Jákup Ósá, Norðlýsið

Nú nærkast til vit byrja at fáa fyrstu svarini uppá mongu metingarnar, sum mong fótbóltsáhugað hava gjørt sær fyri komandi kappingarár. Mítt útgangsstøðið er áleið tað sama sum í fjør við tað, at eg síggi fimm lið sum tey sterkastu, men kanska er munurin nú ikki so stórur millum tey veikastu í topp 5 og tey sterkastu í botn 5. Tí er kanska meir sannlíkt, at tað er møguleiki fyri, at vit ikki fáa tey somu liðini í topp 5 sum seinastu trý árini. Men tað er framvegis so, at tað mest óvæntaða verður, um nakað botn 5 lið kemur í topp 5. Millum topp 5 kann realistiskt alt henda. Lið, sum vera sett á 4. pláss í tippingini, hava realistiskan FM møguleika.
 

NSÍ hevur bestu fortreytirnar at vinna FM

Men eingin ivi er um hjá mær, hvat lið skal metast sum favorittur at vinna FM. NSÍ er einasta topp 5 liðið, sum við fullari vissu er sterkari enn í fjør. Teir hava ongan leikara mist av teimum, sum spældu fast í fjør, og til hópin hava teir fingið royndar leikarar, sum hava roynt tað mesta sum kann roynast í føroyskum fótbólti. Hópurin er so mikið sterkur, at mest sannlíkt koma fleiri A-landsliðsleikarar frá 2017 at sita á bonkinum summar dystir. Eitt er, at leikarar sum Jóhan T. Davidsen, Fróði Benjaminsen og Øssur Dalbúð koma at styrkja nógv um, nakað annað er at FM venjarin er komin til felagið. Sámal Erik Hentze hevur uppskriftina at vinna FM.
 

Trupult at meta um KÍ er sterkari ella veikari

KÍ hevur mist nakrar týðandi leikarar, men tilgongdin eisini hevur verið stór. Fýra útlendingar eru komnir til, sum ikki hava spælt í Føroyum fyrr. Av teimum vænti eg mær mest av teimum báðum verjuleikarunum. Megnar KÍ eins væl sum í 2017 at koma í góðar leiðslur í dystum, so skal liðið blíva nógv betri til at koyra sigrarnar heim. Tað var alt ov ofta (NSÍx3, Víking, HB, EB/Streym, 07 Vestur) at liðið spældi sær av við týðandi stig. Broytist tað, so kann FM røkkast. Vegna útskiftingina er trupult at meta um, hvørs KÍ hevur ein sterkari ella veikari hóp enn í fjør. Síðstu 51 landskappingardystirnar hevur KÍ fingið stig í 45 dystum, so eg velji at trúgva, at tann gongdin heldur fram, og tað gevur eina endastøðu onkustaðni í topp 3.


Víkingur smalri hóp

Víkingur er á pappírinum veikari enn í 2017, um vit hyggja eftir tilgongd (2) og frágongd (5). Annar av nýggju verjuleikarunum, spanski Dennis Moreno, hevur víst gott støði í venjingardystunum, og er hin verjuleikarin eisini góður, so hevur Víkingur eitt sera sterkt lið, tá allir mans eru tøkir. Tað er líka, tá skaðar og leikbann koma, at Víkingur skal niður til næstbesta liðið, sum var næstbest í 1.deild í fjør, eftir leikarum, men hesir tykjast vera raskir og klárir at traðka til. Harafturat hevur Víkingur eina nýggja spæliskipan við nýggjum venjara, so tað eru nakrar óvissur í ár. Men vinnaramentanin er størst í Víkingi, um vit hyggja eftir søguni hjá felagnum, og hana skal ein ikki undirmeta. Tí kann Víkingur fara allan vegin, um alt spælir við.

 

Trupult at meta um styrkina hjá B36

B36 hevur ikki gjørt so nógvar útskiftingar, men týðandi pláss eru útskift. Bæði á aftasta plássi og á fremsta plássi eru nýggir leikarar. Trygvi Askham, Jónas Tór Næs og Kaimar Saag koma helst í uppstillingina, har B36 tó bara fyri Kaimar er púra nýtt. Patrik Johannesen kann fara at mangla, tí hann var sera eyðsýndur í fjør. Og hvørjari útgávu vera Róaldur Jakobsen og Lukasz Cieslewicz í í ár? Tað er trupult at meta um, hvørs B36 er sterkari ella veikari enn í fjør. B36 verður helst framvegis liðið, sum kemur at spæla mest undirhaldandi álopsfótbóltin. Raka teir flestu á sítt hægsta støði, so kann B36 kappast um FM og eisini vinna tað.

 

HB við sterkum álopsparti

HB er endað á 5. plássi tvey ár á rað. Sum útgangsstøðið endar liðið eisini áleið har í ár. Men fer HB at broyta pláss, so vænti eg at tað verður uppeftir, at teir fara. HB hevur helst størsta venjaranavnið í Føroyum, og tykist Heimir Guðjónsson at vera sera nærlagdur og taktiskt væl fyri. Tað kann geva liðnum nakað eyka. Í Aleksandar Stankov haldi eg, at HB møguliga hevur besta leikaran í føroysku kappingini. Mest spennandi verður kanska at fylgja Adrian Justinussen. Tað er ein leikari, sum eg vænti kanska í ár ella innan fá ár verður ein, sum fer at vera millum leikararnar við flest málstigum (mál+upplegg). Fær HB meira styrk, sum ætlanin er, so kann tað eisini broyta fortreytirnar. Í løtuni tykist hópurin nakað smalur og bæði á miðjuni og í verjuni mangla royndir.

 

EB/Streymur er størsta hóttanin móti topp 5

EB/Streymur hevur skift nakað út í hópinum. Trygvi Askham og Ari M. Olsen eru saknaðir, men inn eru komnir royndir føroyskir leikarar. Spurningarnir kunnu setast við verjupartin, har tað sær nakað tunt út eins og yngsti málverjin í deildini, 19 ára gamli Rói Zachariassen, verjir málið hjá EB/Streymi. EB/Streymur vísti seg í fjør at vera eitt lið, sum gav øllum toppliðunum dygga mótstøðu og tók eisini stig frá øllum topp 5 liðunum. Fer eitt lið at blanda seg í topp 5, so hevur EB/Streymur bestu fortreytirnar.

 

Skála við stórari útskifting

Hjá Skála er stór útskifting. 5-6 leikarar frá uppstillingini í fjør eru burtur, og til felagið eru nýggir leikarar komnir, har størsti profilurin er Ahmed Mujdragic, sum í 19 landskappingardystum frá byrjan í fjør ongantíð tapti við KÍ. Sum útgangsstøðið haldi eg, at hópurin er veikari. Eyðun Klakstein er nýggjur venjari og hann hevur eina heilt øðrvísi uppgávu enn í KÍ og B36, har stórar vónir vóru til eina topp endastøðu. Liggur Skála trygt burtur frá botninum, so er tað helst nøktandi. Skála verður kanska meir álopssinnað og stuttligari at hyggja eftir í ár, men vansin er eisini, at tað gongur útyvir úrslitini onkrar dystir.

 

TB/FCS/Royn í nýggjari útgávu

TB/FCS/Royn hevur framt nógvar broytingar í hópinum. Útlendingarnir eru skiftir út, meðan fleiri lokalir leikarar eru farnir uttanlands í lestrarørindum. Svenski venjarin Glenn Ståhl ætlar at broyta spælistíl til skula mynda dystirnar meir, og so er spurningurin, um hann hevur fólkið til tað. Um ikki, so mugu Suðuroyingar tillaga seg umstøðurnar skjótt. Í fjør var TB/FCS/Royn tað sterkasta liðið á heimavølli av botn 5 liðunum og eg vænti, at heimavøllurin kann koma at bjarga Suðuroyingum aftur í ár.

 

07 Vestur bjargaði sær kanska í síðstu løtu

07 vestur fekk tveir útlendskar leikarar í síðstu viku og kanska verður tað munurin millum 8. og 9. pláss. Tí frammanundan sá 07 Vestur út sum eitt veikari lið enn í fjør, tá liðið endaði á 9. plássi. Tað sær framvegis tunt út á fleiri plássum, men ein royndur taktiskur venjari sum Pauli Poulsen fer kanska at megna at fáa neyðugu úrslitini sum skulu til fyri at yvirliva. Eg hugsi tað stendur og fellur við nýggju útlendingunum.

 

AB er greiður favorittur at flyta niður

Uppflytararnir frá AB eru greiðir favorittar at flyta niður aftur. Orsøkin er, at liðið hevur nærum onga markanta tilgongd fingið í mun í fjør. AB hevur nakrar royndar leikarar og onkrar spennandi yngri leikarar, men á pappírinum er liðið veikari enn hini. Byrjanin fær tí stóran týdning, tí vanliga eru nógv stig at heinta fyrstu tíðina hjá uppflytarum. AB má ikki missa sambandi við hini liðini ov tíðliga, tí annars kunnu vit fáa eitt ár, har botnliðið fer at tapa nærum allar dystirnar. At eingin væntar nakað av AB gevur kanska liðnum eyka motivatión, og mín vón fyri kappingina er, at AB kemur at fáa nógv stig, eisini um tað í síðsta enda skuldi enda við eini niðurflyting.

 

Tað gevur hesa endastøðuna

1. NSÍ

2. KÍ

3. Víkingur

4. B36

5. HB

6. EB/Streymur

7. Skála

8. TB/FCS/Royn

9. 07 Vestur

10. AB

 

1. umfar


AB-07 Vestur X

Sjálvt um vit eru í fyrsta umfarinum, so haldi eg, at dysturin hevur stóran týdning fyri AB. Tí tapir AB her móti nummar 9 í fjør, so kann ein spyrja seg, hvar stigini skulu koma frá. AB hevur ikki styrkt hópin nevnivert, men tað gevur eisini ein fyrimun við at liðið er samanspælt frá byrjan. 07 Vestur hevur neyvan loyvini klár uppá allar útlendingarnar, so hetta verður kanska ein javnur dystur, sum kanska hevur ein vinnara við einum máli, men eg royni javnleikin. 1-1.


Víkingur-Skála 1

Víkingur er størsti favoritturin hetta umfarið. Skála stendur seg vanliga illa í Sarpugerði. Víkingur tykist væl fyri frá byrjan og Skála hevur nógv fleiri útskiftingar enn Víkingur. Í fyrsta umfarinum skulu vit ikki vænta tað besta spæli, men báðir hesir nýggju venjararnir hava sagt, at teir ynskja at mynda dystirnar so nógv sum gjørligt. Eg vænti, at møguleikin hjá Skála liggur í at fáa ein 0-0 javnleik sum í fjør móti KÍ. Kemur Víkingur á odda, so endar tað við tryggum heimasigri. 2-0.


TB/FCS/Royn-NSÍ 2

Tá vit fara at gera stigatalvuna upp í oktober, so vænta tey flestu, at nógv stig fara at skilja hesi bæði liðini. Men dystirnir í Betri Deildini plaga ofta at vera nógv javnari enn stigatalvan bendur á. Serligu fyrsta triðingin koma vit helst at síggja botn 5 liðini taka nógv stig frá topp 5. Hetta kann vera ein slíkur dystur, tí nýggja konseptið hjá Sámal Erik Hentze situr neyvan heilt sum tað skal frá byrjan. Tað stendur millum ein javnleik ella ein tepran útisigur og eg trúgvi, at NSÍ klárar at hála ein sigur heim. 0-1.

 

EB/Streymur-B36 X

Hetta verður ein spennandi dystur, um vit hyggja eftir pappírinum. EB/Streymur spælir sín fyrsta skrásetta dyst í Betri Deildini í Hólmanum á Eiði. EB/Streymur hevur styrkt seg við góðum leikarum, meðan B36 telist millum liðini, sum fleiri vænta kann koma langt í ár. Í fjør stóð EB/Streymur seg væl í slíkum dystum, meðan B36 var eitt sindur trilvandi fyrsta partin av kappingini. Hendan dystin er B36 lítil favorittur, men eg velji at trúgva uppá javnleikin, tí EB/Streymur er væl mannað á flestu plássum og ynskir eina góða byrjan á Eiði. Eg tippi, at hetta verður málríkasti dysturin í umfarinum. 2-2.

 

HB-KÍ X

Størsti dysturin í 1. umfarinum er í Gundadali. Bæði tí at talan er um søguliga klassikaran, og tí talan er um uppgerð millum tvey av topp 5 liðunum seinastu trý árini. HB vann 5-1 í seinasta venjingardystinum millum liðini og um hesa ársins tíð plagar HB at vera væl fyri, meðan KÍ ofta brúkar nøkur umfør til ordiliga at koma í gongd. Eg vænti ein javnan og spennandi dyst, har tað er trupult at peika á ein vinnara. 1-1.

 

Leivur Frederiksen tippar 1. umfar

AB - 07 Vestur X

HB - KÍ 2

EB/Streymur - B36 2

TB/FCS/Royn - NSÍ 2

Víkingur - Skála 1

 

Tróndur Arge tippar 1. umfar

HB - KÍ X

Víkingur - Skála 1

TB/FCS/Royn - NSÍ 2

EB/Streymur - B36 2

AB - 07 Vestur X


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7