Leivur Frederiksen, Kringvarp Føroya

Eg fari fyrst at takka mínum kollegum, Jákup Ósá og Tróndi Arge fyri hesaferð.

 

Aftur í ár bleiv landskappingin spennandi, tí nú 27. umfar er á skránni, er framvegis ikki greitt, hvør verður føroyameistari.

 

Tá kappingin er um at blíva liðug, plagi eg at gera mær nakrar tankar um kappingarárið.

 

Tað hava sannliga verið avrik, sum hava hugtikið meg.

 

Eitt skert NSÍ-lið vísti í steypafinaluni at vilji og hjarta kann bera á mál.

 

Í landskappingin hava vit sæð nøkur hegnislig mál. Vit skulu bara bakka eina viku, so fingu vit eitt frá Árna Frederiksberg, sum nógvar fótbóltsstjørnur høvdu ynskt, at tær skoraðu.

 

Vit hava til dømis eisini í fleiri umførum sæð eitt undirtippað Skála-lið vunnið og spælt javnt móti teimum stóru feløgunum.

 

Eg sleppi heldur ikki frá avrikinum hjá føroyameistaranum Víkingi í 4-2 sigrinum á B36 í Gøtu. Har vístu teir, hví teir eru føroyameistarar, og fyri mítt viðkomandi var hatta eisini dysturin, sum syrgdi fyri, at Víkingur aftur í ár verður føroyameistari.

 

Eitt flott avrik, Víkingur var bæði aftanfyri 0-1 og 1-2, har tað var ein fragd at síggja Filip Djordjevic, sum bleiv innskiftur, tá 57. minuttir vóru farnir, herja náðileyst á B36-málið. Hann skoraði einki mál, men hann hevði næstsíðsta fótin á, og hann lyfti sínar liðfelagar.

 

Slík avrik eru tað, sum ein fótbóltsáskoðari fegin vil síggja. Eina løtu tykist alt at vera farið, men við lið- og einmansavrikum verður dysturin vendur á høvdið upp á fáar minuttir.

 

Eg kundi í sama viðfangi nevnt røsku suðringarnar, sum vóru aftanfyri 0-2 móti B36, tá 54 minuttir vóru farnir, men stríddu seg til ein 3-2 sigur. Tað sama var galdandi fyri EB/Streym, sum var í Gundadali og vendi 0-2 til 3-2 í dystinum móti HB. Hugtakandi avrik fyri tey allarflestu, líkamikið hvørjum felagi ein stuðlar.

 

Eg haldi ikki, at tað er rímiligt at krevja, at hvør einasti dystur skal vera sum eitt HC-Andersen ævintýr, men tað má tó gjarna henda oftari, enn tað hevur í ársins landskapping.

 

Tí, tað er eitt orð, sum stendur allarfremst, tá eg hugsi um skjótt farnu kappingina, og tað er eitt heldur vánaligt føroyskt orð. “Strukturur”. Vit plaga vanliga at siga, at eitt lið kann vera væl skipað, og tað má eg siga, at tað vóru tað nógv lið sum vóru í nógvum dystum í ár.

 

Tey vóru so væl skipað í flestu dystum, at álopsdygdirnar stóðu ikki mát. Eg havi í ár sæð alt ov nógvar dystir við alt ov fáum málmøguleikum. Kanska er tað bara mítt eyga. Um hetta skal undirbyggjast við fakta, er kanska neyðugt, at onkur fer at hyggja dystirnir ígjøgnum og framleiða hagtøl. Kanska fara júst hagtølini at vísa, at eg fari skeivur, tí eitt nú eru tað skorað 3,18 mál í miðal pr. dyst higartil í ár, samanborið við 3,13 mál pr. dyst fyri alt árið í fjør. Hagtøl eru eitt og subjektivar upplivingar eru eitt annað.

 

Í onkrum dystum havi eg havt kensluna av, at lið næstan eisini eru í verjustøðu, tá tey sjálvi hava bóltin(!). Hygg til dømis eftir 0-0 dystinum millum Víking og KÍ, sum má standa millum størstu leikligu vónbrotini í ár. Var hetta tað, sum ein kann fáa burturúr, tá nummar 1 og 2 í føroysku landskappingini møtast?

 

Eg plagi onkuntíð at telva á internetinum. Dysturin millum Víking og KÍ minti meg meira um talv enn um fótbólt.

 

B36 fekk fleiri ferðir í ár rós fyri sítt fótbóltsspæl, men um hugt verður nærri at avrikunum, so er tað ikki altíð uppiborðið. Jú, gamaní sá tað flott út í nøkrum dystum, men í nógvum dystum, haldi eg, at man hevur sæð B36 spælt heldur konservativt, hóast teir eru á bóltinum. Bakkar og vengur eru í heilum í ein móti einum støðum, har teir venda og spæla bóltin aftur til ein viðleikara. Hví ikki bjóða av og søkja møguleikan? Er óttin fyri at verjuspælarin hjá mótstøðuliðunum skal fanga bóltin og seta ein kontra ígongd so stórur, at ein er bangin fyri at leypa á?

 

Men um tað er, sum eg haldi, at tað er. Hví man tað so vera so?

 

Ein uppløgd frágreiðing er, at nú eru nógvir av teimum bestu føroysku spælarunum ikki í føroysku kappingini meira. Teir spæla í Danmark, Noregi og Íslandi. Hetta hevur við sær, at dygdin á fótbóltsspælinum minkar.

 

Ein onnur frágreiðing er, at spælskipan uttan bólt er blivin so dominerandi í hugsunarháttinum hjá venjarum og spælarum, at tað ikki er nógv yvirskot eftir til at hugsa um spælið við bóltinum.

 

Ein annar tanki er, at føroysku liðini eru ikki meira enn standard vælskipað, sum ein kann vænta frá einum og hvørjum fótbóltsliði, men at álopsdygdirnar í føroysku kappingini bara ikki eru nóg nógvar til at bróta eitt vælskipað lið niður og har frá skapa nóg nógvar málmøguleikar. Her hugsi eg  serliga um einstaklingar, sum kunnu nakað eyka við bóltinum. Teir eru í føroysku kappingini, men teir eru ikki nógvir.

 

Eg havi ikki mína dagligu gongd úti í nøkrum felag, men tað skal vera mín vón, at tað í øllum førum í teimum yngru deildunum verður lagdur størri dentur á spæli við bóltinum heldur enn struktur (eitt turrisligt og keðiligt orð). Onkur annar kundi tá sagt, at tað er gott at venja struktur við børnum, tí er tað ikki júst tað, sum vit skulu skúla okkara ungdóm til, um okkara kæra landslið framhaldandi skal fáa góð úrslit? Tað er í øllum førum eitt argument, men eg taki ikki undir við tí.

 

Tá hendan kappingin byrjaði sóu tey allarflestu, at tað var ikki so stórur ivi um, hvørji fimm feløg fóru at taka tey fimm ovastu plássini, og hvørji fóru at enda á fimm teimum niðastu. Soleiðis bleiv eisini. Tað er einki løgið í tí, tí tað er stórur munur á pengum og leikaratilfeingi.

 

Tí vil eg undirstrika, at mín kritikkur er fyrst og fremst ætlaður feløgunum í topp fimm. Hini fimm feløgini hava brúk fyri nógvum strukturi í teirra spæli, um tey skulu hava ein livandi møguleika at yvirliva.

 

Í veruleikanum er tað kanska torført at rætta kritikkin móti nøkrum einstaklingi. Mest uppløgdu persónarnir at peika eftir eru sjálvandi venjararnir, men har er bara eitt galdandi, og tað er at fáa stig, annars eru teir skjótt arbeiðsleysir. Helst stendur eisini ein rímiliga góður bonus fyri evropeiska luttøku upp á spæl hjá teimum flestu, og tað er væl skiljandi, at man vil hava fatur á honum.

 

Richard Møller Nielsen, sum var venjari hjá Danmark, tá teir vunnu evropameistarakappingina í 1992, segði við ein journalist, tá hann bleiv kritiseraður fyri heldur keðiligt spæl, at fótbóltur er ikki nøkur vakurleikakapping. Rætt hevði Richardo, sáli.

 

Hesi orð eru heldur ikki skrivað uttan virðing fyri tildømis venjaranum hjá føroyameistaranum, Víkingi, Sámal Erik Hentze. Hann hevur ein sterkan hóp, tá vit hugsa um føroysk viðurskifti, sum hann brúkar optimalt. Flestu sofavenjarar høvdu helst ikki ivast í, at sett bæði Djordjevic og Lava Olsen í byrjanaruppstillingina, og eg ivisi heldur onga løtu í, at tað hevði givið Víkingsspælinum munandi meira fýrverkarí, men við góðari analysu av sínum hópi, hevur Sámal Erik Hentze sæð, at tað er ikki soleiðis, at stigini koma á kontuna á tryggasta hátt. Har afturat hevur Vikingsvenjarin tveir spælarar, sum kunnu koma inn og broyta dystir. Hann hevur tí nógv umrøddu Plan B, um Plan A ikki riggar.

 

Og lat meg eisini skunda mær at leggja afturat, at eg haldi ikki, at nakað annað felag enn Víkingur hevur uppiborið at vinna FM í 2017. Teir hava verið best, tá tað var neyðugt at vera best.

 

Tá alt tað er sagt, sleppa vit ikki undan, at um áhugin fyri føroyskum fótbólti skal vaksa ella bara halda stand, so er neyðugt við eitt sindur meira av vakurleika, tó uttan at gera tað til vakurleikakapping, sum Richard Møller Nielsen nevndi.

 

Mín vón er, at síggja talv, tá eg hyggi eftir talvi og meira fótbóltsspæl, tá eg hyggi eftir fótbólti.

 

Eg fari varisliga, tí tað er ikki heilt avgjørt enn, at ynskja Víkingi hjartaliga til lukku við føroyameistaraheitinum 2017.

 

Víkingur – EB/Streymur 1

Her verður tað avgjørt. EB/Streymur hevur fleiri ferðir í ár givið teimum bestu høvuðbrýggj, men teir hava tapt tvær ferðir fyri Víkingi (0-1 og 1-5 við Margáir), og eg vænti eisini, at Víkingur fer at vinna her frammanfyri stórari áskoðarafjøld, sum er komin í FM-veitslu. Gummibein eru ikki aktuell, tí málmunurin millum Víking og KÍ er so stórur, at Víkingarnir kunnu trygt fara inn á vøllin og seta krúnuna á verkið.

 

HB – B36 X

Hesi hava á stigatalvuni ikki so nógv at spæla um. HB endar á fimta plássi, meðan B36 kann enda við at einki heiðursmerki at fáa, um tað gongur illa hjá teimum, men evropeiska plássið er tryggjað. Dysturin millum grannarnar snýr seg tó altíð um æru, og eg vænti, at bæði leggja nógv fyri at vinna. HB og B36 hava tríggjar ferðir á rað spælt 2-2 javnleik, og tað er ikki óhugsandi, at vit fáa eitt líknandi úrslit her.

 

ÍF – 07 Vestur 1

Her er torført at meta um, tí her er als einki upp á spæl. Bæði liðini vunnu í júst farna umfari, og tey skulu hava rós fyri, at tey framvegis eru motiverað til at fara eftir sigrum. Hesin dysturin kann enda við øll trimum úrslitum, tí eg vænti, at tað verður júst motivatiónin, sum fer at vera munurin, og her haldi eg, at ÍF-spælararnir skylda sínum heimaáskoðarum at enda, eitt annars miseydnað kappingarár, virðiliga. Tí fari eg eftir heimasigrinum.

 

KÍ – NSÍ 1

Kanska verður hetta mest undirhaldandi dysturin í hesum kappingarárinum? Tí um KÍ skal blíva føroyameistari, so skulu teir vinna við nógvum málum á NSÍ, samstundis sum EB/Streymur skal vinna (helst eisini við nógvum málum) á Víkingi. Um KÍ fer eftir tí spinklu vónini, so verður hetta undirhaldandi við nógvum málmøguleikum til bæði liðini. Av tí at umstøðurnar eru, sum tær eru, er hetta eisini ein dystur, sum er sera torførur at meta um, men eg fari eftir einum heimasigri.

 

TB/FCS/Royn – Skála 1

Hesi bæði skulu hava rós fyri at hava avgreitt sín setning væl í ár, og nú skulu tey avgera, hvør tekur sætta plássið. Sum tað ljóðaði á Maurice Ross í samrøðuni við Kringvarpið, so vil hann fegin lyfta sítt lið upp á sætta plássið, tí so hevur felagið fingið maksimalt burturúr, tá hugsað verður um tilfeingið. Eg eri samdur í tí. Aftur her hugsi eg, at heimaliðið kann hugsast at vera meira motiverað til at enda væl frammanfyri sínum heimaáskoðarum.

 

Jákup Ósá tippar 27. umfar

ÍF - 07 Vestur 1

TB/FCS/Royn - Skála 1

HB - B36 2

Víkingur - EB/Streymur 1

KÍ - NSÍ 1

 

Tróndur Arge tippar 27. umfar

ÍF - 07 Vestur 1

TB/FCS/Royn - Skála 1

HB - B36 X

Víkingur - EB/Streymur 1

KÍ - NSÍ X


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6