Tróndur Arge, Miðlahúsið

Tað er nógv skrivað og sagt um landskappingina í ár. Eg fari tí ikki at siga so nógv, men heldur at lata stigatalvuna siga sína søgu. Eg havi hug at gera KÍ til FM vinnarar og flyta B36 framum Víking. Tað smakkar illa at senda argjamenn niður á aftasta plássi, men hóast eina góða byrjan, so er hópurin tunnur. Og hvat við HB, er nummar fimm so upplagt, ella kann Heimir Guðjónsson meir? Men eg velji at siga, at hetta er mítt tipp fyri 2018.

 

1. NSÍ
2. KÍ
3. Víkingur
4. B36
5. HB
6. Skála
7. EB/Streymur
8. TB/FCS/Royn
9. 07 Vestur
10. AB

 

TB/FCS/Royn - KÍ 2

Eg seti eitt 2-tal á hendan dystin, tí KÍ hevur havt eina so góða byrjan upp á kappingarárið. Tað hevur ikki eydnast mær at síggja suðuroyingarnar annað enn brot frá dystum og ein hálvleik í einum venjingardysti. Venjarin tykist skilagóður og ein sigur á 07 Vestur, sigur nógv um liðið. Tað gera sigrarnir hjá KÍ eisini. HB og NSÍ á útivølli.

 

Eg seti 2-tal og vænti mær ein dyst, har grundarbeiðið hjá KÍ verður drúgvari enn hjá heimaliðnum, sum hevur nýggjan venjara. 1-2 og Páll Klettskarð hevur ein góðan dag.

 

B36 - HB X

Eg fari at provokera eitt sindur. Eg haldi at havnarfeløgini tora ikki at vinna grannauppgerðina, tí tey tora ikki at tapa hana. Haturin og tað primitiva hevur verið vekk í eina tíð – við undantaki av steypadystinum í fjør, tá B36 vann við níggju spælarum. Nú eru dystirnir væl spældir og til tíðir málríkir, men hvussu nógvir tora at doyggja við troyggju á?

 

Eg seti eitt X, tí tað er tað mesta upplagda. HB er væl fyri við nýggja venjaranum og Teit Jacobsen kemur at gera mun í álopinum, meðan B36 kenna vit aftur. Spæla spennandi fótbólt og hava ”lekkrastu” einstaklingarnar. 2-2

 

07 Vestur - EB/Streymur 2

Hesin er ein verri ein, tí 07 Vestur er nakað broytt og hevur ikki presterað higartil, meðan EB/Streymur vann ein nógv umtalaðan sigur á B36, men megnar ikki at fylgja sigrunum upp, tá teir spældu javnleik móti AB.

 

Eg fari at hella til sundalagsmenn, tí teir eru væl samanspældir og hava navnframar spælarar við aftur. 0-1.

 

Víkingur - NSÍ X

Mín fyrsti tanki var, at NSÍ vinnur hendan dystin, men eg eri kmin til tað niðurstøðu, at eg tippi ein javnleik. Tað geri eg millum annað tí at Bagge ikki hevur loyst nummar 10 leiklutin. Fróði Benjaminsen í HB, Lukasz Cieslewicz í B36 og Sølvi Vatnhamar í Víkingi. Hjá NSÍ?

 

Eg tippi ein taktist spennandi dyst, har annað liðið skorar fyrst, meðan hitt liðið trýstir fyri at fáa útjavnandi málið. Eins og í Runavík móti KÍ, men vænti at hesa ferð endar tað við javnleiki. 1-1

 

AB - Skála X

Argjamenn hava ikki tapt enn, meðan Skála hevur ikki heilt loyst tað framrættaða spælið. Tí sigi eg enn ein javnleik. Skála er helst favorittur og verður gjarna spælstýrandi. Spurningurin er bara um teur fáa flutt ein mann sum Brian Jakobsen fram í vandamiklu økini, har kann hann gera skaða fyri argjamenn.

 

Eg tippi ein 1-1 javnleik, har AB skorar upp á deyðbólt.

 

Jákup Ósá tippar 3. umfar

07 Vestur - EB/Streymur 2

AB - Skála X

B36 - HB X

Víkingur - NSÍ 2

TB/FCS/Royn - KÍ 2

 

Leivur Frederiksen tippar 3. umfar
07 Vestur - EB/Streymur X
Víkingur - NSÍ X
AB - Skála 2
TB/FCS/Royn - KÍ 2
B36 - HB 1


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7