Jákup Ósá, Norðlýsið

EB/Streymur - TB/FCS/Royn 1

Dystur millum nummar 6 og 7, har vinnarin verður á 6. plássi í landsliðssteðginum og helst leysur frá botnstríðnum restina av kappingarárinum. EB/Streymur manglar Rógva Nielsen og Róa Olsen, sum hava leikbann. Var tað ikki fyri eitt stórt dómaramistak, so fekk EB/Streymur kanska stig í Runavík og burtursæð frá tí hevur heimaliðið ongan dyst tapt eftir summarsteðgin. Suðuroyingar vunnu síni fyrstu stig eftir summarsteðgin við teprum sigri á ÍF á heimavølli. Tí ivist eg í, um suðuroyingar eru komnir í gongd, og tá EB/Streymur samstundis hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar uppiborið, so endar hesin sigurin hjá heimaliðnum. 2-1.

 

ÍF - HB 2

Hóast ÍF hevur tapt báðar dystirnar tepurt undir Albert Ellefsen, so havi eg eina kenslu av, at tað hevur sæð betri út hjá fuglfirðingum. HB er besta liðið í Effodeildini seinastu fýra umførini við fullum stigatali og málmuninum 12-3. Hóast ÍF mangan hevur argað HB, so kann eitt lið við 11 tapum á rað ikki væntast at fáa stig. Við sigri her fer HB í øllum førum at nærkast steypafinalistunum á stigatalvuni, og tá hevur HB næstan eins góðan møguleika at koma í topp 4 sum m.a. B36, NSÍ og møguliga KÍ. 0-2.

 

Skála - Víkingur 2

Afturi í 2014 fekk Skála tveir javnleikir á heimavølli móti Víkingi, men síðani hevur Víkingur gjørt slætt borð. Hjá Skála hevur Hákun Edmundsson leikbann, meðan Heðin Hansen hevur leikbann hjá Víkingi. Víkingur vann, sum eg eisini hevði væntað, á heimavølli móti B36 og tað staðfesti aftur, at Víkingur er rímiliga greiður favorittur at vinna FM, tí málmunurin er so góður, at tað skulu fleiri umfør til fyri at annað lið skal kunna fara framum. Burtursæð frá stórtapinum í Sarpugerði móti Víkingi, so hevur Skála einki stórtap í ár. Men eg síggi ikki fyri mær, at Víkingur setur stig til ein slíkan dyst í seinasta triðinginum av kappingini, tí til tað stendur ov nógv uppá spæl og hópurin hevur ov nógvar royndir til tað. 1-3.

 

07 Vestur - KÍ 2

Ein dystur millum tvey lið, sum bæði hava harðliga brúk fyri øllum stigunum. 07 Vestur stríðist við at fáa samband við liðini uppiyvir niðurflytingarstrikuni, meðan KÍ má vinna fyri at hanga í oddaliðnum Víkingi og samstundis halda frástøðuna til nummar 5, sum er HB, ið eltir Europa League pláss. Tí í løtuni er stutt millum ”succes” og ”fiasko” í topp 5. 07 Vestur manglar Ken Fagerberg, sum hevur leikbann, meðan KÍ hevur Jonas F. Rasmussen tøkan aftur eftir leikbann. Dystirnir millum 07 Vestur og KÍ í Sørvági plaga næstan altíð at vera javnir og spennandi eins og tann fyrri var í ár. KÍ er favorittur og finnur liðið taktirnar frá pørtum av seinna hálvleiki móti Skála fram, so verður tað helst ein útisigur. 1-2.

 

B36 - NSÍ 1

Dysturin varð spældur 16. august, og tveir dagar áðrenn skrivaði Jákup Ósá soleiðis:

Sera spennandi og avgerandi dystur í Gundadali mikukvøldið. Bæði liðini kunnu taka oddasessin hesa vikuna, tí megnar annað av liðunum at vinna báðar sínar dystir hesa vikuna, so er oddasessurin teirra, hóast tað skal havast í huga, at tey hava leikt ein dyst fleiri enn hini toppliðini. B36 er liðið, sum hevur fingið flest stig í Effodeildini síðstu 6 umførini. NSÍ tapti greitt seinast móti HB, men vinnur NSÍ, so hava runavíkingar eins nógv stig eftir summarsteðgin sum B36. B36 hevur í longri tíð bara spælt móti liðum, sum liggja í botn 5, so hetta verður stóra styrkisroyndin, meðan NSÍ í seinasta dysti móti HB ikki sørt minti um, tá liðið hevur spælt í Gundadali undanfarin ár, har liðið sum oftast hevur tapt og avrikað illa. Árni Frederiksberg var ikki við tann dystin og hóast Jann Benjaminsen og Petur Knudsen eru sera evnaríkir og skora og leggja upp til nógv mál, tá teir spæla, so er Árni helst sera týðandi, tí hann hevur munandi fleiri royndir enn áðurnevndu og er betri samanspældur við m.a. toppskjúttan Klæmint A. Olsen, sum einki mál skorað teir báðar dystirnar, har Árni ikki hevur verið við. Eg haldi, at dysturin liggur áleið 55/45 til B36, tí B36 hevur so sterka sigursrøð koyrandi, hevur heimavøll og tí vit júst hava sæð NSÍ avrikað illa í Gundadali móti hinum havnarliðunum. Báðir dystirnir millum liðini fyrr í ár eru endaðir við javnleiki, men har var B36 greitt betra liðið í Gundadali, meðan eitt sera skert B36 lið fekk góðan javnleik í Runavík. Vit kunnu nokk vænta fleiri mál og hækkar NSÍ sítt støðið í mun til síðsta dyst, so verður tað helst spennandi og ein væl spældur dystur. 3-2.

 

Leivur Frederiksen tippar 20. umfar

B36 – NSÍ 1

ÍF – HB 2

EB/Streymur – TB/FCS/Royn 1

07 Vestur – KÍ 2

Skála – Víkingur 2

 

Tróndur Arge tippar 20. umfar

B36 – NSÍ X

ÍF – HB 2

EB/Streymur – TB/FCS/Royn 1

07 Vestur – KÍ 2

Skála – Víkingur 2


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6