Kappingarreglur fyri fótbólt a-z

Inngangur


Grein 1.
Stk. 1. Allir dystir í føroysku lands- og steypakappingini verða leiktir eftir teimum reglum, ið hesar kappingarreglur áseta. Í tann mun hesar kappingarreglur onga áseting hava, eru tær til hvørja tíð galdandi alheimsreglur fyri fótbólt “Laws of the Game”, ið “International FA Board/FIFA” áseta, galdandi.

Stk. 2. Hægsta myndugleika í øllum fótbóltsviðurskiftum hevur Fótbóltssamband Føroya (FSF).

Stk. 3. Kappingarnevndin ásetur nærri reglur fyri kappingarnar í 4. deild menn, Old Boys, Old Girls, kvinnulið sum leika á hálvum vølli og yngru deildirnar upp til og við unglingadeildina og gentudeildina.

Hesar kappingarreglur, sum kunnu víkja frá hesum kappingarreglum, skulu lýsast av Kappingarnevndini í seinasta lagi ein mánaða áðrenn kappingarbyrjan.

Stk. 4. Starvsnevnd FSF’s kann taka avgerð um, at seta serligt navn og broyta heitið á teimum deildum, sum luttaka í lands– og steypakappingini, eitt nú í sambandi við stuðulsavtalur.

Stk. 5. Kappingarnevndin tekur avgerð um allar spurningar í samband við lands- og steypakappingina, heruppií kappingarskrá og broytingar, ið møguliga verða í skránni.

Kappingarnevndin skal góðkenna øll almenn fótbóltstiltøk innan føroyskan fótbólt.

Stk. 6. Luttøka hjá einum felag í kappingum sum FSF fyriskipar, og luttøka í kappingum sum UEFA fyriskipar, er treytað av, at felagið fær játtað luttøkuloyvi frá FSF. Loyvismannagongdin og treytirnar sum feløgini skulu lúka fyri at fáa játtað luttøkuloyvi frá FSF eru ásettar í serliga reglugerð sum Starvsnevndin samtykkir, og sum er góðkend av UEFA viðvíkjandi luttøku í UEFA kappingunum.

 


Grein 2.
Kappingarárið er frá 1. januar til 31. desember.

 


Grein 3.
Stk. 1. FSF hevur fyrsta rættin til nýtslu av vallunum, tá landskappingar- og steypadystir og aðrir dystir, skipaðir av Kappingarnevndini, verða leiktir.

Stk. 2. Í sambandi við finaludystir í steypakappingini hevur FSF rættin til lýsingar við girðingina rundanum vøllin.

 

 

Skipan av kappingum


Grein 4.
Landskappingin í fótbólti verður skipað soleiðis:

A: Vaksnamannadeildin.

Meistaradeildin, 10 lið

1. deild, 10 lið

2. deild, 10 lið

3. deild, óavmarkað

Fyri at luttaka í vaksnamannadeildini, skal leikari vera fyltur 16 ár.

B: Kvinnudeildin

1. deild, 6 lið

2. deild, óavmarkað

Fyri at kunna luttaka í kvinnudeildini, skal leikari vera fyltur 15 ár.

Kappingarnevndin kann gera frávik í tal av liðum í hvørjari deild og skipa fyri undankapping – og endaumfari.

 


Grein 5.
Stk. 1. Í lands- og steypakappingum er leiktíðin henda:

Meistara-, 1., 2. og 3. deild 2 x 45 min.

Kvinnur 1. og 2. deild 2 x 45 min.

Stk. 2. Stendur eftir vanliga leiktíð á jøvnum í finaludysti í landskappingini, verður farið til longda leiktíð, og er leiktíðin tá henda:

Meistaradeildin., 1., 2. og 3. deild 2 x 15 min.

Kvinnudeildin 2 x 15 min.

Stk. 3. Er kappingin skipað soleiðis at leikast skulu tveir finaludystir í lands- ella steypakapping, tveir fjórð- ella hálvfinaludystir í lands- ella steypakapping, tveir upp- og niðurflytingardystir í landskapping, og tað stendur framvegis á jøvnum, í stigum og málum, er vinnarin tann sum hevur skotið flest mál á útivølli. Stendur framvegis á jøvnum verður farið undir longda leiktíð, sum verður ásett samsvarandi stk. 2.

Stk. 4. Er støðan framvegis javnleikur eftir longda leiktíð, verður brotssparkskapping, soleiðis at hvørt liðið fær 5 brotsspørk, sum fimm ymsir leikarar sparka. Gjørt verður av við lutakasti, hvat liðið skal byrja. Stendur framvegis á jøvnum, heldur brotssparkskappingin fram, til vinnarin er funnin.

Stk. 5. Burtursæð frá ásetingunum í stk. 3 og 4 verður raðfylgjan í lands- og steypakappingini funnin soleiðis:

a) Stendur á jøvnum í stigum, er uppmøtingin til dystir avgerandi, og um liðini hava møtt líka væl upp, er samlaði málmunurin avgerðandi.
b) Stendur á jøvnum eftir a), er tað liðið fremst, sum hevur flest vunnin mál.
c) Stendur framvegis á jøvnum verður umdystur leiktur á uttanveltaðum vølli, um neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping.
d) Reglan undir punkt c) umfatar dystir:
 sum geva heiðursmerki
 atgongd til evropeiskar kappingar og
 fyri at avgera upp- og niðurflytingar millum deildir.

Í øðrum førum verður raðfylgjan av liðunum funnin við lutakasti.

 


Grein 6.
Vinnarar av føroysku landskappingini fáa hetta heitið:

Meistaradeildin Føroyameistari

1. deild Vinnari í 1. deild

2. deild Vinnari í 2. deild

3. deild Vinnari í 3. deild

Kvinnudeildin:

1. deild Føroyameistari

2. deild Vinnari í 2. deild


Grein 7.
Stk. 1. Tey lið, sum aftan á kappingarárslok eru nr. 9 og 10 í Meistaradeildini, flyta niður í 1. deild. Nr. 1 og 2 í 1. deild flyta upp í Meistaradeildina. Eru hesi feløg frammanundan umboðað í Meistaradeildini, verður nr. 3 at flyta upp. Er felagið frammanundan umboðað í Meistaradeildini, verður eingin upp- ella niðurflyting hetta árið.

Har felag sambært omanfyri tilskilaða, eftir kappingarlok hevur lið ið er ávegis niður úr Meistaradeildini, samstundis hevur lið sum er ávegis upp í Meistaradeildina, verður niðurflyting úr Meistaradeildini at fara fram, samstundis sum lið felagsins í 1. deild verða at flyta í 2. deild.

Um lið verður tikið úr kappingini, so skal tað metast sum niðurflyting.

Stk. 2. Tey lið, sum aftan á kappingarárslok eru nr. 9 og 10 í 1. deild, flyta niður í 2. deild. Nr. 1 og 2 í 2. deild flyta upp í 1. deild. Eru hesi feløg frammanundan umboðað í 1. deild, verður nr. 3 at flyta upp. Er felagið frammanundan umboðað í 1. deild, verður eingin upp- ella niðurflyting hetta árið.

Har felag sambært omanfyri tilskilaða, eftir kappingarlok hevur lið ið er ávegis niður úr 1.deild, samstundis hevur lið sum er ávegis upp í 1.deild, verður niðurflyting úr 1.deild at fara fram, samstundis sum lið felagsins í 2. deild verða at flyta í 3. deild.

Um lið verður tikið úr kappingini, so skal tað metast sum niðurflyting.

Stk. 3. Tey lið, sum aftan á kappingarárslok eru nr. 9 og 10 í 2. deild, flyta niður í 3. deild. Nr. 1 og 2 í 3. deild flyta upp í 2. deild. Eru hesi feløg frammanundan umboðað í 2. deild, verður nr. 3 at flyta upp. Er felagið frammanundan umboðað í 2. deild, verður eingin upp- ella niðurflyting hetta árið.

Har felag sambært omanfyri tilskilaða, eftir kappingarlok hevur lið ið er ávegis niður úr 2.deild, samstundis hevur lið sum er ávegis upp í 2.deild, verður niðurflyting úr 2.deild at fara fram, samstundis sum lið felagsins í 3. deild heldur fram í 3. deild.

Um lið verður tikið úr kappingini, so skal tað metast sum niðurflyting.

Stk. 4. Feløg, ið flyta úr Meistaradeildini niður í 1. deild og frammanundan eru umboðað í 1. deild, skulu flyta annað av liðunum niður í 2. deild, og skal tá eitt ella einki lið flyta niður í 2. deild hetta árið.

Stk. 5. Feløg, ið flyta úr 1. deild niður í 2. deild og frammanundan eru umboðað í 2. deild, skulu flyta annað av liðunum niður í 3. deild, og skal tá eitt ella einki lið flyta niður í 3. deild hetta árið.


Grein 8.
Stk. 1. Leikari, sum hevur luttikið í landskappingini í eini deild, kann ikki luttaka í landskappingardysti í eini lægri deild, uttan at felag hansara í millumbilinum ella sama dag, hevur leikt landskappingardyst- ella steypadyst, sum hesin ikki luttók í, í hægru deildini, hóast viðkomandi leikari lógliga kundi luttaka. Tá felag leikar í fleiri deildum, roknast hægsta deildin at hava leikt fyrst.

Stk. 2. Leikari sum ikki er fyltur 21 ár 1. januar í kappingarárinum, men sum lýkur treytirnar fyri at luttaka í vaksnamannadeildini, kann leika tveir dystir sama leikdag. Víst verður annars til grein 9.

Stk. 3. Leikari í dreingjadeildini, ið lýkur treytirnar fyri at luttaka í unglinga- ella vaksnamannadeildini, kann leika tveir dystir sama leikdag. Tó er ikki loyvt dreingi at leika tveir dystir í unglinga- og ella vaksnamannadeildini sama leikdag.

Stk. 4. Luttekur felag við meira enn einum liði í somu deild, verður flyting av leikara at fara fram á sama hátt sum millum hægri og lægri deild. Liðini skulu tá nevnast í bókstavarøð, soleiðis at A-liðið verður at rokna sum tann hægra deildin og B-liðið sum tann lægra deildin, og verður hildið soleiðis fram alt eftir, hvussu nógv lið luttaka í somu deild.

Stk. 5. Ásetingarnar í hesi grein fevna eisini um eykaleikara, sum kemur inn í dysti.

Stk. 6. Tað er bert loyvt leikara at leika ein dyst hvønn leikdag, sí tó stk. 2 og 3. Tó er loyvt málmanni í lægri vaksnamannadeild, at verða eykamálmaður í hægri vaksnamannadeild sama leikdag.

Stk. 7. Fríggjadagur, leygardagur, sunnudagur og mánadagur verða roknaðir sum ein leikdagur.


Grein 9.
Leikari kann ikki flyta frá hægri til lægri deild eftir at fjórðseinasti dystur er leiktur í lægri deildini í kappingarárinum. Hetta umfatar ikki leikarar, sum koma undir grein 8, stk. 2. Tó er loyvt leikara, sum í kappingarárinum hevur leikt í mesta lagi 3 dystir í hægri deildini, at flyta niður í lægru deildina í hesum dystum samsvarandi ásetingunum í grein 8.


Grein 10.
Eingin landskappingar- ella steypadystur má verða leiktur undir almennari guðstænastu, og um møguligt heldur ikki byrja fyrr enn ein tíma aftaná at slík guðstænasta er lokin.

 

 

Luttøka í lands- og steypakappingum


Grein 11.
Stk. 1. Kappingarnevndin ásetur gjøllari reglur viðvíkjandi tilmelding til luttøku í lands- og steypakappingunum.

Stk. 2. Tá feløgini hava boðað frá luttøku, leggur Kappingarnevndin kappingina til rættis.

Stk. 3. Luttøkugjaldið fyri hvørt luttakandi liðið verður ásett av Starvsnevnd FSF’s.

Stk. 4. Luttøkugjaldið skal vera skrivstovu FSF's í hendi ein mánað áðrenn kappingin byrjar, og felag sleppur ikki at luttaka í kappingini, fyrr enn peningurin er goldin.


Grein 12.
Stk. 1. Kappingarnevndin kann loyva felagi at taka lið úr kappingini. Umsókn um hetta skal sendast skrivliga til skrivstovu FSF’s.

Góðtekur Kappingarnevndin umsóknina, verða stig og mál strikað, um helvtin av leikumførunum ella færri eru leikt. Eru fleiri enn helvtin av leikumførunum leikt, verða stig og mál standandi og eftirfylgjandi dystir verða taptir 0-3.

Kappingarnevndin ger úrskurð um, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri viðkomandi felag, herundir um viðkomandi felag kemur undir sekt og hvørjar avmarkingar skulu verða galdandi fyri luttøku hjá viðkomandi felag í komandi kappingarári.

Stk. 2. Møtir lið uttan haldgóða orsøk ikki til ein ella fleiri dystir í lands- og steypakappingini, kann liðið verða koyrt úr kappingini.

Kappingarnevndin ger úrskurð um, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri viðkomandi felag, herundir um viðkomandi felag kemur undir sekt og hvørjar avmarkingar skulu verða galdandi fyri luttøku hjá viðkomandi felag í komandi kappingarári.

Eru helvtin ella færri leikumfør leikt verða stig og mál strikað. Eru fleiri enn helvtin av leikumførunum leikt, verða stig og mál standandi og eftirfylgjandi dystir verða taptir 0-3.

 

 

Loyvisgóðkenning


Grein 13.
Stk. 1. Felag, sum sambært teimum reglum, sum eru ásettar sambært grein 1 stk. 6, fær noktað luttøkuloyvi í Meistaradeildini, verður flutt niður í 1. deild. Felagið er tá undantikið, at lúka loyvistreytirnar fyri luttøku í 1. Deild.

Stk. 2. Um felag verður flutt niður í 1. deild, sambært stk. 1, tá flytur felagið, sum endaði sum nr. 9 í Meistaradeildini undanfarna kappingarár upp í Meistaradeildina, tó treytað av, at felagið frammanundan hevur fingið játtað luttøkuloyvi, at gerast tiltaksfelag til Meistaradeildina sambært loyvisreglugerð sum ásett av Starvsnevndini.

Um felagið, sum endaði sum nr. 9 í Meistaradeildini undanfarna kappingarár ikki hevur fingið játtað luttøkuloyvi at gerast tiltaksfelag til Meistaradeildina, tá flytur felagið sum endaði sum nr. 10 í Meistaradeildini undanfarna kappingarár upp í Meistaradeildina, tó treytað av, at felagið frammanundan hevur fingið játtað luttøkuloyvi, at gerast tiltaksfelag til Meistaradeildina sambært loyvisreglugerð sum ásett av Starvsnevndini.
Stk. 3. Felag, ið verður flutt niður í 1. deild, sambært stk. 1, og sum frammanundan er umboðað í 1. deild flytur annað av liðunum niður í 2. deild. Er felagið frammanundan umboðað í 2. deild flytur annað av liðunum niður í 3. deild.

Stk. 4. Liðið sum flytur upp í Meistaradeildina skal lúka treytirnar fyri at luttaka í Meistaradeildini.

Stk. 5. Felag, sum sambært teimum reglum, sum eru ásettar sambært grein 1 stk. 6, fær noktað luttøkuloyvi í 1. deild, verður flutt niður í 2. deild.

Stk. 6. Um felag verður flutt niður í 2. deild, sambært stk. 5, verður niðurflytingin úr 1. deild frá árinum fyri, strikað. Verða fleiri enn eitt felag flutt niður í 2. deild, flytur tað felagið upp, sum árið fyri gjørdist ovast í 2. deild eftir at uppflyting var farin fram o.s.v.

Er felag frammanundan umboðað í 1. deild, verður nr. 2 ella 3, o.s.v. at flyta upp í staðin.

Stk. 7. Felag, ið verður flutt niður í 2. deild, sambært stk. 5, og sum frammanundan er umboðað í 2. deild flytur annað av liðunum niður í 3. deild.

Stk. 8. Liðið sum flytur upp í 1. deild skal lúka treytirnar fyri at luttaka í 1. deild.


Grein 14.
Stk. 1. Um limafelag hjá FSF, ella onnur løgfrøðislig eind sum rekur virksemið fyri viðkomandi felag, boðar skiftirættinum frá gjaldssteðgi ella letur skiftirættinum áheitan um trotabúgvaviðgerð sambært konkurslógini, verður fremsta mansliðið hjá viðkomandi felag trekt við 3 stigum. Frátøkan av stigum fær virkna frá 1. leikumfari aftaná at fráboðanin er innlatin til skiftirættin. Verður fráboðan um gjaldssteðg ella áheitanin um konkurs latin skiftirættinum millum tvey kappingarár, byrjar liðið við minus 3 stigum.

Stk. 2. Staðfestur skiftirætturin samsvarandi konkurslógini eina tvangsakkord fyri eitt limafelag, ella aðra løgfrøðisliga eind, sum rekur virksemið fyri viðkomandi felag, verður fremsta mansliðið hjá viðkomandi felag trekt við 6 stigum við virkna frá 1. leikumfari aftaná avgerðina hjá skiftirættinum. Verður tvangsakkordin staðfest millum tvey kappingarár, byrjar liðið við minus 6 stigum.

Stk. 3. Um skiftirætturin tekur avgerð um trotabúgvaviðgerð yvir eitt limafelag hjá FSF ella aðra løgfrøðisliga eind, sum rekur virksemið fyri viðkomandi felag, verður fremsta mansliðið hjá felagnum flutt 2 deildir niður í mun til tað støðu, sum vildi verið úrslitið, um sæð verður burtur frá virknaðinum av hesi reglu og møguligum øðrum serstøkum flytingum.

1) Um limafelag við sáttmálum verður rakt av trotabúgvaviðerð verður fremsta mansliðið beinvegin koyrt úr kappingini, Úrslit sum liðið hevur fingið, verða standandi, meðan dystir sum eftir eru at leika verða stigaroknaðir við málmuninum 3-0 til mótstøðuliðið.

2) Um viðkomandi felag luttekur í steypakappingini, verður liðið eisini koyrt úr hesi kapping, alt við somu avleiðing sum nevnd undir litra 1.

3) Verður trotabúgvaviðgerð staðfest millum tvey kappingarár, verður niðurflytingin framd frá teirru støðu sum felagið hevði leikt seg til við endan av seinasta kappingarári.

4) Niðurflyting og møgulig úrkoyring úr steypakappingini fer fram, sjálvt um konkursbúgvið roynur at reka virksemið hjá felagnum fyribils víðari, ella um ítróttarliga virksemið hjá trotabúnum verður yvirtikið av eini aðrari løgfrøðisligari eind, uttan at viðkomandi løgfrøðisliga eind eisini yvirtekur skuldina hjá konkursrakta felagnum.

Stk. 4. Tá skriftirætturin hevur tikið avgerð um konkurs, missur limafelagið av sær sjálvum rættin til at styrkja seg við leikarum. Felagið ella onnur løgfrøðislig eind, sum rekur part av virkseminum fyri felagið, sum er rakt av húsagangi, (eisini møguligur eftirkomari sambært.

Stk. 3, litra 4, sum bara yvirtekur og víðariførir fótbóltsvirksemi hjá konkursrakta limafelagnum og ikki eisini yvirtekur skuldina) kann í fyrsta lagi fáa loyvi at styrkja seg við leikarum, tá eitt ár er umliðið frá endanum av tí árinum, tá húsagangurin varð staðfestur.

Stk. 5. Starvsnevnd FSF’s kann takað avgerð um, at tað heilt ella partvíst kann síggjast burtur frá ávirkanini av konkursinum sum nevndar eru í stk. 2 og stk. 3, um trotabúgvaviðgerðin verður tikin aftur áðrenn 30. mars, rokna frá at konkursi er staðfest aftaná 15. oktobur árið frammanundan.

Stk. 6. Í sambandi við frátøku av stigum, niðurflyting eins og møguliga úrkoyring úr steypakappingini hjá limafelag samsvarandi stk. 1 til 5, sum møguliga luttekur í fleiri deildum, kann Starvsnevnd FSF eftir eini ítøkiligari meting taka avgerð um, hvørjar deildir skulu verða raktar av ásetingunum í hesum reglum.

Stk. 7. Ásetingarnar í stk. 1 - 6 eru eisini galdandi fyri aðrar løgfrøðisligar eindir, sum reka virksemið fyri eitt limafelag hjá FSF.

Stk. 8. Um so er at limafelag hjá FSF fráboðar gjaldssteðg til skiftirættin ella biður skiftirættin um trotabúgvaviðgerð skal hetta samstundis fráboðast FSF. Verður eitt akkorduppskot staðfest av skiftirættinum sum nevnt undir stk. 2 staðfest, ella tekur skiftirætturin avgerð um konkurs sambært stk. 3 skal eisini hetta beinanvegin fráboðast FSF.

 

 

Loyvisbrøv v.m.


Grein 15.
Stk. 1. Fyri at leikari kann luttaka í lands- og steypakappingini, skal leikari uppfylla hesar treytir:

a) Leikari, sum av fyrstan tíð byrjar at leika fótbólt fyri ávíst felag, skal av viðkomandi felag tilmeldast leikaraskráseting FSF’s. Tá skrivstova FSF’s hevur skrásett leikaran í leikaraskráseting FSF’s, er leikarin at meta sum lógligur leikari hjá viðkomandi upprunafelag til upprunafelagið leysgevur leikaran til annað felag.

b) Um leikari flytir frá einum felag til annað ella kemur úr útlandinum til Føroya, skal viðkomandi felag hava loyvisbræv frá FSF skrivstovuni at nýta leikaran.

Stk. 2. Skrivstova FSF’s skrásetur leikarar og útflýggjar loyvisbrøv sambært ásetingunum í stk. 1.

Stk. 3. Tá leikari er skrásettur í leikaraskráseting FSF’s sambært stk. 1 a) ella felag hevur fingið útskrivað loyvisbræv frá skrivstovu FSF’s sambært stk. 1 b) , er hann at meta sum lógligur leikari.


Grein 16.
Skráseting og loyvisbræv er í gildi, til felag gevur FSF skrivstovuni skrivliga fráboðan um, at viðkomandi leikari ikki longur leikar fyri felagið.


Grein 17.
Stk. 1. Felag sum skal hava ein leikara frá øðrum føroyskum felag, skal senda skrivstovu FSF’s umsókn um loyvisbræv til leikaran. Meginskjalið “LOYVISBRÆV til flytan av leikara millum feløg” skal nýtast. Skjalið verður undirskrivað av nýggja felagnum, leysgevandi felagnum og leikaranum ella, um hann er ómyndugur, av verja hjá viðkomandi leikara.

Stk. 2. Kappingarnevndin kann áseta í kunngerð, nærri reglur um innlatan av umsókn og frávik hesum viðvíkjandi.

Stk. 3. Flyting av áhugaleikara kann fara fram alt árið. Leikari skal tó hava havt leikaraloyvi fyri eitt felag í minsta lagi 30 dagar, áðrenn nýggj flyting kann fara fram. Tó kunnu flytingar ongantíð fara fram seinastu 3 leikumførini av kappingini.

Flytingar av yskisleikarum kunnu einans fara fram samsvarandi kunngerð um flytingarglugga sambært stk. 4.

Starvsnevnd FSF’s kann í serligari reglugerð áseta reglur um sáttmálaviðurskifti millum feløg og leikara og í hesari reglugerð áseta nærri reglur um flyting av leikarum og hvussu samskiftið skal fara fram millum leikara og feløg í samband við flyting av leikarum og hvør samsýning skal rindast í hesum sambandi.

Stk. 4. Kappingarnevndin ásetur í kunngerð, útgivin á hvørjum ári, dagfestingarnar fyri nær flyting av yrkisleikara er loyvd. Henda regla fevnir um allar yrkisleikarar sum hava rætt til luttøku í vaksnamannadeildini, sambært grein 4 í kappingarreglunum.

Stk. 5. Kappingarnevndin kann í heilt serligum førum loyva frávik frá stk. 3, tá talan er um flyting av málmonnum ella sáttmálabundnum leikarum, hvørs felag er farið á húsagang ella missir luttøkuloyvi. Somuleiðis kann Kappingarnevndin sambært rundskriv frítaka ávísar deildir frá hesum reglum.

Stk. 6. Feløg kunnu gera avtalu um leigu av leikara til annað felag, uttan at møguligur leikarasáttmáli nýtist at fara úr gildi. Slík avtala má ikki stríða ímóti ásetingunum í stk. 3 ella øðrum ásetingum givnar við heimild í hesi reglu og skal góðkennast sambært grein 17 stk. 4.

Stk. 7. Kappingarnevndin kann áseta avgreiðslugjald fyri at skráseta og flyta leikarar uttanfyri vanliga arbeiðstíð.


Grein 18.
Stk. 1. Felagið, leikari hevur leikað fyri, kann nokta leikara at flyta til annað felag sama kappingarár, um so er, at felagið metir, at peningalig ella onnur felagslig áhugamál binda leikaran. Er talan um gamalt limagjald, so er tað tó bert limagjald fyri eitt kappingarár, sum kann geva felagnum møguleikan at nokta fyri flyting.

Stk. 2. Felagið, sum noktar leikara at flyta sambært grein 18, stk. 1, skal lata sítt mótmæli til Aganevndina, sum síðan ger úrskurð í málinum.

Í mótmælinum skal grundgevast fyri, hví felagið noktar leikaranum at flyta. Mótmælið skal vera Aganevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar aftaná at umbønin um flyting er komin felagnum í hendi.

Stk. 3. Um felag noktar leikara at leika fyri annað felag, kann leikari kæra til Aganevndina, sum ger úrskurð í málinum.

Stk. 4. Starvsnevnd FSF’s kann í reglugerð áseta nærri treytir um góðkenning av leikaraavtalum og kann somuleiðis við reglugerð áseta nærri treytir viðvíkjandi flyting av áhugaleikarum frá einum felagi til annað, herundir áseta tey gjøld sum skulu gjaldast í sambandi við flytingina.

 

 

Útlendskir leikarar


Grein 19.
Stk. 1. Fyri at nýta útlendskan leikara skal viðkomandi felag hava loyvisbræv at nýta viðkomandi leikara í føroysku lands- og steypakappingini.

Stk. 2. Sum útlendskur leikari verður roknaður persónur, ið ikki hevur fast tilknýti til Føroyar, og sum ikki hevur havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini frammanundan, at umsókn um loyvisbræv verður latin skrivstovu FSF’s.

Stk. 3. Feløg kunnu bert fáa loyvisbræv til útlendskar leikarar til at leika í kappingini í Meistaradeildini, 1., 2., og 3. deild menn og 1. og 2. deild kvinnur fyri kappingarárið, um umsókn um hetta verður latin skrivstovu FSF’s innanfyri teir tíðarkarmar sum verða settir av Kappingarnevndini sambært grein 17 stk. 4.

Í umsóknini skal upplýsast og leggjast við:

a) navn,
b) føðidagur,
c) bústaður hjá leikara,
d) bústaður á útlendska felagnum hann leikar fyri,
e) avrit av gildugum arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, og
f) váttan frá føroyska fólkayvirlitinum um at leikarin er skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum sum fluttur til Føroya.

Í hinum deildunum kann felag fáa loyvisbræv til útlendskan leikara, tá viðkomandi leikari er skrásettur í fólkayvirlitinum sum fluttur til Føroya, og leysgivin av útlendska fótbóltssambandinum.

Stk. 4. Norðurlendingar eru ikki fevndir av skylduni at lata inn avrit av arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært stk. 3 e, og hava bert skyldu til at lata inn váttan frá føroyska fólkayvirlitinum sambært stk. 3 f, um teir skulu vera í Føroyum í meira enn 6 mðr.

Stk. 5. Útlendskur leikari skal verða leysgivin frá tí útlendska fótbóltssambandinum, og skal váttan um hetta fyriliggja á skrivstovu FSF´s, áðrenn loyvisbræv kann útskrivast.

Stk. 6. Útskrivað loyvisbræv til útlendskan leikara fer sjálvvirkandi úr gildi sama dag, sum arbeiðs- og uppihaldsloyvið gongur út.

Stk. 7.
Lið, ið luttekur í føroysku lands- og steypakappingini, hevur loyvi til at nýta í mesta lagi 4 útlendskar leikarar í einum dysti, tó eru bæði útlendskir leikarar, sum burturav hava havt spæliloyvi at leika í Føroyum í minsta lagi í 3 fylgjandi kappingarár, og sum hereftir 4. kappingarárið á rað søkjur um spæliloyvi, og norðurlendingar, ikki fevndir av hesi áseting.


Grein 20.
Føroyingur, sum hevur fastan bústað uttanlands, kann fáa loyvisbræv til at leika sum yrkisleikari í Føroyum, tá váttan frá útlendska fótbóltssambandinum fyriliggur um, at viðkomandi leikari er leysgivin til Føroya, og flytingin fer fram samsvarandi áseting um flytingarglugga í grein 17, stk. 4.

 

 

Vøllurin


Grein 21.
Stk. 1. Øll ítróttarøki, ið verða nýtt í føroysku lands- og steypakappingini, skulu vera góðkend av Kappingarnevndini og taka atlit til Loyvisgóðkenningina hjá UEFA.

Stk. 2. Kappingarnevndin ásetur nærri reglur um ítróttarøkir, men kann undir serligum umstøðum gera frávik, men skal somuleiðis taka atlit til Loyvisgóðkenningina hjá UEFA.

 

Dómarar og hjálpardómarar


Grein 22.
Stk. 1. Feløgini hava ábyrgd av tilgongd av dómarum og hjálpardómarum og at hesir taka neyðug prógv.

Stk 2. Dómaranevndin ásetur, hvussu nógvar dómarar og hjálpardómarar ymsu feløgini í minsta lagi skulu tilmelda.


Grein 23.
Stk. 1. Dómaranevndin hevur hægsta myndugleika í øllum spurningum um góðkenning av dómarum og hjálpardómarum.

Stk. 2. Starvsnevnd FSF’s velur dómaranevndina.


Grein 24.
Stk. 1. Tað felag, sum hevur heimavøll, hevur ábyrgdina av vælferð dómaranna og hjálpardómaranna bæði undan, undir og eftir dystin.

Stk. 2. Felagið skal ansa eftir, at eingin áskoðari órógvar ella sýnir óhøviskan atburð móti dómara, hjálpardómara ella leikara.

Stk. 3. Tá ið dystur verður leiktur, má eingin koma inn á vøllin uttan við serligum loyvi frá dómaranum.


Grein 25.
Dómaraumsitingin setur dómarar og hjálpardómarar til dystir í Meistaradeildini, 1. og 2. deild, unglingadeildini og 1. deild kvinnur, sambært ásetingunum í grein 43 í lógum FSF’s. Í øðrum deildum setur heimafelagið dómarar og hjálpardómarar, ið skulu verða góðkendir av Dómaranevndini, at døma dystin.


Grein 26.
Stk. 1. Starvsnevndin ásetur samsýningina til dómarar, hjálpardómarar og eygleiðarar, ið verða útnevndir.

Stk. 2. FSF rindar í fyrsta umfari samsýningina til teir dómarar, sum verða settir at døma av Dómaranevndini. Feløgini endurrinda FSF fyri dómarasamsýningina Verður gist rindar FSF fyri gisting eftir nærri avtalu millum dómaratríbólkin og Dómaranevndina.


Grein 27.
Stk. 1. Møtir dómarin ikki upp til ásettan dyst í Meistara-, 1., 2. deild, unglingadeildini og 1. deild kvinnur, ásetur Kappingarnevndin nýggjan dyst.

Stk. 2. Kappingarnevndin ger úrskurð um, hvørja avleiðing vantandi uppmøting skal hava fyri dómara og tað felag, hann umboðar.

Stk. 3. Í hinum deildunum ásetur heimafelagið nýggjan dyst um dómarin ikki er møttur. Fráboðan um hetta skal beinanvegin gevast Kappingarnevndini, sum undir serligum umstøðum kann nokta at flyta dystin sum annars ásett av heimafelagnum.

 

 

Dómaraseðilin


Grein 28.
Stk. 1. Kappingarnevndin ásetur nærri reglur um dómaraseðilin, hvat innihald hann skal hava, og hvussu hann skal undirskrivast. Seðilin skal handast dómaranum, áðrenn dystur byrjar. Á dómaraseðlinum skulu standa allir leikararnir, tó í mesta lagi 16 leikarar fyri hvørt felag.

Stk. 2. Dómaraseðilin skal góðkennast av Kappingarnevndini, sum somuleiðis kann áseta reglur um hvørji fylgiskjøl skulu vera til dómaraseðilin viðvíkjandi upplýsingum um navn á leiðarum, venjarum, og onnur ábyrgdarfólkum, sum hava samband við dystin.

Stk. 3. Eftir leikbyrjan er bert loyvt at seta skotin mál, úrslit, skiftingar, ávaringar, útvísingar, viðmerkingar og undirskrift dómarans á dómaraseðilin.

Stk. 4. Dómaraseðilin skal av dómaranum sendast til skrivstovu FSF’s í seinasta lagi 2 dagar eftir dystin. Hetta er galdandi fyri tær deildir, har FSF ásetur dómarar.

Fyri tær deildir, har heimafelagið ásetur dómarar, er tað heimafelagið, sum skal senda dómaraseðilin til skrivstovu FSF’s í seinasta lagið 3 dagar eftir dystin.

Kappingarnevndin ger úrskurð um, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri viðkomandi felag, um dómaraseðilin ikki verður sendur inn rættstundis.

Stk. 5. Dómaraseðilin verður fyltur út undir ábyrgd av navngivnum ábyrgdarfólki og dómara. Ábyrgdarfólkið skrivar undir, meðan dómarin er hjástaddur.

 

 

Bólturin


Grein 29.
Kappingarnevndin ásetur í reglugerð støddina á bólti, sum skal nýtast í ymsu deildunum. Tað liðið, sum leikar á heimavølli, skal útvega bólt og tiltaksbóltar.

 

 

Búnar


Grein 30.
Stk. 1. Hvørt liðið skal hava serligan búna. Eru búnarnir so líkir, at dómarin heldur tað vera ringt at skilja teirra millum, skal útiliðið skifta búna. Leika bæði liðini á útivølli, skal tað liðið, ið er síðst nevnt skifta búna.

Stk. 2. Dómari og hjálpardómarar skulu vera í búna, sum líkist frá búnum leikaranna.

Stk. 3. Hvør leikari skal hava nummar á rygginum, og skal hetta í hædd ikki vera lægri enn 25 cm.

Stk. 4. Um leik- ella venjingarbúni hevur lýsing, skulu hesar lúka treytir, Starvsnevnd FSF’s ásetir í reglugerð. Tað er ikki loyvt dómara ella hjálpardómara at hava lýsing á dómarabúnum teirra, uttan at hetta er góðkent av Dómaranevndini frammanundan.

 

 

Heimavøllur/útivøllur


Grein 31.
Stk. 1. Í lands- og steypakappingini hevur fyrst úttikna liðið heimavøll.

Stk. 2. Møtast tvey lið í lands- og steypakappingini, og leiktur verður ein hálvfinalu- ella finaludystur, har annað hevur vunnið á heimavølli og hitt á útivølli, eigur tað liðið heimavøll, ið hevur vunnið á útivølli.

Stk. 3. Um bæði liðini hava vunnið á heimavølli ella útivølli, verður lutakast og eigur fyrst úttikna liðið heimavøll.

 

 

Dysturin


Grein 32.
Stk. 1. Eingin dystur má byrja við færri enn 7 leikarum á hvørjum liði. Eru liðini ikki fullmannað 15. min. aftaná leikbyrjan, kann dómarin slíta dystin.

Stk. 2. Um dysturin verður slitin, skal dómarin beinanvegin geva skrivstovu FSF’s skrivliga fráboðan um hetta. Kappingarnevndin ger úrskurð í málinum og kann avgera, at tað liðið, ið ikki var fullmannað, skal tapa dystin.


Grein 33.
Stk. 1. Dystur í lands- og steypakappingini skulu verða avgreiddir samsvarandi hesum kappingarreglum og ta til hvørja tíð galdandi STEVNU sum FSF. ásetur og sum verður lýst í seinasta lagi ein mánaða áðrenn kappingarbyrjan.

Stk. 2. Heimafelagið skal seta seg í samband við tann tilnevnda dómaran og við útiliðið í seinasta lagi 3 dagar undan dystinum og upplýsa, hvønn klokkutíma, dysturin skal leikast, og annars skal heimafelagið tryggja sær, at alt er í lagi til dystin.


Grein 34.
Stk. 1. Dómarin kannar eisini eftir, um alt er í lagi, áðrenn dystur byrjar.

Stk. 2. Um dómarin heldur, at vøllurin er í slíkum standi, at at tað kann vera vandamikið at leika á honum, kann hann gera av, at dysturin ikki skal verða leiktur. Dómarin kann, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í ein tíma. Fráboðan um hetta skal beinanvegin gevast Kappingarnevndini, sum ásetur nýggjan dyst.

Stk. 3. Dómarin kann somuleiðis nokta at seta dyst í gongd ella steðga dysti, ið verður leiktur, um so er, at vøllurin ikki er merktur, málnetini ikki eru heil v.m. og um vøllurin annars ikki lýkur tey krøv, sum nevnd eru í reglugerðini fyri vøllir, sbr. grein 21.

Stk. 4. Heimafelagið hevur ábyrgdina av, at vøllurin lýkur krøv Kappingarnevndarinnar.


Grein 35.
Stk. 1. Allir dystir skulu byrja til ásettu tíðina. Kappingarnevndin kann undir serligum umstøðum áseta hvønn klokkutíma, dysturin skal byrja, hóast heimafelagið hevur ásett aðra tíð sambært grein 32 stk. 2. Kappingarnevndin skal geva báðum feløgunum og dómaranum boð um hetta. Somuleiðis kann kappingarnevndin áseta, at allir dystir í seinastu umførunum í eini deild skulu byrja samstundis.

Stk. 2. Um lið ikki uttan haldgóða orsøk møtir til tíðina, ella í seinasta lagi 15 minuttir eftir, at dysturin skuldi byrja, tapir viðkomandi lið dystin, soleiðis at møtta liðið fær 3 stig við málmuninum 3-0. Dómarin skal beinanvegin geva Kappingarnevndini fráboðan um hetta, og Kappingarnevndin ger úrskurð í málinum samsvarandi grein 12, stk. 2.

Stk. 3. Sama er galdandi um lið við leikbyrjan noktar at leika uttan haldgóða grund ella noktar at halda fram, til dystur er lógliga lokin.

Stk. 4. Lið, sum ikki møtir upp til annan hálvfinalu- ella finaludystin, tapir báðar dystirnar við málmuninum 0-3.


Grein 36.
Vunnin dystur gevur 3 stig. Javnleikur 1 stig.


Grein 37.
Heimilað verður Kappingarnevndini at áseta nærri reglur um leikbann av leikarum, burturvísing av venjarum og leiðarum, um útvísing ella burturvísing í kapping ella dysti uttan fyri Føroyar, um óhøviskan atburð ella málburð í samband við dyst, venjing ella venjingardyst.


Grein 37a.
Stk. 1. Ber leikari seg so ósømiliga at á leikvølli, at dómarin má reka hann úr leiki (reytt kort), skal dómarin skrivliga siga Kappingarnevndini frá hesum, og skal Kappingarnevndin nokta slíkum leikara at luttaka í kapping í ásetta tíð. Leikbannaður leikari, hevur ikki loyvi at uppihalda seg á bonkinum, hvørki sum leikari ella sum leiðari, meðan hann hevur leikbann

Er talan um leikara, ið leikar í bæði U16 og U18, fær viðkomandi leikbann í teirri deild hann varð rikin úr leiki. Um leikari fær leikbann á meira enn tríggjar dystir, er leikbanni galdandi fyri allar deildirnar, sum leikarin annars kundi leikt lógliga í.

Er talan um leikara, ið leikar í bæði U16- og vaksnamannadeild og U18 og vaksnamannadeild, fær viðkomandi leikbann í teirri deild hann varð rikin úr leiki. Men um leikari fær leikbann á meira enn tríggjar dystir, er leikbannið galdandi fyri allar deildirnar, sum leikarin annars kundi leikt lógliga í.

Er talan um leikara, sum er fevndur av § 8 stk. 2 í kappingarreglunum, og sum verður leikbannaður í vaksnamannadeild, verður leikarin leikbannaður fyrst komandi dyst/dystir í øllum dystum í vaksmannadeildini, sum hann annars lógliga kundi luttikið í.

Um leikari verður rikin úr leiki meira enn 3. ferðir í somu deild (reytt kort) í einum kappingarári, so gevur hvørt reytt kort eftir tað, í minsta lagið leikbann á 2 dagar. Tá talan er um leikara í U16 ella U18, so eru allar vaksnamannadeildirnar at roknað sum ein deild.

Stk. 2. Dómarin skal skrivliga boða Kappingarnevndini frá teimum ávaringum (gult kort) ið givnar verða.

Tá leikari hevur fingið 3 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá leikari harnæst hevur fingið 2 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá leikari harnæst hevur fingið 2 gul kort, fær hann tveir daga leikbann. Hvørt gult kort givið eftir hetta, gevur leikbann á ein dag. Leikbann eftir hesi reglu eru galdandi frá fyrst komandi leikdegi.

Stk. 3. Galdandi fyri Meistaradeildina og 1. deild menn:

Tá leikari hevur fingið 4 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá leikari harnæst hevur fingið 3 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá leikari harnæst hevur fingið 2 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá leikari harnæst hevur fingið 2 gul kort fær hann tveir daga leikbann. Hvørt gult kort givið eftir hetta, gevur leikbann á ein dag. Leikbann eftir hesi reglu eru galdandi frá fyrst komandi leikdegi.

Stk. 4. Galdandi fyri steypakappingar:

Tá leikari hevur fingið 2 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Stk. 5. Givnar ávaringar føra við sær leikbann fyri viðkomandi leikara í teirri deild hann hevur fingið ávaringina. Ávaringar givnar í steypakappingum eru bert galdandi fyri dystir í steypakappingini. Tó er leikara ikki loyvt at leika í lægri deild enn henni, sum hann er leikbannaður í, samstundis sum hann situr yvir leikbann í hægri deild, orsakað av givnum ávaringum, undantikið um lægra deildin hevur leikt dyst í millumbilinum.

Stk. 6. Ber venjari ella leiðari, seg so ósømiliga at á ítróttarøkinum, at dómarin má reka hann burtur, skal dómarin skrivliga siga Kappingarnevndini frá hesum, og kann Kappingarnevndin nokta slíkum venjara ella leiðara atgongd til ítróttarøki í ásetta tíð.


Grein 38.
Nýtir dómari rætt sín til at slíta leik ella reka leikara úr leiki sambært grein 37a, stk. 1, skal hann skrivliga boða Kappingarnevndini frá hesum og í frágreiðing sínari greiða frá, hví hann gjørdi so. Kappingarnevndin gerð annars úrskurð um, hvørja avleiðing brotið ella tilburðurin skal hava fyri viðkomandi lið og tað felag leikarin umboðar. Sama er galdandi viðvíkjandi møguligum brotum, ið verða framd móti grein 24.

 

 

Steypakappingar


Grein 39.
Heimilað verður Kappingarnevndini, at áseta nærri reglur fyri steypakappingar.

 

 

Brot og kærur


Grein 40.
Kærur um brot á hesar reglur skula viðgerast samsvarandi teirri til eina og hvørja tíð galdandi agareglugerð FSF’s.


Grein 41.
Verður lið dømt at tapa dyst, verður málmunurin 0-3 roknaður.

 

Gildiskoma


Grein 42.
Hesar kappingarreglur koma í gildi 13. februar 2016.

Soleiðis samtykt á aðalfundi FSF’s tann: 3. mars 2007 og við broytingum á aðalfundi FSF’s tann, 1. mars 2008, 21. februar 2009, 27. februar 2010, 26. februar 2011, 18. februar 2012, 15. februar 2014, 14. februar 2015 og 13. februar 2016.


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6