Stjørnufótbóltur

Skipanin “stjørnufótbóltur” skal í fyrsta lagi skal eggja feløgunum at gera eitt dygdargott og miðvíst arbeiði í barna- og ungdómsfótbóltinum, og annars skapa góðar karmar fyri grasrótsfótbóltinum sum heild.

“Stjørnufótbóltur” er ikki tað sama sum “Loyvisskipan fyri feløg”, men kann kortini vera við til at stuðla upp undir hesa.

Andy Roxburg, fyrrverandi Technical Director hjá UEFA sigur: “Fótbóltur er ikki ein ítróttargrein fyri nøkur fá útvald. Øll eiga at sleppa at royna seg í fótbólti, uttan mun til aldur, útsjónd, førleikar, húðarlit ella trúgv. Fótbóltur er fólksligur, demokratiskur og er útbúgvingarliga mennandi. Hann gagnar heilsuni, gevur sosialar møguleikar og hevur ítróttarligt virði.”

Michel Platini, forseti hjá UEFA, sigur: “Fótbóltur byggir á grassroots, spælt allarstaðir av monnum og kvinnum, dreingjum og gentum. Topp professionelli fótbólturin er bara toppurin av ísfjallinum. Fótbóltur skal vera ein møguleiki hjá øllum og kunna brúkast sum eitt týðandi amboð í menningini hjá tí einstaka.”

Her heima hava vit onkuntíð nýtt “fótbóltur fyri øll” fyri tað, sum aðrarstaðir verður nevnt “grassrootsfótbóltur”. Hugsa vit um útsagnirnar hjá Andy Roxburg og Michel Platini, so er “fótbóltur fyri øll” eitt sera beinrakið heiti fyri “grassrootsfótbólt”. Stjørnufótbólturin setur fokus á “fótbóltin fyri øll”
 

Endamál

1. At seta í verk eina dygdar- og menningarætlan sum byggir á Grassroots Charter hjá UEFA

2. At eggja feløgunum til at skapa góðar karmar fyri
a. Barna- og ungdómsfótbóltin
b. Foreldur, limir, viðhaldsfólk og vitjandi
c. Stuðlar og nærumhvørvi
3. At eggja feløgunum at seta menning á skrá, tá tað ræður um fótbólt hjá
a. Børnum
b. Ungum
4. At eggja feløgunum til at gera átøk sum fáa fleiri børn at byrja at spæla fótbólt og at halda á við fótbóltinum í ungdómsárunum. Serstakur dentur verður lagdur á gentusíðuna.
5. At staðfesta hvørji feløg virka væl og samstundis veita teimum feløgum, sum hava tørv á tí, fagliga hjálp og at seta í verk eina dygdar- og menningarætlan.
6. At fáa yvirskipaðu ætlaninar í felagnum um dygd og menning at síggjast aftur á vøllinum.

Skipanin STJØRNUFÓTBÓLTUR hevur í fyrsta lagi fýra stig – Grundstig (ein stjørna), Víkað stig (fýra stjørnur), Framkomið stig (ein stjørna) og Úrvals stig (ein stjørna). Tilsamans 7 stjørnur.
 

1. Grundstig (stjørna 1):

a. Tær grundleggjandi fyritreytirnar fyri barna- og ungdómsfótbóltinum, eitt nú:
i. Felagið luttekur við barna- og ungdómsliðum í landskappingini í minst trimum aldursbólkum og er vertur fyri dystum og stevnum sambært kappingarskránni hjá FSF.
ii. Venjarar eru til øll liðini í barna- og ungdómsfótbóltinum, og eru útbúnir samsvarandi “Loyvisskipanini fyri feløg”.
iii. Í felagnum er fólk sum hevur ábyrgdina av og skipar fyri barna- og ungdómsfótbóltinum.
iv. Felagið hevur neyðugar fysiskar karmar – eitt nú vøll, skiftirúm og fundarrúm – og ymiskan útbúnað, sum krevst í sambandi við venjing og dystir.

Viðmerking: Fyri at fáa eina stjørnu krevst, at allar nevndu fyritreytirnar eru uppfyltar. 
 

2. Viðkað stig (stjørna 2-5):

a. Høvuðsungdómsvenjari (stjørna 2)
i. Felagið hevur høvuðsumgdómsvenjara, sum hevur fótbóltsfagligu ábyrgdina fyri barna- og ungdómsfótbóltin.
Førleikakrøv og starvsinnihald verður neyvari lýst í eini avtalu millum felagið og venjaran, sum FSF góðkennir eftir nærri ásettum reglum.
Dentur verður lagdur á, at høvuðsungdómsvenjarin fyrst og fremst er virkin á vøllinum – sum venjari og ikki minst sum vegleiðari hjá øðrum barna- og ungdómsvenjarum.
Viðmerking: Høvuðsungdómsvenjarain skal harumframt m.a.:
1. Virka fyri, at felagið í øllum sínum virksemi leggur seg eftir at liva upp til meginregluna Flest møguligt – longst møguligt – best møguligt.
2. Stuðla upp undir, at einstaki leikarin setur sær greið og ítøkilig mál, og at fylgt verður upp um hesi. Eitt amboð at røkka hesum er, at leikararnir gera eina vangamynd (leikaraprofil).
3. Stuðla leikarunum í at venja sjálvir – at hava eginvenjing.
4. Taka lut í felagstiltøkum og skeiðum sum FSF skipar fyri og sum eru ætlaði at geva venjarunum fakligan og praktiskan íblástur.

b. Útbúgving v.m. (stjørna 3)
i. Læru- og menningarætlan, umframt virksemisætlan, er fyri barna- og ungdómsfótbóltin.
ii. Felagið hevur útbúnar og virknar dómarar til barna- og ungdómsfótbóltin eftir neyvari reglum, sum FSF setur.
Viðmerking: Krøvini til dómarar, sum døma í U18 og eldri, eru ikki partur av Stjørnufótbóltinum.
Útbúgvingarkrøvini til dómarar sum døma U14 og U16/U17 eru “Dómarin” (4-5 tímar, uttan próvtøku).
Í 2013 verður miðað eftir, at hvørt felag skal í minsta lagi hava ein dómara fyri hvørt liðið hjá felagnum, sum luttekur í kappingini í aldursbólkunum U14 og U16/U17, við útbúgvingini “Dómarin”.
iii. Venjarar og dómarar hava møguleika at eftirútbúgva seg – t.d. fara á impulsskeið.

c. Luttøka (stjørna 4)
i. Felagið hevur lið á dreingjasíðuni í øllum aldursbólkum frá U8 til U18, møguliga í einum skipaðum samstarvi við annað felag.
ii. Felagið hevur lið á gentusíðuni í øllum aldursbólkum frá U8 til U17, møguliga í einum skipaðum samstarvi við annað felag.
iii. Gentur 12 ár og yngri telja minst 25% av øllum leikarunum í hesum aldursbólkinum í felaganum.
d. Átøk, rekrutering (stjørna 5)
i. Felagið skipar fyri árligum tiltøkum, sum skapa áhuga millum yngstu børnini, og sum kunnu fáa tey at byrja við fótbóltinum sum 6-7 ára gomul.
ii. Felagið hevur eina ítøkiliga og miðvísa ætlan, sum hevur til endamáls at fáa børn og ung at halda á við fótbóltinum.
iii. Skipað verður fyri tiltøkum, sum venda sær til foreldur, stuðlar og nærumhvørvi annars, við tí endamáli at skapa áhuga og undirtøku fyri fótbóltinum.
Viðmerking: Hvørt høvuðspunktið gevur eina stjørnu. Fyri at fáa eina stjørnu krevst, at fyritreytirnar undir hvørjum høvuðspunkti eru uppfyltar.
 

3. Framkomið stig (stjørna 6):

a. Barna- og ungdómsfótbólturin hevur egna játtan sum í minsta lagi er 20% av samlaða útreiðslukarminum. Upphæddin má tó ongantíð vera minni enn tað, sum felagið fær við Stjørnufótbóltinum.
b. Felagið, evt saman við FSF, skipar á hvørjum ári fyri serstøkum átøkum undir heitinum “Fótbóltur fyri øll”.
c. Venjarar hjá U16 dr., U18 dr. og U17 ge. hava í minsta lagi B-prógv.
d. Karmar:
i. Umstøðurnar til sosial tiltøk, foreldrasamstarv o.l. eru nøktandi.
ii. Vitjandi – leikarar, venjarar, viðhaldsfólk og foreldur – hava hóskandi umstøður og kunnu kenna seg vælkomin.
Viðmerking: Fyri at fáa stjørnu seks krevst, at allar fýra fyritreytirnar eru uppfyltar.
 

4. Úrvals stig (stjørna 7):

a. Felagið hevur eitt hóskandi fótbóltstilboð til børn og ung í vetrarhálvuni.

Fágreiðing:
Felag, sum hevur fyrstu stjørnuna, er á Grudstigi. Felag, sum eisini hevur næstu 4 stjørnurnar (stjørna 2 til 5), er á Víðkaðum stigi. Felag, sum hevur 6. stjørnuna, er á Framkomnum stigi, og felag, sum hevur 7. stjørnuna, er á Úrvals stigi.
Fyritreytin fyri, at felag kann koma í bólkin Viðka stig, er, at tað hevur Grundstig. Somuleiðis er fyritreytin fyri at felag kann koma á Framkomið stig, at felagið hevur Viðkað stig osv.
Íverksetan
Peningur er settur av til skipanina STJØRNUFÓTBÓLTUR – tilsamans 2,5 mió kr. Ein meginregla í øllum hesum er, at tann peningur, sum verður latin feløgunum gjøgnum Stjørnufótbóltin, allur fer til at menna barna- og ungdómsfótbóltin.

Av teimum 2,5 mió kr fara 2,1 mió til tey fýra stigini/sjey stjørnurnar samsvarandi leistinum niðanfyri, meðan 0,4 mió kr verður ein játtan, sum er knýtt at stjørnu 2 og sum feløgini kunnu søkja úr.

Samanlagt fara 600.000 kr eru til Grundstig, 1.300.000 kr til Víðkað stig, 150.000 kr til Framkomið stig og 50.000 kr til Úrvals stig.
 

Stig

Prosent-
partur

Samlað
upphædd

Feløg

Í part
kr.

Felag A

Felag B

Felag C

Felag D

Grundstig

28,5%

600.000

15

40.000

40.000

40.000

40.000

40.000

Víðkað stig

 

 

 

 

 

 

 

 

a) Stjørna 2 *

28,5%

600.000

15

40.000

40.000

40.000

40.000

40.000

b) Stjørna 3

14,3%

300.000

15

20.000

20.000

0

0

0

c) Stjørna 4

9,5%

200.000

15

13.333

13.333

13.333

13.333

0

d) Stjørna 5

9,5%

200.000

15

13.333

13.333

13.333

-

-

Framkomið stig

7,2%

150.000

15

10.000

-

-

-

-

Úrvals stig

2,5%

15

3.333

-

-

-

-

-

-

-

2.100.000

-

140.000

126.666

106.666

93.333

80.000


*) Sí viðmerkingarnar undir pkt 2 ai.

Um okkurt felag ikki megnar at fáa eina stjørnu, so verður meira peningur útlutaður til hini feløgin, sum fáa stjørnuna. Tó verður gjaldið ongantíð meira enn tað dupulta av miðalgjaldinum. DØMI: um fleiri feløg ikki klára STJØRNU 3, so kunnu hini feløgini í mesta lagi fáa 20.000 kr aftrat, tvs 40.000 kr.

Umframt tær 600.000 kr, sum eru í yvirlitinum omanfyri, er ein játtan á 400.000 kr avsettar til stjørnu 2 (Høvuðsungdómsvenjaran). Feløg kunnu søkja um pening av hesi játtan. Stuðulin verður latin 1 til 1. Tvs um felag fær 10.000 kr, so skal felagið sjálvt útvega aðrar 10.000 kr. Fyribils er mesta upphæddin eitt felag kann fáa 35.000 kr, tó soleiðis, at samlaða upphæddin fyri øll feløgini kann í mesta lagi vera 400.000 kr. Tað merkir, at mesta upphæddin til hvørt felag verður, um neyðgug, lagað eftir hesum.

Í døminum omanfyri er grundupphæddin til høvuðsungdómsvenjaran 40.000 kr til hvørt felag. Søkir felagið um t.d. 30.000 kr og sjálvt leggur aðrar 30.000 kr í, so verða kr 100.000 til høvuðsungdómsvenjaran.

Hinvegin kunnu feløgini velja bara at fáa grundupphæddina á kr 40.000.

Endurskoðað 14. februar 2013


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7