Futsal 2017-2018

Reglur fyri Futsal 2017-18

Samanumtikið verður leikt so nær vanligu fótbóltsreglunum sum gjørligt. Tað merkir, at har annað ikki er avtalað, eru vanligu fótbóltsreglurnar galdandi. Eitt nú er bólturin úti eftir somu reglum sum í fótbólt. Somuleiðis tá útskifting av leikarum fer fram – ein leikari má ikki fara inn á vøllin áðrenn hin er komin út.

 

Dentur skal leggjast á at sleppa undan harðligum spæli. Tá talan er um nærdystir v.m. er umráðandi at vísa fyrilit og ikki vera harðligur, eisini m.a. tí, at ofta er ikki langt út til benkur, vegir o.l. Sí nærri undir stk. 7.

 

Aldursbólkar í 2017-18

- U10: leikari føddur í 2008 og 2009, evt yngri.
- U12: leikari føddur í 2006 og 2007, evt yngri.
- U14: leikari føddur í 2004 og 2005, evt yngri.
- U16: leikari føddur í 2002 og 2003, evt yngri.
- U17: leikari føddur í 2001, 2002 og 2003, evt yngri

 

Vøllur

a) Vanligur handbóltsvøllur við teimum uppmerkingum og málum, sum har eru.
b) 6-m er at fata sum 16-m í vanligum fótbólti.
c) Brotssparkspletturin er mitt fyri á 6-m sirklinum.
d) Horna-sirkulin er 25 cm.

 

Bóltur

a) FUTSAL bóltur skal nýtast til allar kappingar
b) U10 og U12 leika við bóltstødd 3, meðan U14, U16 og U17 leika við bóltstødd 4

 

Leikarar

a) Eitt lið er mannað við einum málmanni og 4 útileikarum. Tað kunnu vera í mesta lagi 5 skiftisleikarar.
b) Tað er frí útskifting, og spælið nýtist ikki at vera steðga fyri at ein útskifting kann fara fram.
c) Útskiftingin fer fram á miðjum vølli á teirri síðuni har venjarar og eykaleikarar sita.

 

GG! Ein skiftisleikari má ikki fara inn á vøllin áðrenn annar leikari er komin út.

 

Klæðir/útgerð

a) Allir leikara á liðnum skulu leika í sama liti av blusu, slag/lit av brókum og sama lit av    hosum, tó skal troyggjan hjá málmanninum skal hava annan lit enn hjá viðleikarunum.

b) Beinskinnarar er eitt krav.

 

Dómarar v.m.

a) Tað er ein dómari til ein dyst. Hjálparfólk, eitt nú venjarar, kunnu vera linjudómarar.
b) Harumframt er ein tíðtakari, sum eisini tekur sær av at telja málini og skriva úrslitini niður.

 

Tíðin

a) Hvørt lið leikar fleiri dystir, tá kapping er. Leiktíðin til hvønn dystin er alt eftir, hvussu nógvar dystir liðið leikar ta kappingina. Tað kann verða frá 7 – 15 min. pr. dyst.
b) Fyrrnevnda liðið er heimalið og verjir málið, sum er undir klokkuni.
c) Nýggjur dystur byrjar beint eftir, at ein er av.

 

At geva bóltin upp (seta spælið í gongd/miðspark)

a) Mótstøðuleikari skal vera minst 3 metrar frá bóltinum, tá spælið verður sett í gongd.
b) Spælið verður set í gongd á miðjum vølli, har ein leikari sparkar bóltin til ein viðleikara.

 

Bóltur í og úti av leiki

a) Somu reglur sum í vanligum fótbólti.
b) Endar bóltur uppi undir loftinum er innspark til liðið, sum ikki leikti bóltin seinast. Innsparkið verður tikið frá nærmasta staðnum á síðulinjuni, har bólturin rakti loftið.

 

Reglurnar um off-side galda ikki í FUTSAL.

 

Fríspark, brotsark og ósømiligur atburður

a) Somu meginreglur sum í vanligum fótbólti viðv. beinleiðis og óbeinleiðis frísparki.
b) Mótstøðuleikari skal vera minst 5 m frá har frísparkið verður tikið
c) Tá beinleiðis fríspark verður framt í egnum brotsteigi skal dømast brotsspark.
d) Óbeinleiðis fríspark í brotsteiginum til áleypandi liðið skal takast frá nærmasta staðnum á 6 m linjuni.
e) Tað er ikki loyvt at gera glíðandi taklingar.
f) Tað er ikki loyvt at brúka ógvusliga megi í nærdystum.
g) Dómarin kann vísa leikara, sum leikar harliga og/ella vísir ósømiligan atburð, av vølli, og kemur hann ikki innaftur sama dyst (gult kort). Annar leikari kann koma á vøllin, tá 2 minuttir eru farnir, ella tá mál er skotið.
h) Leikari, sum varð útvístur ein dyst, kann leika næsta dyst. Sí tó 10 i.
i) Leikari kann vera burturvístur (reytt kort) og fær ikki loyvi at leika aftur sama leikumfar. Annar leikari kann koma á vøllin, tá 2 minuttir eru farnir, ella tá mál er skotið.
j) Brot á “4 sekund” regluna gevur óbeinleiðis fríspark.
k) Tá brotsspark verður tikið, skal málmaðurin vera á mállinjuni. Aðrir leikarar skulu vera uttanfyri 3-m sirkulin (9-m sirkulin).

 

Innspark

a) Innspark kemur í staðin fyri innkast í vanligum fótbólti.
b) Bólturin skal liggja á síðulinjuni ella í mesta lagið 25 cm uttanfyri vøllin, tá hann verður sparkaður.
c) Sparkarin skal hava ein fót á síðulinjuni ella uttanfyri í tí hann sparkar.
d) Mótstøðuleikararnir skulu vera minst 5 m frá, har sparkið verður tikið.
e) Brot á “4 sekund” regluna við innspark, gevur innkast til mótstøðuliðið.

 

Málkast

a) Málkast kemur í staðin fyri málspark. Kann kastast alla staðir frá í brotsteiginum
b) Brot á “4 sekund” regluna gevur óbeinleiðis fríspark. Sí pkt 10 d.
c) Bólturin skal kastast útum brotsteigin, um ikki, so verður málkast at takast av nýggjum. 4 sekund reglan verður ikki brotin orsakað av hesum.

 

Hornaspark

a) Samsvarar við horna í vanligum fótbólti.
b) Bólturin skal liggja í hornasirkulinum, sí punkt 2 d
c) Mótstøðuleikarar skulu vera minst 5 m frá, har sparkið verður tikið.
d) Brot á “4 sekund” regluna gevur óbeinleiðis fríspark.

 

Ymiskt

a) Frástøðan, tá fríspark, innspark, hornaspark og málkast verður tikið, er minst 5 metur.
b) Frástøðan er 3 metur, tá spælið verður sett í gongd (miðspark) ella tá brotsspark er.
c) “4-sekunds” reglan er galdandi tá miðspark, fríspark, innspark, hornaspark og málkast skal takast. Tað merkir, at leikari eigur at avgreiða hesi innan 4 sek eftir at hann hevur fingið fatur á bóltinum/umstøður at taka tey, eftir dómarans meting.
d) “4-sekunds” reglan er galdandi tá málmaðurin hevur bóltin í hondini. Brot gevur óbeinleiðis fríspark. Sí pkt 10 d.
e) Dómarin vísir, við at rætta armin upp, nær niðurteljingin av teimum 4 sekundunum byrjar.
f) Málmaðurin kann ikki taka bóltin við hondini tá hann verður lagdur aftur av viðleikara.
g) Fríspark í egnum brotsteigi skal skjótast útum brotsteigin, um ikki, so verður fríspark tikið av nýggjum.
h) Um beinleiðis fríspark verður skotið í egið mál, fær mótstøðuliði hornaspark.

 

-----

 

Dagført: 27. oktober 2017


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6