Leikarareglugerðin

Reglur um leikarar og flytingar av leikarum 

Inngangur:

FIFA hevur í “Regulations for the Status and Transfer of Players” ásett altjóða og bindandi reglur um rættarstøðuna hjá leikarum, herundir rættin hjá leikara at luttaka í skipaðum fótbólti og at flyta millum ymisk feløg. 

Reglurnar skulu innihalda ásetingar um, hvussu ósemjur millum feløg og leikarar skulu greiðast samsvarandi FIFA reglum. Reglurnar skula hava ásetingar, sum geva feløgum, sum hava lagt orku í at venja og útbúgva ungar leikarar, eina ávísa samsýning, tá viðkomandi leikari skiftir felag. FIFA hevur eisini ásett slíkar reglur, sum tó bert eru bindandi fyri flyting av leikarum millum lond innan FIFA. 

Endamálið við nýggju reglunum er: 

At tryggja støðug og góð kappingarviðurskifti, sum taka rímulig atlit til, at tað kann vera tørvur á leikaraskiftum, sum eisini liggur uttan fyri tað, sum kann vera avtalað millum felag og leikara og at samsýna feløgum, sum gjøgnum ungdómsarbeiði teirra hava verið við til at venja og útbúgva ungar fótbóltsleikarar. 

Eisini er endamálið við reglunum at forða fyri at flytingar fara fram ávís tíðarskeið.

Reglurnar eru galdandi fyri allar flytingar av áhuga- og yrkisleikarum millum limafeløg innan FSF. 

Reglurnar hava eisini ásetingar um sáttmálaviðurskifti millum felag og leikara.

-----

Kapittul 1
Alment

 

§ 1. Altjóða bindandi FIFA reglur

 

Stk. 1. Henda reglugerð setir í gildi altjóða bindandi reglur um status hjá leikarum, teirra rætt at taka lut í skipaðum fótbólti, og flyting av leikarum millum limafeløgini í Fótbóltssambandi Føroya (FSF). Reglugerðin skal vera í samsvar við Article 1 (3) í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players, og skal eisini innihalda ásetingar um hvussu ósemjur millum feløg og leikarar skulu greiðast samsvarandi FIFA ásetingum, umframt ásetingar um endurgjald til feløg fyri venjing og útbúgving av ungum leikarum.

 

Stk. 2. Um ósamsvar er millum hesa reglugerðina og bindandi reglurnar í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players sambært stk. 1, tá eru FIFA reglurnar galdandi.

 

Stk. 3. Reglugerðin ásetir eisini skráseting av leikarum frá útlendskum feløgum.

 

-----
 

§ 2. Status hjá leikara

 

Stk. 1. Leikari, ið tekur lut í skipaðum fótbólti, er antin áhugaleikari ella yrkisleikari.

 

Stk. 2. Yrkisleikari er leikari, sum hevur skrivligan sáttmála við eitt felag, og sum fær eina samsýning frá felagnum, sum er størri enn útreiðslurnar, sum viðkomandi hevur av at leika fyri felagið. Allir aðrir leikarar verða mettir at vera áhugaleikarar.

 

Stk. 3. Yrkisleikari skal hava FSF góðkendan standardsáttmála við sítt felag.

 

Stk. 4. Fyri at luttaka í Meistaradeildini, skal leikari vera yrkisleikari og hava FSF góðkendan standardsáttmála. Tó kunnu í mesta lagi 3 áhugaleikarar verða við í hópinum og harvið luttaka í dysti í Meistaradeildini, men skal viðkomandi áhugaleikari, sum hevur leikt, til næstkomandi dyst hava gjørt yrkisleikarasáttmála við sítt felag. 


-----

 

§ 3. Limaskapur og skráseting av leikara

 

Stk. 1. Leikari, sum skal luttaka í fótbóltsdysti, sum FSF fyriskipar, skal vera skrásettur limur í einum limafelagi hjá FSF, og verða skrásettur hjá FSF, sum antin áhugaleikari ella yrkisleikari samsvarandi § 2. Við at skráseta seg hjá limafelagnum og FSF játtar leikari, at vilja halda viðtøkur og reglugerðir hjá limafelagnum, FSF, UEFA og FIFA.

 

Stk. 2. Leikari kann bert vera skrásettur hjá einum limafelag í senn. 

 

Stk. 3. Yrkisleikari kann í mesta lagi vera skrásettur hjá trimum feløgum í einum kappingarári. Í hesum tíðarskeiði kann leikarin einans leika dystir fyri tvey feløg. Sum eitt undantak frá hesi reglu, kann leikari, sum flytir millum tvey feløg, ið eru limir í fótbóltssambondum við umskarandi kappingarárum (t.e. byrjan av kappingarárinum á sumri /heysti, mótsett á vetri / vári), leika í dystum fyri eitt triðja felag í viðkomandi kappingarári, treytað av at leikarin hevur yvirhildið allar sínar sáttmálaásettu skyldur mótvegis undanfarnu feløgunum. Eisini skulu ásetingarnar viðvíkjandi skrásetingartíðarskeiði og minstu longd av sáttmála haldast.

 

Stk. 4. Í øllum viðurskiftum skulu atlit verða tikin til ítróttarliga integritetin í kappingini.

 

Stk. 5. Leikarin hevur loyvi at leika í dysti fyri nýtt felag frá tí degi flytingin er skrásett í leikaraskráseting FSF´s.

 

Stk. 6. Yrkisleikari kann einans taka lut í venjingardystum ella venjingum hjá øðrum felagi um sáttmálahavandi felagið gevur skrivligt loyvi til tess.


-----

 

§ 4. At gerast áhugaleikari aftur

 

Stk. 1. Ein leikari, sum er skrásettur sum yrkisleikari, kann ikki skráseta seg aftur sum áhugaleikari, fyrr enn í fyrsta lagi 30 dagar eftir seinasta dystin hjá viðkomandi sum yrkisleikara.

 

Stk. 2. Einki endurgjald fyri venjing og útbúgving ella annað gjald verður at rinda, tá ið leikari aftur gerst áhugaleikari.

 

Stk. 3. Um leikari endurskrásetur seg sum yrkisleikari innan 30 mánaðir aftaná, at viðkomandi leikari aftur er blivin áhugaleikari, skal nýggja felagið hjá viðkomandi leikara rinda endurgjald fyri venjing og útbúgving samsvarandi FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players.

 

-----
 

§ 5. Tá leikarar gevast

 

Stk. 1. Yrkisleikari, sum endar yrkisleið sína, tá sáttmáli hansara gongur út, og áhugaleikari sum gevst at spæla fótbólt, skulu í 30 mánaðir eftir hetta varðveita sína skráseting hjá FSF undir seinasta felagi teirra.

 

Stk. 2. Tíðarskeiðið byrjar tann dagin, sum leikarin seinastu ferð leikti fyri felagið í einum dysti fyriskipaðum av FSF.


-----

 

§ 6. Útlendskir leikarar

 

Stk. 1. Áðrenn leikari sum er útlendskur ríkisborgari kann verða skrásettur, skal útlendska fótbóltssambandið har leikarin er skrásettur leysgeva leikaran. Um útlendska fótbóltssambandið ikki svarar uppá tílíka umbøn um leysgeving frá FSF innanfyri 30 dagar, tá kann FSF veita leikaranum eitt fyribils leikaraloyvi.

 

Stk. 2. Útlendskir ríkisborgarar, norðurlendingar undantiknir, skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum í samsvar við føroyska lóggávu.


-----

 

§ 7. Leikarapass

 

Stk. 1. FSF hevur skyldu at útvega felagnum, har leikarin er skrásettur, eitt leikarapass. Leikarapassið verður útflýggjað eftir umbøn. Leikarapassið skal innihalda neyðugar upplýsingar um leikaran, herundir upplýsingar um øll feløg, sum leikarin hevur verið skrásettur hjá síðani kappingarárið leikarin fylti 12 ár.

 

Stk. 2. Um ein føðingardagur fellur eftir at kappingin er liðug og til kappingin byrjar aftur (millum tvey kappingarár), skal leikarapassið vísa á felagið, har leikarin var skrásettur í kappingarárinum eftir 12 ára føðingardagin.

 

-----

 

Kapittul 2
Skráseting, flyting og útlán av leikara

 

§ 8. Skrásetingartíðarskeið (flytingargluggar)

 

Yrkisleikarar:

 

Stk. 1. Yrkisleikari kann bert flytast millum feløg í einum av teimum báðum fylgjandi árligu skrásetingartíðarskeiðunum (flytingargluggar) sum FSF hevur ásett:

 

fyrra skrásetingartíðarskeið: frá og við 8. januar til klokkan 16.00 føroyska tíð 15. mars. Um 15. mars er ein leygar- ella sunnudagur, so endar skrásetingartíðarskeiðið klokkan 16.00 føroyska tíð eftirfylgjandi mánadag;

 

og

 

seinna skrásetingartíðarskeiðið: frá og við 15. juni til klokkan 16.00 føroyska tíð 12. juli. Um 12. juli er ein leygar- ella sunnudagur, so endar skrásetingartíðarskeiðið klokkan 16.00 føroyska tíð eftirfylgjandi mánadag.

 

Stk. 2. Yrkisleikari kann bert flyta felag í einum av omanfyri nevndu skrásetingartíðarskeiðum, um øll formlig viðurskifti at fremja tílíka skráseting eru komin endaliga uppá pláss, og øll skjøl í hesum sambandi eru rætt útfylt, undirskrivaði og innlatin rættstundis til FSF innanfyri ásettu tíðarfreistirnar, herundir at FSF endaliga hevur góðkent yrkisleikarasáttmálan / sáttmálan um lán av yrkisleikara millum partarnar.

 

Stk. 3. Reglurnar um skrásetingartíðarskeið fyri yrkisleikarar eru bert galdandi, tá ið yrkisleikarar flyta ella verða útlæntir til annað felag. At gera yrkisleikarasáttmála við egnar áhugaleikarar og leingjan av yrkisleikarasáttmálum við egnar yrkisleikarar er ikki fevnt av reglunum um omanfyri nevndu skrásetingartíðarskeið, men kunnu gerast alt árið.

 

FIFA Transfer Matching System (TMS):

 

Stk. 4. Skrásetingartíðarskeiðini í stk. 1,  skulu skrásetast hjá FIFA í teirra «Transfer Matching System» (TMS) í minsta lagi 12 mðr. áðrenn tey fáa virknað.

 

Stk. 5. Allir leikarar sum flyta til Føroya úr útlendskum felag, og sum skulu leika sum yrkisleikarar skulu flyta umvegis FIFA TMS skipanina.

 

Áhugaleikarar:

 

Stk. 6. Skráseting og flyting av áhugaleikara kann fara fram alt árið. Leikari skal tó hava havt leikaraloyvi fyri eitt felag í minsta lagi 30 dagar, áðrenn nýggj skráseting kann fara fram.

 

-----

§ 9. Útlán av leikarum

 

Stk. 1. Ein yrkisleikari kann verða læntur til annað felag, grundað á skrivligan sáttmála (FSF standard lánisáttmáli skal nýtast) millum leikaran og feløgini, sum talan er um. Tílík lán koma undir somu reglur, sum eru galdandi fyri skráseting og flyting av leikarum, íroknað ásetingarnar um endurgjald fyri venjing og útbúgving av leikarum.

 

Stk. 2. Lánitíðarskeiðið kann ikki verða styttri enn tíðarskeiðið millum tvey skrásetingartíðarskeið, men skal verða tíðaravmarkað. Um eingin tíðaravmarking er ásett í avtaluni um útlán, tá er avtalan galdandi fyri 3 ár frá undirskriving av avtaluni ella fram til endan av sáttmálatíðarskeiðnum hjá leikaranum sambært yrkisleikarasáttmálanum, ið leikarin hevur við felagið sum lænir út leikaran.

 

Stk. 3. Leikarin, felagið sum lænir út leikaran og felagið sum lænir leikaran, skulu verða samdir um treytirnar fyri útláninum, og skulu hesir partar skriva undir útlánssáttmálan.

 

Stk. 4. Felagið, sum hevur lænt ein leikara, hevur ikki loyvi at framleiga hann til annað felag, uttan at skrivligt loyvi er fingið frá felagnum, haðani leikarin er komin, umframt frá leikaranum sjálvum. Leikarin kann ikki broyta status í samband við útlán.

 

Stk. 5. Áhugaleikari kann ikki lænast øðrum feløgum.


-----

 

§ 10. Leikarar, ið ikki eru skrásettir

 

Leikari sum ikki er skrásettur hjá FSF, og sum tekur lut í FSF fyriskipaðum dysti fyri eitt limafelag hjá FSF er at meta sum ólógligur leikari.


-----

 

Kapittul 3
Sáttmálar, avtaluviðurskifti, gjaldkomin skuld og uppsøgn av yrkisleikarasáttmála v.m.

 

§ 11. Um sáttmálar og avtaluviðurskifti

 

Stk. 1. Feløg kunnu gera yrkisleikarasáttmála við leikarar, sum eru 15 ár og eldri (FSF standard yrkisleikarasáttmáli skal nýtast). Um leikarin er yngri enn 18 ár, skal eitt foreldur ella verji eisini skriva undir sáttmálan.

 

Stk. 2. Leikari sum er yngri enn 18 ár, kann ikki skriva yrkisleikarasáttmála fyri eitt tíðarskeið, sum er longri enn 3 ár, og aðrir yrkisleikarasáttmálar kunnu í mesta lagi verða galdandi í 5 ár.

 

Stk. 3. Sáttmálin skal latast inn og góðkennast av FSF samsvarandi teimum mannagongdum og reglum, sum Starvsnevndin hevur ásett í rundskrivi.

 

Stk. 4. Ein yrkisleikarasáttmáli skal í minsta lagi verða galdandi til endan av einum kappingarári.

 

Stk. 5. Áðrenn eitt felag kann seta fyrispurning til sáttmálabundnan leikara um flyting ella lán av viðkomandi leikara, sum hevur meira enn 6 mánaðir eftir av sáttmálatíðarskeiðinum, skal viðkomandi felag hava skrivligt loyvi til hetta frá sáttmálahavandi felagnum. 


Slíkt loyvi skal eisini útvegast, um leikarin sjálvur hevur ynski um at taka upp samband við annað felag. Sáttmálahavandi felag hevur skyldu at svara slíkum fyrispurningum innan 8 dagar. 

 

Stk. 6. Ein yrkisleikari kann bert gera sáttmála við annað felag, um sáttmáli hansara við sáttmálahavandi felag er farin úr gildi, ella tá í mesta lagi 6 mánaðir eru eftir av sáttmálaskeiðnum.

 

Stk. 7. Ein leikari kann einans gera yrkisleikarasáttmála við eitt felag fyri sama tíðarskeið. Leikari, sum hevur gjørt sáttmála við meira enn eitt felag fyri sama tíðarskeið, kann av FSF leikbannast, til Aganevndin hevur tikið endaliga støðu til áseting av revsing fyri tílíkt brot.

 

Stk. 8. Ein yrkisleikarasáttmáli kann ikki verða treytaður av at leikarin seinni lýkur læknakanning ella fær játtað arbeiðs- og uppihaldsloyvi, hesi viðurskifti skulu verða avgreidd, áðrenn partarnir skriva undir yrkisleikarasáttmálan.

 

Stk. 9. Tað er ikki loyvt pørtunum at avtala, at leikarin skal hava ein part av samsýningini fyri flyting til annað felag. Avtala kann heldur ikki gerast, ið avmarkar fría samráðingarrættin hjá felagi í samband við framtíðar flytingar av leikaranum.

 

Stk. 10. Í samband við flyting ella útlán av leikara er ikki loyvt at avtala treytir av fíggjarligum, ítróttarligum ella av øðrum slag, ið avmarka leikarans frælsi at taka lut í ávísum dystum ella at leika í ávísum tíðarskeiði.

 

Stk. 11. Um leikari ella felag lata seg umboða av einum millummanni (Intermediary) í samband við sáttmálasamráðingar um yrkisleikarasáttmála, so skal viðkomandi millummaður verða nevndur í sáttmálanum, og skal hesin eisini skriva undir sáttmálan, sambært reglugerð frá Starvsnevndini um  mannagongdir og reglur um skráseting og nýtslu av millummonnum «FSF Regulations governing intermediaries».

 

Stk. 12. Allar ósemjur millum partarnar í yrkisleikarasáttmálanum, herundir ósemjur ella mishald um tulking av sáttmálanum, verða at leggja fyri gerðarrætt við 3 limum, har hvør av pørtunum velur sítt umboð, og hesi bæði velja tann triðja gerðarrættarlimin.

 

Viðvíkjandi málsviðgerðini, -avgerðini, og sakarkostnaði og øðrum viðurskiftum annars verður víst til reglurnar í lógini um gerðarrætt (anordning nr. 1254 frá 17. november 2015 om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift).
 

-----

 

§ 12. Gjaldkomin skuld


Stk. 1. Feløg hava skyldu til at halda sínar fíggjarligu skyldur mótvegis leikarum og øðrum feløgum í samsvar við teir sáttmálar felagið hevur gjørt við yrkisleikarar og í avtalum um flyting av leikarum.

 

Stk. 2. Eitt felag sum hevur útsett at rinda gjaldkomna skuld í meira enn 30 dagar kann, um ikki onnur avtala er gjørd millum partarnar, verða revsað sambært stk. 4 niðanfyri.

 

Stk. 3. Fyri at eitt felag sambært hesi ásetingini skal verða mett at hava gjaldkomna skuld, tá skal kreditorurin (leikari ella felag) skrivliga hava boðað felagnum frá eftirstøðuni, og hava givið í minsta lagi 10 daga freist til felagið, at halda sínar fíggjarligu skyldur.

 

Stk. 4. Aganevndin í FSF kann áleggja feløgum fylgjandi revsing fyri ikki at halda sínar fíggjarligu skyldur mótvegis leikarum og feløgum:

 

a) eina ávaring;
b) eina átalu;
c) eina bót;
d) forboð fyri at skráseta nýggjar leikarar fyri eitt ella tvey samanhangandi skrásetingartíðarskeið.

 

Stk. 5. Revsingarnar í stk. 4 kunnu verða álagdar kumulativt.

 

Stk. 6. Um eitt felag endurtekur brot á ásetingini um at halda sínar fíggjarligu skyldur mótvegis leikarum og feløgum, tá er hetta at meta sum skerpandi umstøður, ið hevur við sær harðari revsing.

 

Stk. 7. Álagt forboð fyri at skráseta nýggjar leikarar sambært stk. 4 (d) kann gerast treytað. Aganevndin kann gera av, at revsingin verður treytað í einum tíðarskeiði frá 6 mðr. og upp til 2 ár.

 

Stk. 8. Um eitt felag, sum hevur fingið álagt eina treytaða revsing, fremur nýtt brot í treytaða tíðarskeiðnum, tá verður forboðið fyri at skráseta nýggjar leikarar sambært stk. 4 (d) sett í verk, og sjálvstøðug revsing verður áløgd fyri nýggja brotið.

 

Stk. 9. Hendan greinin ávirkar ikki, at eisini onnur tiltøk ella aðrar revsingar kunnu verða álagdar sambært article 17 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players í førum har sáttmáli verður uppsagdur einsæris.


-----

 

§ 13. Skyldu at halda yrkisleikarasáttmála

 

Ein yrkisleikarasáttmáli millum leikara og felag kann einans sigast upp til endan av einum sáttmálatíðarskeiði ella í semju partanna millum.


-----

 

§ 14. Heimilað uppsøgn av sáttmála («just cause»)

 

Ein yrkisleikarasáttmáli kann sigast upp av einum parti uttan avleiðingar (uttan at rinda endurgjald ella álegging av ítróttarligari revsing), tá ið tað fyriliggja heimilaðar umstøður («just cause») sambært article 14 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players.


-----

 

§ 15. Heimilað uppsøgn av sáttmála – ítróttarligar umstøður («sporting just cause»)

 

Ein fastur («established») yrkisleikari, sum í einum kappingarári hevur spælt í minni enn 10 prosent av teimum skrásettu dystunum sum felagið spælir, kann siga upp sín yrkisleikarasáttmála í úrtíð vísandi til heimilaðar ítróttarligar umstøður («sporting just cause») sambært article 15 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players. Í metingini av málinum skulu atlit verða tikin til konkretu umstøðurnar hjá yrkisleikaranum. Støða verður tikin frá máli til máli, um tílíkar heimilaðar ítróttarligar umstøður fyriliggja. Í teimum førum har mett verður, at tað fyriliggja tílíkar umstøður, tá verður ítróttarlig revsing ikki áløgd, men tað kann verða álagt at endurgjald skal rindast. Ein yrkisleikari kann einans siga upp sín yrkisleikarasáttmála á hesum grundarlagi innanfyri 15 dagar eftir at felagið, har leikarin er skrásettur, leikti sín síðsta skrásetta dyst í endanum av einum kappingarári.


-----

 

§ 16. Avmarking at siga upp yrkisleikarasáttmála í einum kappingarári

 

Ein yrkisleikarasáttmáli kann ikki verða uppsagdur einsæris í einum kappingarári uttan so, at tað fyriliggja umstøður sum heimila hesum («just cause» ella «sporting just cause», sambært FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players).


-----

 

§ 17. Avleiðingar av at siga upp yrkisleikarasáttmála á óheimilaðum grundarlagi

 

Um yrkisleikarasáttmáli verður uppsagdur á óheimilaðum grundarlagi, tá eru reglurnar í article 17 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players galdandi, og tekur Aganevndin støðu til áseting av revsing við støði í hesum reglum, herundir um endurgjald og ítróttarlig revsing.


-----

 

§ 18. Ávirkan á feløg frá triðja parti

 

Feløg hava skyldu, at halda reglurnar í article 18bis í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players um «Third-party influence on clubs».


-----

 

§ 19. Ognarrættur hjá triðja parti av fíggjarligum rættindum til leikara

 

Feløg hava skyldu, at halda reglurnar í article 18ter í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players um «Third-party ownership of players’ economic rights».


-----

 

§ 20. Vernd av ungum leikarum

 

Altjóða flytingar av ungum leikarum er einans loyvd um leikarin er yvir 18 ár ella tá flytingin er fevnd av FIFA ásettum undantaki í samsvar við article 19  í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players um «Protection of minors».


-----

 

§ 21. Skráseting og fráboðan av ungum leikarum í fótbóltsskúlum

 

Feløg hava skyldu, at halda reglurnar í article 19bis í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players um «Registration and reporting of minors at academies».


-----

 

Kapittul 4.

 

Endurgjald fyri venjing og útbúgving av ungum leikarum

 

§ 22. Alment

 

Stk. 1. Venjing og útbúgving av ungum leikarum fer fram millum 12. og 21 ára aldur.

 

Stk. 2. Endurgjald fyri venjing og útbúgving skal rindast, tá ið leikari yngri enn 23 ár ger sín fyrsta sáttmála sum yrkisleikari, og hevur felagið, sum leikarin fer frá og feløg, hann hevur leikt við áður, rætt til endurgjald fyri venjing og útbúgving eftir reglunum í hesum kapitli.

 

Stk. 3. Hvørja ferð yrkisleikari undir 23 ár verður fluttur ella læntur út til annað felag, og varðveitir sín status sum yrkisleikari, hevur felagið, sum leikarin fer frá, rætt til endurgjald eftir reglunum í hesum kapitli (bert felagið sum yrkisleikarin fer frá hevur tá rætt til endurgjald, og ikki onnur feløg sum leikarin møguliga áður hevur leikt við).


-----

 

§ 23. Serlig viðurskifti, sum kunnu ávirka endurgjaldið

 

Stk. 1. Felag, sum uttan sakliga orsøk («just cause») sigur upp sáttmála við yrkisleikara undir 21 ár, hevur ikki rætt til endurgjald fyri venjing og útbúgving. Endurgjald til fyrrverandi feløg hjá viðkomandi yrkisleikara verður ikki ávirkað av hesum.

 

Stk. 2. Um tað eru minni enn 2 mánaðar eftir av sáttmálaskeiðnum hjá einum yrkisleikara undir 21 ár, og sáttmálahavandi felagið ikki kann prógva, at hava givið leikaranum skrivligt tilboð um nýggjan sáttmála á sama lønarstøði, skal nýggja felagið ikki rinda endurgjald fyri venjing og útbúgving til sáttmálahavandi felagið. Endurgjald til fyrrverandi feløg hjá viðkomandi leikara verður ikki ávirkað av hesum.

 

Stk. 3. Endurgjald fyri venjing og útbúgving skal ikki gjaldast, um leikari, í sambandi við flyting ella lán, aftur gerst áhugaleikari, sí tó grein 4, stk. 3.


-----

 

§ 24. Grundarlagið fyri endurgjaldi

 

Endurgjaldið verður ásett í mun til, hvørja deild viðkomandi leikari verður fluttur til, og hvussu nógv ár viðkomandi leikari hevur leikt og vant hjá einum felag, frá tí hann var 12 ár til kappingarárið, tá hann gjørdist 21 ár.

 

Einans ár, har leikarin hevur leikt FSF skrásettar dystir telja við.


-----

 

§ 25. Endurgjaldsupphæddir

 

Stk. 1. Upphæddirnar, sum skulu nýtast í sambandi við útrokningina av endurgjaldinum sambært § 24 eru hesir:

 

1) kr. 5.000 fyri hvørt árið um viðkomandi verður fluttur til felag við liðið í Meistaradeildini.

2) kr. 3.000 fyri hvørt árið um viðkomandi verður fluttur til felag við liðið í 1. Deild.

3) kr. 1.000 fyri hvørt árið um viðkomandi verður fluttur til felag við liðið í 2. Deild.

 

Stk. 2. Endurgjaldið verður í mesta lagi roknað fram til og við tað kappingarárið, leikarin fylti 21 ár, t.e. í mesta lagi fyri 10 ár.


-----

 

§ 26. Útrokning av endurgjaldi

 

Stk. 1. Sáttmálahavandi felagið hevur ábyrgdina av at útrokna, býta og gjalda samsýning eftir hesum reglum.

 

Stk. 2. Yvirlit yvir útrokning, býti og gjald skal sendast FSF. Um ósemja stingur seg upp millum feløg hesum viðvíkjandi, tekur FSF endaliga avgerð í málinum.

 

Stk. 3. Endurgjaldið verður við støði í grein 25 útroknað soleiðis:

 

a) Fyri árini, leikarin var 12 - 15 ár, verður upphæddin roknað við at falda talið av árum við upphæddini, sum nevnd er í grein 25, stk. 1, litra 1; og

 

b) Fyri árini, frá leikarin fyllir 16, fram til aldurin við sáttmálabyrjan, ella seinni, verður upphæddin ásett við at falda árini við teirri upphædd, sum sambært grein 25 er galdandi fyri tað felag, leikarin verður fluttur ella læntur til.


-----
 

§ 27. Rindan av endurgjaldi

 

Stk. 1. Felagið skal rinda endurgjaldið í seinasta lagi 30 dagar eftir, at yrkisleikarasáttmálin er undirskrivaður.

 

Stk. 2. Felag, sum hevur rætt til endurgjald fyri venjing og útbúgving av ungum leikara, kann gera avtalu um gjaldsskipan ella eftirgeving av endurgjaldinum ella part av endurgjaldinum, sum felagið sjálvt hevur rætt til. Slík avtala skal vera skrivlig og sendast FSF.

 

-----
 

Kapittul 5

 

Leysgeving til landslið, brot og kærur, gildiskoma

 

§ 28. Leysgeving av leikarum til landslið

 

Feløg hava skyldu til at leysgeva leikarar til landslið sambært FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players, Annex I.


-----

 

§ 29. Brot

 

Brot á hesa reglugerð verða viðgjørdar av Aganevndini samsvarandi agareglugerð FSF´s.


-----

 

§ 30. Gildiskoma

 

Henda reglugerð kemur í gildi 18. februar 2017.

 

Soleiðis samtykt á aðalfundi FSF’s tann: 18. februar 2017. Samstundis verður «Leikarareglugerðin», ið varð samtykt av Starvsnevndini 13. mars 2009, við seinni broytingum, sett úr gildi.


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6