB liðið er í løtuni mannað við nógvum ungum leikarum, og tað kann skapa trupulleikar serliga á útivølli. Hetta er fyrsti dysturin hjá HB uttanfyri Tórshavn. EB/Streymur hevði tað trupult móti AB á heimavølli og tað sigur kanska, at EB/Streymur ikki er so støðugt lið. Hjá HB hava avrikini eisini verið óstøðug higartil, men HB hevur neyvan ráð at tapa hendan dystin. Hetta er ein javnur dystur á pappírinum millum liðini, sum eg undan kappingini væntaði fóru at enda nummar 5 og 6. Eg dugi illa at peika á ein vinnara og endi tí á javnleikinum. Hann kann vera 0-0 ella 1-1. Pætur Petersen og Teit Jacobsen eru væl fyri júst nú og fáa helst aftur avgerandi leiklut, um nakað mál kemur hjá sínum liðum.

 

Leivur Frederiksen tippar 4. umfar

Skála - TB/FCS/Royn 1

Víkingur - B36 X

EB/Streymur - HB X

KÍ - AB 1

NSÍ - 07 Vestur 1

 

Tróndur Arge tippar 4. umfar

Skála - TB/FCS/Royn X

Víkingur - B36 X

EB/Streymur - HB 2

KÍ - AB 1

NSÍ - 07 Vestur 1


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7