Í undankappingini til HM 2002 eydnaðist tað føroyska A-landsliðnum at fáa 7 stig, og er hetta tað mesta nakrantíð, síðani Føroyar fóru at taka lut í undankappingum til HM og EM.
Føroyar endaðu í bólki 1 saman við Slovenia, Russlandi, Sveis, Jugoslavia og Luksembourg. Í fyrsta dystinum sá leingi út til at Føroyar skuldi tapa á heimavølli fyri Slovenia, men í yvirtíðini eydnaðist tað fyrst Una Arge, og síðani Øssur Hansen, at tryggja Føroyum javnleik 2-2. Føroyar vunnu eisini báðar dysirnar ímóti Luksembourg, og sostatt vunnu Føroyar 7 stig samanlagt.
HM-endaspælið í 2002 varð spælt í Japan og Suður Korea. Týskland, Suður Korea, Brasil og Turkaland vunnu seg í hálvfinalurnar, sum endaðu við at Týskland og Brasil vunnu seg víðari í finaluna. Í finaluni vunnu brasiliumenn 2-0, og gjørdust harvið heimsmeistarar.
| Nr. | D | V | J | T | Mál | Stig | |
| 1 | Russland | 10 | 7 | 2 | 1 | 18-5 | 23 |
| 2 | Slovenia | 10 | 5 | 5 | 0 | 17-9 | 20 |
| 3 | Jugoslavia | 10 | 5 | 4 | 1 | 22-8 | 19 |
| 4 | Sveis | 10 | 4 | 2 | 4 | 18-12 | 14 |
| 5 | Føroyar | 10 | 2 | 1 | 7 | 6-23 | 7 |
| 6 | Luksembourg | 10 | 0 | 0 | 10 | 4-28 | 0 |
Vertir
Japan og Suðurkorea
Heimsmeistari
Brasil
Finala
Brasil-Týskland 2-0
Landsliðini |
Kappingar og úrslit (menn) |
Kappingar og úrslit (kvinnur) |
Útbúgvingar og tiltøk |
FSF |
|||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|
|
|||||||||
|
|
|||||||||