Old B., Old Girls, kvinnur á 2/3 vølli og yngri deildir

1. Inngangur

§ 1. Allir dystir í lands- og steypakappingini í fótbólti í Old Boys, Old Girls og yngru deildunum upp til og við Dreingir U18, Gentur U17 og kvinnur á 2/3 ella ½ vølli, verða leiktir eftir hesum reglum.

Stk. 2. Um einki er tilskilað í hesi reglugerð, eru tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur fyri fótbólt hjá Fótbóltssambandi Føroya galdandi.

 

2. Skipan av kappingum og aldursmark

§ 2. Landskappingin verður skipað soleiðis:

A. Old Boys:
Fyri at kunna luttaka í Old Boys 1, skal viðkomandi leikari vera fyltur 35 ár 1. januar í kappingarárinum og ikki hava leikt fleiri enn 3 dystir í hægri deild í kappingarárinum.

Fyri at kunna luttaka í Old Boys 2, skal viðkomandi leikari vera fyltur 45 ár 1. januar í kappingarárinum og ikki hava leikt fleiri enn 3 dystir í hægri deild í kappingarárinum

B. U18 menn: 
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 18 ár, 
01. januar í kappingarárinum, men vera fyltur 15 ár.

C. U17 gentur:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 17 ár 1. januar í kappingarárinum, men verða fyltur 14 ár.

D. U16 dreingir: 
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 16 ár 
1. januar í kappingarárinum.

E. U14:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 14 ár 
1. januar í kappingarárinum.

F. U12: 
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 12 ár 1. januar í kappingarárinum.

G. U10: 
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki vera fyltur 10 ár 1. januar í kappingarárinum. 

H. U9: 
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki vera fyltur 9 ár 1. januar í kappingarárinum.

 

I. U8:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki verða fyltur 8 ár innan 1. januar í kappingarárinum.

J. U7: 
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki vera fyltur 7 ár 1. januar í kappingarárinum.

K. U6: 
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki verða fyltur 6 ár innan 1. januar í kappingarárinum.

L. Old Girls:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari vera fyltur 35 ár 1. januar í kappingarárinum.

M. Kvinnur á ½ og ¾ vølli:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari vera fyltur 15 ár.

Stk. 2. Kappingarnevndin kann fyri yngru deildirnar U18 og niðureftir, geva undantak frá teimum settu aldursmørkunum í stk. 1, um leikarin hevur serligt brek, sum er váttað av serkønum persóni. Umsókn um hetta, skal verða latin skrivstovu FSF´s saman við váttanini frá tí serkøna persóninum, ið hevur mett um brekið hjá leikaranum.

Stk. 3. Kappingarnevndin kann geva loyvi til, at í mesta lagi 1 leikari, sum er føddur eftir 1. august fyri aldursmarkið í stk. 1, í hvørji deild sær, kann leika í lægri deild, enn í sínum aldursbólki. Umsókn um hetta, skal verða latin skrivstovu FSF´s í seinasta lagi 31. august í kappingarárinum. 
Leikarar sum hava fingið játtað tílíkt loyvi, kunnu bert leika í tí lægru deildini í gildistíðini, ið loyvið er givið fyri, sum kann verða fyri ella eftir summarsteðgin, ella fyri alt kappingarárið.

Stk. 4. Í deildini hjá U18 dreingjum er í 2017 loyvt feløgunum at nýta upp til tríggjar leikarar í dysti, sum eru føddur árið fyri aldursmarkið.

 

3. Leiktíðin

§ 3. Í lands- og steypakappingum er leiktíðin henda:

U18 menn 2 x 45 min.
U17 gentur & U16 dreingir 2 x 40 min.

U14 dreingir 2 x 35 min.
U14 gentur, 2 x 35 min. 

Old Boys 2 x 15 min.

2. deild kvinnur 2 x 45 min.

Old Girls 2 x 15 min.

U12, 2 x 15 min.

Allar kappingar á ½ vølli og hjá U12:

a) 2 x 15 min. (upp til 3 dystir)
b) 2 x 10 min. (fleiri enn 3 dystir).

U10, U9, U8, U7 og U6, 2 x 10 min.

Galdandi fyri allar kappingar hjá U10, U9, U8, U7 og U6:

a) 2 x 10 min. (upp til 3 dystir)
b) Um leiktir verða fleiri enn 3 dystir, so verður leiktíðin stytt samsvarandi økta talinum av dystum.

Kvinnudeildin ½ ella 2/3 vøllur, 2 x 45 min. (ein dystur).

Leiktíð í mesta lagið til kappingar:

Old Boys, Old Girls, U14 og U12: max. 100 minuttir pr. dag.

U10 og U9: max. 80 minuttir pr. dag.

U8, U7 og U6: max. 60 minuttir pr. dag

Stk. 2. Um ivamál eru í leiktíðunum, er tað heimafelagið, sum tekur endaligu avgerðina, tó í samráð við Kappingarnevndina.

Stk. 3. Stendur eftir vanliga leiktíð á jøvnum í finaludysti í lands- ella steypakappingini, verður umdystur leiktur, og er leiktíðin tá henda:

Old Boys 2 x 5 min.
Old Girls 2 x 5 min 
Kvinnur 2/3 vøll 2 x 10 min.
U18 dreingir 2 x 15 min.
U17 gentur 2 x 10 min.
U16 dreingir 2 x 10 min
U14 dreingir 2 x 10 min
U14 gentur 2 x 10 min.
§ 4. Vinnarin í teimum ymisku deildunum fær hetta heitið:

Old Boys - Føroyameistari
Old Girls - Føroyameistari
Kvinnur ½ ella 2/3 vøll - Vinnari 
U18 menn - Føroyameistari
U17 gentur - Føroyameistari
U16 dreingir - Føroyameistari
U14 dreingir - Føroyameistari 
U14 gentur - Føroyameistari
 

§ 5. Leikarar í U16 dreingjum, ið lúka treytirnar fyri at luttaka í kappingini hjá U18 monnum og í vaksnamannadeildini, kunnu leika tveir dystir sama leikdag. Tó er ikki loyvt hesum leikarum at leika tveir dystir í U18 monnum, ella í vaksnamannadeildini sama leikdag. Sí tó aldursmarkið í § 2 B.

Stk. 2. Leikarar í U14 dreingjum, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U16 dreingjum og hin í U14 dreingjum. 

Stk. 3. Leikarar í U14 gentum, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U17 gentum og hin í U14 gentum. Sí tó aldursmarkið í § 2 C.

Stk. 4. Leikarar í U12, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U14 og hin í U12.

Stk. 5. Leikarar í U10, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U12 og hin í U10. 

Stk. 6. Leikarar í U9, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U10 og hin í U9. 

Stk. 7. Leikarar í U8, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U10 ella U9 og hin í U8. 

Stk. 8. Leikarar í U7, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U9 ella U8 og hin í U7. 

Stk. 9. Leikarar í U6, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U8 ella U7 og hin í U6.

Stk. 10.Luttekur felag við meira enn einum liði innan somu deild, verður flyting at fara fram á sama hátt sum millum hægri og lægri deild, eins og ásett í § 8 í Kappingarreglum fyri fótbólt. 
Liðini skulu tá nevnast í bókstavarøð, soleiðis at A-liðið verður at rokna sum tann hægra deildin og B-liðið sum tann lægra deildin, og verður hildið soleiðis fram alt eftir, hvussu nógv lið luttaka í somu deild.

Stk. 11.Eykamaður, sum kemur inn í dysti, verður, hvat ið niðurflyting viðvíkur, at rokna sum annar leikari á viðkomandi liði.

Stk. 12. Tað er bert loyvt leikara at leika ein dyst hvønn leikdag, sí tó undantøkini í § 5. Leygardagur og sunnudagur verða roknaðir sum ein leikdagur. Í teimum yngru deildunum kann Kappingarnevndin gera frávik í hesi reglu, samsvarandi § 8 í kappingarreglum fyri fótbólt.

 

4. Vøllurin

§ 6. Kappingarnar í U17 og niðureftir verða skipaðar við fylgjandi vallarstøddum:

U17 Gentur leika á 2/3 vølli.
U16 Dreingir leika á heilum ella 2/3 vølli.
U14 Dreingir leika á 2/3 ella ½ vølli.
U14 Gentur leika á 2/3 ella ½ vølli.
U12 leika á ¼ vølli. 
U10 og U9 leika á vølli sum er áleið 21 x 30m.
U8, U7 og U6 leika á vølli sum er áleið 16,5 x 25m. 

Tá leikt verður á 2/3 vølli, er síðulinjan 7 metur innanfyri hvítu síðulinjuna á vanligum leikvølli, tó undantikið í 2. deild kvinnum, U17 gentum og U16 dreingjum.

 

5. Dómarar

§ 7. Fyri at døma í U16 dreingir og U17 gentur, skal viðkomandi dómari í minsta lagi, hava lokið “byrjunar-dómaraprógv”.

Stk. 2. Hjálpardómarar eru ikki eitt krav í U16 dreingir, U14 dreingir og U17 gentur.


6. Dómarakort og leikaraváttan

§ 8. Í yngru deildunum skal dómarakort og leikaraváttan verða brúkt eftir ásetingum, sum Ungdómsnevndin í FSF ásetur.

Stk. 2. Dómarakort og leikaraváttan skulu verða fylt út undir ábyrgd av venjara/leiðara og dómara. Venjarin/leiðarin skrivar undir við ábyrgd, meðan dómarin er hjá.

Stk. 3. Dómarakort og leikaraváttan skulu sendast til skrivstovu FSF’s í seinasta lagi 2 dagar eftir lokna kapping.
 

7. Bólturin og vestar

§ 9. Bólturin skal hava hesar støddir:

Old Boys, Old Girls, U18 menn, U16 dreingir og U17 gentur: bóltstødd nr. 5.

U14 og U12: bóltstødd nr. 4.

U10, U9, U8, U7 og U6: bóltstødd nr. 3.

Stk. 2. Tað liðið, sum leikar á heimavølli, skal útvega dystarbólt, tiltaksbóltar og vestar.
 

8. Dysturin

§ 10. Tað er í mesta lagi loyvt at hava fylgjandi tal av leikarum á hvørjum liði, íroknað ein málverja:

Í U18 og U16 dreingir og U17 gentur á heilum vølli: 11 leikarar.

Í U14 dreingir & Gentur, U16 dreingir, U17 gentur og kvinnur á 2/3 vølli: 9 leikarar. 

Í U14 á ½ vølli: 8 leikarar.

Í U12: 7 leikarar. 

Í U10 og U9: 5 leikarar.

Í U8, U7 og U6: 4 leikarar.

Í hinum deildunum á ½ vølli: 7 leikarar. 

Stk. 2. Tað er í mesta lagi loyvt at hava fylgjandi tal av skiftisleikarum á hvørjum liði:

Í deildunum á heilum vølli: 5 skiftisleikarar, ella tilsamans 16 leikarar í hópinum.

Í U14 dreingir & Gentur, U16 Dreingir, U17 gentur og Kvinnur á 2/3 vølli: 4 skiftisleikarar, ella tilsamans 13 leikarar í hópinum.

Í U14 á ½ vølli: 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 11 leikarar í hópinum.

Í U12: 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 10 leikarar í hópinum.

Í U10 og U9: 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 8 leikarar í hópinum.

Í U8, U7 og U6: 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 7 leikarar í hópinum.

Í hinum deildunum á hálvum vølli er loyvt at hava fimm skiftisleikarar, ella tilsamans tólv leikarar í hópinum.

Eykaleikararnir hava allir loyvi at koma inn í sama dysti, tvs. leikarar kunnu skiftast út allan dystin, sonevnd flúgvandi útskifting. Dómaranum skal boðast frá, tá ið nýggjur leikari kemur inn á vøllin.

Stk. 3. Útskifting av leikarum fer fram á miðjum vølli úti við girðingina.

Stk. 4. Fríspark verður dømt fyri brot, gjørt eins og í vanligum dysti. Øll fríspørk kunnu skjótast beint í mál.

Stk. 5. Í U14 dreingjum & Gentum , U16 dreingjum, U17 gentum og kvinnum á 2/3 vølli, verður hornað skotið heilt úti frá hornablettinum, mótstøðuleikarar skulu vera minst 9,15 metrar frá bóltinum.
Stk 6. Um leikt verður á heilum vølli er loyvt at hava fimm skiftisleikarar, ella 
tilsamans sekstan leikarar á sama dómaraseðli, og hava allir loyvi at koma inn í 
sama dysti, t.v.s. leikarar kunnu skiftast út allan dystin, sonevnd flúgvandi útskifting. 
Dómaranum skal boðast frá, tá íð nýggjur leikari kemur inn á vøllin.

Stk. 7. Málspark verður skotið inni í málteiginum. Í U6, U7, U8, U9 og U10 kann málmaður velja at kasta bóltin í staðin fyri at taka málspark, eins og viðleikari kann spæla málmannin. Tá málspark verður tikið, skulu mótstøðuleikarar verða minst 8 metur frá.

Stk. 8. Um leikt verður á ½ vølli ella minni, verður brotsspark dømt fyri brot, gjørt inni í málteiginum eins og í vanligum dysti, Á 2/3 vølli, á ½ og ¼ vølli verður brotsspark skotið 8 metur út frá miðjuni á málinum. Um leikt verður á minni vølli, verður brotsspark skotið 5 metur út frá miðjuni av málinum.
Allir leikarar, uttan hann, ið skal skjóta brotssparkið og málverjin, skulu vera uttan fyri málteigin, tá ið skotið verður.

Stk. 9. Um leikt verður á ½ vølli ella minni, verður hornaspark, skotið av mállinjuni í mesta lagið 10 metur frá næstu málstong. Um frástøðan frá málstongini er minni enn 10 metur, verður hornaspark tikið, har síðulinja og baklinja møtast. Fyri U6, U7, U8, U9 og U10 skulu mótstøðuleikarar vera minst 5 metur frá bóltinum. Har leikt verður á 2/3 vølli, ½ ella ¼ vølli, skulu mótstøðu leikarar vera minst 8 metur frá bóltinum.
 

Stk. 10. Reglurnar um rangstøðu og málmansreglurnar verða ikki nýttar í dysti á ½ vølli ella minni, tó er ikki loyvt at skjóta málspark beinleiðis til málmannin. Í U12 og eldri, er ikki loyvt málmanni at taka bóltin upp í sambandi við afturlegging.

Stk. 11. Tá leikt verður á 2/3, á ½ og á ¼ vølli skulu málini verða 5m long og 2m høg.
Tá leikt verður á minni vølli, skulu málini verða 3m long og 1,5m høg.

§ 11. Vunnin dystur gevur 3 stig. Javnleikur 1 stig.

§ 12. 31. august í kappingarárinum er seinasti dagur at loyvt er at skifta millum feløg. Tó er loyvt leikara í Dreingir U18 og Gentur U17 at skifta felag samsvarandi Kappingarreglunum fyri Fótbólt og Leikarareglugerðini. Um so er at leikari í Dreingir U18 ella Gentur U17, skiftir felag aftaná 31. august, kann viðkomandi leikari, eftir at skifti er fari fram, ikki luttaka í Dreingir U18 og Gentur U17, tað sum eftir er av kappingarárinum.

§ 13. Um lið standa á jøvnum í landskappingini, verður raðfylgjan hendan:

a) Stendur á jøvnum í stigum, er uppmøtingin til dystir avgerandi
b) Stendur á jøvnum eftir a), eru stig í innanhýsis dystum avgerðandi;
c) Stendur á jøvnum eftir a ) og b) er samlaði málmunurin avgerðandi;
d) Stendur á jøvnum eftir a), b) og c), er tað liðið fremst, sum hevur skotið flest mál.

§ 14. Fyri liðini í leika vikuskiftiskappingar hjá U14 gentum, í U12, U10, U9, U8, U7 og U6 er galdandi, at um lið kemur afturút við 3 málum, kann mótstøðuliðið seta inn ein eykaleikara, sum verður tikin útaftur, tá munurin minkar.
Er munurin 6 mál, kann mótstøðuliðið seta inn ein eykaleikari afturat, sum verður tikin útaftur, tá munurin minkar.
Dómaranum skal boðast frá, tá ið nýggjur leikari kemur inn á vøllin.

§ 15. Venjarar, eykaleikarar og áskoðarar skulu ikki halda til aftanfyri málini, meðan dystur verður leiktur. Mælt verður til, at áskoðarar ikki eru innanfyri girðingina, tá dystur verður leiktur.
 

9. Gildiskoma

§ 16. Henda reglugerðin er samtykt av Kappingarnevnd FSF´s og kemur í gildi í mars 2017.


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6