Leivur Frederiksen, Kringvarp Føroya

Aftur í ár kunnu vit gleða okkum til eina spennandi fótbóltskapping her heima í Føroyum. Her er tað øðrvísi enn í nógvum øðrum landskappingum kring Evropa, tí sum oftast er als einki avgjørt fyrr enn øll 27.umførini eru spæld.

 

Vit eru blivin von við, at áðrenn fyrsti bólturin er sparkaður í mars mánaði, vita vit snøgt sagt ikki, hvør verður Føroyameistari. Vit halda ofta, at 4-5 feløg hava møguleika at lyfta steypið, tá vit eru komin í oktober. Eg veit ikki um aðra kapping, har 40-50 prosent av feløgunum hava realistiskan møguleika at vinna meistaraheitið. Hetta er  forkunnugt, og vit skulu ikki taka tað fyri givið.

 

Eitt tíðarskeið líktist tað, at tey bæði stóru feløgini í høvuðsstaðnum høvdu tikið maktina í føroyskum fótbólti, tá tey frá 2001-2015 vunnu tólv av fimtan meistaraheitum. Men tí gongdini hevur Víkingur fyribils steðgað, og tað er einki í løtuni sum bendir á, at vit fara at enda aftur í einari so ógvusligari sigursrøð í høvuðsstaðnum fyribils. Gøta/Leirvík, Runavík og Klaksvík fara helst í nógv ár framyvir at vera við í stríðnum um meistaraheitið, og okkurt sigur mær, at Sundalagið spakuliga flytir seg tann vegin eisini. Tað er sera gott.

 

Vit skulu ikki leita so langt fyri at finna skrekkin, sum eingin okkara ynskir í Føroyum. Í Skotlandi hevur Celtic síðstu seks árini vunnið meistaraheitið og tað sjeynda á rað verður tryggjað í næstum, tí munurin niður til næstfremsta felagið er so stórur. Sama skil er í Týsklandi, har Bayern Munchen hevur vunnið meistaraheitið fimm ár á rað. Tað sætta á rað kemur skjótt í hús, tí nú átta dystir eru eftir at spæla í Bundesliguni, er Bayern Munchen tjúgu stig frammanfyri Schalke 04 á øðrum plássi.

 

Skuldi tað sama hent í Føroyum, eri eg sannførdur um, at tað við tíðini hevði minkað munandi um áhugan fyri føroysku kappingini. Styrkin í okkara kapping er, at nógv kunnu vinna FM, nógv kunnu vinna sær pláss í evropeiskari kapping, og eingin er ordiliga deyðadømdur til niðurflyting, áðrenn kappingin er byrjað.

 

Av tí at áhugin fyri fótbólti er so stórur í Føroyum vil Kringvarpið vera við. Fótbóltur savnar fólk og fótbóltur elvir til kjak. Okkara íkast í ár verður á fleiri pallum. Í útvarpinum verður beinleiðis frásøgn frá dystum. Á heimasíðuni fara vit at leggja okkum eftir at vera skjót við sjónvarps-hæddarpunktum frá øllum fimm dystunum. Fótbóltskjakið við Tróndi Vatnhamar verður eisini fastur táttur á heimasíðuni, har hann fer at hava gestir, ið hava drúgvar royndir í føroyskum fótbólti.

Vit fara eisini í ár at stroyma dystir. Stroymingin er vælumtókt, men fleiri av okkara mongu brúkarum hava eftirlýst, at hon kann blíva betur. Serliga hava fólk ynskt grafikk og replay. Hesum hava vit lurtað eftir, og er hetta nú veruleiki.

 

Feløgini eru ymisk á máli, tá kjakast verður um stroyming. Summi taka væl ímóti tí, meðan onnur eru skeptiskt. Eg skilji væl báðar partar. Summi síggja tað sum ein sterkan møguleika at branda sítt felag, meðan onnur halda, at tey missa áskoðarar av hesum, sum velja at sita í sofuni, heldur enn at møta upp til dyst og gjalda fyri atgongumerkið.

 

Mín hugsan er, at hetta er og fer at verða eitt stórt íkast. Nógv fleiri fólk kunnu nú síggja føroyskan fótbólt og við hesum verður áhugin hjá teimum varðveittur og styrktur.

 

Í mínum hugaheimi er hóttanin móti áskoðaraundirtøkuni eina heilt aðrastaðni. Hon er í Onglandi. Tað skal ikki undirmetast, at tað finnast longu nógv fólk í Føroyum, sum leggja meira í, at Manchester United ella Liverpool verður meistari, heldur enn felagið, sum umboðar býin har tey búgva ella eru uppvaksin, vinnur FM.

 

Í mínum hugaheimi er ikki torført at skilja, hví so er. Brandingin av hesum ensku feløgum er so sterk í sjónvarpinum og á internetinum, at tey vinna kappingina við tey føroysku.

 

 Ein kann spyrja seg sjálvan, hví føroyingar hvørja viku gjalda nógvar pengar fyri at ferðast til Old Trafford, Anfield, Wembley og aðrar enskar leikvøllir. Høvdu hesi fólk gjørt tað, um tey ikki sóu enskan fótbólt í sjónvarpinum? Eg haldi ikki, at vit í Føroyum bara kunnu hyggja at, men mugu koma við einum alternativi í sjónvarpinum.

 

Við at menna sjónvarpingina av føroyskum fótbólti, menna vit eisini áhugan, og tað er mín vón, at hendan miðlingin verður styrkt upp aftur meira, tí fótbóltur er sum sagt savnandi.

 

Eg fari at nýta høvi at ynskja Jákupi Ósá úr Norðlýsinum og Tróndi Arge úr Miðlahúsinum, sum báðir gera eitt stórt arbeiði fyri sínar miðlar, eitt gott kappingarár.

 

Eg havi aðrastaðni sagt mína hugsan um, hvat eg vænti av kappingarárinum 2018, so tað fari eg ikki at gera her hesaferð. Eg sleppi tó ikki undan at koma við einum boði um, hvussu stigatalvan fer at síggja út

 

1.B36

2.NSÍ

3.KÍ

4.Víkingur

5.HB

6.EB/Streymur

7.Skála

8.07 Vestur

9.TB/FC Suðuroy/Royn

10.AB

 

2.umfar

 

HB - Víkingur 2

Meðan HB var eitt vónbrot í Gundadali móti KÍ, so haldi eg, at Víkingur kom væl frá tí í fyrsta umfari. HB møtti einum sterkum KÍ-liði í farna umfari, men dysturin vísti eisini, at nógv er ikki komið upp á pláss hjá mest vinnandi felagnum í Føroyum. Tvífaldu føroyameistararnir tóktust hinvegin vælupplagdir. Teir skapa nógvar møguleikar og í verjupartinum sá fyri tað mesta gott út. Sum lið og mann til mann eru tvífaldu føroyameistararnir betur fyri, og eg vænti, at teir fáa fulla úrtøku her.

 

NSÍ - KÍ 1

Tað er einki at ivast í, at hetta er dysturin sum allarmest áhugi er fyri hetta vikuskiftið. Tey allarflestu hava hesi bæði feløgini sum favorittar til at vinna føroyameistaraheitið, og tað hava tey góða orsøk til. KÍ var sera sannførandi í Gundadali, og hóast ein skal ansa eftir at leggja ov nógv í ein einstakan dyst, so haldi eg, at tað sást, at teir hava arbeitt hart í vetur við at fáa nýggju spælararnar spældar inn. Organisatiónin sá sterk út og spælararnir tóktust hava góðan hugburð.

Tað sama kann sigast um NSÍ. Um nakar ivaðist í, um málmaskinan, Klæmint Olsen, var klárur til 2018, so kveistraði hann allan iva til viks við Stórá. NSÍ spælið var mest sum allan dystin á sera høgum stigi, tá havt verður í huga, at tað var fyrsti landskappingardystur.

 

Tað er ikki stórvegis munur á hesum báðum liðunum, og tí er eisini vælhugsandi, at hann kann enda við javnleiki ella at sigurin fer til Klaksvíkar. Tó gevi eg NSÍ favorittleiklutin, tí teir eru á heimavølli.

 

Skála - B36 2

Bæði taptu í fyrsta umfari, men tað er einki at ivast í, at tað er B36, sum er meira kroyst, um tað skuldi enda við tapi her. Tann sálarliga munin kann Skála brúka. Eg havi heldur ikki B36 til nógv meira enn tepran favoritt her, tí eg havi sæð dystin millum Víking og Skála á sjónbandi. Skálaliðið tóktist sera væl fyri, og teir skaptu fleiri heilt stórar møguleikar móti Víkingi í 0-1 tapinum. Tí ivist eg heldur ikki í, at Skála kann fáa tað at svíða hjá gestunum leygardagin. Eg haldi tó, at B36, hóast tapi fyri EB/Streymi, telist millum tey allarbestu í ár, og tí vænti eg, at teir vinna ein tepran sigur.

 

07 Vestur - TB/FCS/Royn X

Meðan 07 Vestur-spælararnir kunnu vera toluliga væl nøgdir við fyrsta umfari, so kunnu suðringarnir ikki siga tað sama. Hóast vit ikki eru meira enn komin igongd, so er hetta ein sera týdningarmikil dystur, tí tað er væl hugsandi, at hesi bæði feløgini koma at berjast um at sleppa undan niðurflytingini.

 

Eg haldi tó enn, at tað er ov tíðliga hjá mær at siga, hvat av hesum báðum eigur munin, og tí endi eg á einum javnleiki her.

 

EB/Streymur - AB 1

EB/Streymur vísti framúr góðan hugburð í fyrsta umfari móti B36. Liðið var skert, men organisatiónin var stabil, og teir tóku sera kyniskt av teimum møguleikunum teir fingu. Eg veit í skrivandi løtu ikki, um teir fáa nakrar av skaddu leikarunum klárar aftur, men okkurt sigur mær, at tað verður ikki stuttligt hjá nøkrum at koma til Eiðis at spæla í ár. Unga AB-liðið kann tó halda høvdið høgt eftir fyrsta dystin í bestu deildini, eftir at teir fluttu upp aftur, men eg vænti, at tey flestu stigini hjá teimum fara at koma til høldar á Argjum. EB/Streymur vinnur, og er millum oddaliðini, tá annað umfar er spælt.

 

Jákup Ósá tippar 2. umfar

07 Vestur - TB/FCS/Royn 1

EB/Streymur - AB 1

Skála - B36 2

HB - Víkingur 2

NSÍ - KÍ X

 

Tróndur Arge tippar 2. umfar

07 Vestur - TB/FCS/Royn X

EB/Streymur - AB 1

Skála - B36 2

HB - Víkingur X

NSÍ - KÍ X


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7