Jákup Ósá, Norðlýsið

Jákup Ósá tippar 14. umfar í EFFO-deildini, sum verður spælt fríggjadagin 23. juni

 

EB/Streymur - B36 2 (kl. 18:30)

Ein dystur millum tvey lið, sum í løtuni kappast um plássini í miðjuni á stigatalvuni. Spurningurin er, hvussu leingi B36 fer at liggja so langt aftanfyri toppliðini. B36 fekk søguligan sigur í Klaksvík og nú raktu teir hvítu ein dag, har liðið var effektivt og hevði marginalarnar við sær í fleiri málum. Trý eitt sindur tilvildarlig mál, ein deyðbólt og so eitt framúr væl spælt mál. Hóast talan var um størsta sigurin í landskappingini í Klaksvík í søguni, so helt eg enntá ikki, at B36 spældi upp til sítt besta. Tað eru nógvar dygdir á liðnum og tað er ikki óhugsandi, at B36 fer at fáa eina røð av góðum úrslitum. EB/Streymur kann vóna at fáa eitt óvæntað stig eins og seinast á heimavølli móti B36. Eftir sigurin í Fuglafirði er ikki so stórt trýst á heimaliðnum, men munurin niður til nummar 9 er bara 3 stig. Eg vænti at við m.a. Lukasz Cieslewicz, Philip Lund og Róaldi Jakobsen saman við ungum gjøgnumbrotum, har m.a. Benjamin Heinesen, Hannes Agnarsson og Erlendi Magnusson kunnu nevnast, so verður B36 liðið ov sterkt, nú teir hava fingið smakkin av stórsigri á útivølli. Vónin hjá EB/Streymi liggur í at halda 0-0 so leingi sum møguligt. 0-3.

 

TB/FCS/Royn - HB 2 (kl. 20:00)

Á jóansøku fáa suðuroyingar møguleika at sleppa leysir av HB í kappingini um 4.pláss. Tað høvdu neyvan mong væntað undan kappingarbyrjan. Men hóast suðuroyingar til tíðir eru truplir at rokna út, so sær út sum at liðið ikki er tengt av einstøkum eyðsýndum leikarum. Seinast sótu m.a. Mats Walberg, Poul Ingason og Salmundur Bech uttanfyri. HB burdi havt vunnið móti Skála, men summar dagar vil bólturin ikki inn. Eg veit ikki, hvussu stóran týdning vit skulu leggja í tað tapið hjá HB, tí liðið hevði nøkur fín úrslit frammanundan. Við Stórá sleppur HB at standa sína roynd, og eg vænti eisini, at teir fara at standa hana. HB skal vaska talvuna reina, meðan TB/FC Suðuroy/Royn kanska hvílir eitt sindur í góðu úrslitunum seinastu tíðina. HB vann heimadystin móti suðuroyingum, og tað kemur sjáldan fyri, at HB tapir í Suðuroynni í nýggjari tíð. Hesin dysturin liggur á 50/50, men eg tippi Aleksandar Stankov, sum er millum bestu leikararnar í deildini, oyðileggur jóansøkuna hjá suðuroyingum. 1-2.

 

07 Vestur - Víkingur 2 (kl. 19:00)

Undan kappingini væntaði eg, at 07 Vestur fór at vera eitt heimalið, sum fór at geva øllum dygga mótstøðu, serliga á heimavølli. Men soleiðis hevur ikki verið. Toppliðini hava øll fingið fult í Sørvági og bæði NSÍ og HB vunnu lættliga. Mest óvæntaða stigið hjá 07 Vestur í ár kom móti Víkingi á útivølli, so kanska skal heimaliðið ikki avskrivast heilt hendan dystin. Tó skal tað ikki skiljast sum at 07 Vestur hevur verið eitt vónbrot, tí tað hevur liðið ikki verið. Liðið hevur framvegis fínan møguleika at halda sær í deildini. Sum eg sá brotini frá Víkingi og NSÍ, so tapti Víkingur ikki vegna eitt vánaligt avrik. Sølvi Vatnhamar er í toppform, og tað ger, at missurin av Andreas Lava Olsen, ið hevur leikbann, verður ikki so eyðsýndur. Eftirsum 07 Vestur hevur avrikað so illað á heimavølli móti toppliðunum, so trúgvi eg, at tað er mest spurningur um, hvussu stórur sigurin verður hjá Víkingi. 1-3.

 

Skála - NSÍ 2 (kl. 19:00)

Á stigatalvuni og útfrá innanhýsis hagtølum, so er NSÍ greiður favorittur hendan dystin. Men í mun til 07 Vestur, so haldi eg, at Skála hevur betri uppskrift móti toppliðunum. Skála hevur tikið stig frá øllum uttan Víkingi. Á Skála hevur liðið ongan dyst tapt, og Skála fekk enntá stig í Runavík fyrr í ár, sum ikki er vanligt. NSÍ fekk eitt stig meir enn væntað í báðum toppdystunum móti KÍ og Víkingi, og vit hava fingið endaliga staðfest, at NSÍ nú er eitt lið, sum er eins gott til toppdystirnar sum hini liðini. Verjuspælið hjá liðnum er nógv betri, og tá ger tað ikki so nógv, at álopsspælið ikki er so flótandi sum onkuntíð fyrr. Hjá NSÍ hava Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg havt avgerandi leiklut í 22 av 25 málum hjá NSÍ. Tað er tó lættari sagt enn gjørt at steðga teimum. Tað hava vit sæð hjá teimum bestu verjunum seinastu vikurnar. Hetta sær kanska út til at vera árið, har NSÍ hevur neyðugu marginalarnar við sær nógvar dystir. Skála gevur dygga mótstøðu, men NSÍ kemur á odda og fær eitt kontra mál afturat seinastu løtuna. 0-2.

 

ÍF - KÍ 2 (kl. 19:00)

ÍF er í fríðum falli í longri tíðarskeið, og tað var KÍ eisini seinasta dyst. Ikki tí, eg hevði ikki væntað meir enn 1 stig tilsamans til KÍ í báðum dystunum móti NSÍ og B36, men sjálvt avrikið móti B36 var eitt vónbrot. ÍF hevur havt tað trupult á heimavølli móti KÍ seinastu árini. Men ein skal ikki heilt avskriva ÍF móti grannaliðunum. Tí ofta sláa teir til, tá ein minst væntar tað. ÍF stóð í fjør fyri einum av mest óvæntaðu úrslitinum, tá teir flongdu KÍ í Klaksvík, og fyri nøkrum vikum síðani fekk liðið javnleik og var nær við at vinna móti Víkingi við skerdum liði. Hjá KÍ er spurningurin, um avrikið móti B36 bara var ein einstakur vánaligur dystur ella um meir skal leggjast í tað. Tað eydnaðist at spæla seg fram til nakrar mál møguleikar, men annars riggaði næstan einki hendan dagin. Eg havi ikki sæð Kristian Joensen, Jonas F. Rasmussen og Hørð Askham spælt so illa samstundis fyrr. Tí tað er fyrst og fremst verjuparturin, sum hevur fingið stigini til KÍ í ár. Fyri KÍ hevur tað stóran týdning at reisa seg beinanvegin og fáa 3 stig, áðrenn tankarnir kunnu fara á stóru uppgávuna í Europa League móti AIK, har teir bláu m.a. sleppa at royna seg á Friends Arena í Stokkhólmi. Eg vænti eisini, at KÍ reisir seg og toppskjúttin Albert Adu, sum eg vænti fær møguleikan frá byrjan aftur, verður kanska avgerandi. Hann pyntar uppá síni góðu persónligu mál hagtøl sum siga, at hann higartil hevur skorað 5 mál í 577 minuttum. 1-3.

 

Leivur Frederiksen tippar 14. umfar

EB/Streymur – B36 2

ÍF – KÍ 2

07 Vestur – Víkingur 2

Skála – NSÍ 2

TB/FCS/Royn – HB X

 

Tróndur Arge tippar 14. umfar

EB/Streymur – B36 2

ÍF – KÍ 2

07 Vestur – Víkingur 2

Skála – NSÍ 2

TB/FCS/Royn – HB 1


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6